Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-12-07, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. desember 2006síða 41

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Stórt úrval av DVD-filmum til sølu TÍÐIRNAR: Nr. 237- 7. desember 2006 41 www.bio.fo • Telefon 31 19 56 Happy Feet Ensk tala og donsk tekst Fríggjadag 08.12 kl. 15.30 kl. 18.00 Leygardag 09.12 kl. 15.30 kl. 18.00 Sunnudag 10.12 kl. 15.00 kl. 17.30 www.happyfeet-filmen.dk www.happyfeet-filmen.dk The Holiday Fríggjadag 08.12 kl.20.30 kl. 23.30 Leygardag 09.12 kl. 20.30 kl. 23.30 Sunnudag 10.12 kl. 20.00 kl. 23.00 Vej til Betlehem Hósdag 07.12 kl. 19.30 kl. 22.15 Fríggjadag 08.12 kl. 20.00 Leygardag 09.12 kl. 20.00 Sunnudag 10.12 kl. 22.45 theholiday.dk FRA SKABERNE AF & DISTRIBUERET AF UI WWW.SKYLLETVAEK.DK VI TALER DANSK Skyllet væk Hósdag 07.12 kl. 15.00 kl. 17.00 Fríggjadag 08.12 kl. 15.45 Leygardag 09.12 kl. 15.45 Sunnudag 10.12 kl. 15.15 FRUMSÝNING Casino Royale Hósdag 07.12 kl. 19.00 Fríggjadag 08.12 kl. 22.30 Leygardag 09.12 kl. 22.30 Sunnudag 10.12 kl. 19.30 UMMÆLI: Borat Hósdag 07.12 kl. 21.45 HEIMSFRUMSÝNING Seinasta sýning Ummæli Kim Simonsen Øll vita, at menniskjagjørd djór eru fitt, ella at slík djór sum hvalar, pingvinir, kópar og fiskar kunnu vera evni fyri ein teknifilm. Her er so ein sera merkeligur filmur komin av slagnum. Ein um syngjandi pingvinir. Her eru sangir eftir bólkin Queen, Beach Boys og nøvn sum Frank Sinatra, Prince (sum hevur skriva ein nýggjan sang til filmin), Patti LaBelle, Yolanda Adams, ’American Idols’ Fantasia Barrino, Pink, Chrissie Hynde, Jason Mraz, k.d. Lang, Brand New Heavies, og øll henda ógvusliga ljóðmyndir er samansett við fantastisku kompositiónunum hjá John Powells. Í summar kom ein sera vakur filmur um pingvinir, kallaður ”Pingvin Marchen”, ið er franskur djórafilmur, ið er nakað av tí flottasta og lekrasta ein kann finna innan djórasendingar. Sjálvt um evnið er pinvinir á Antartkis, so er hesin filmur ein sensatión. Filmurin gekk her í summar og í vár í øllum stórbýum í heiminum, serliga eftir at hann fekk ein Oscar fyri besta dokumentarfilm. Helst er tað hetta, ið hevur skapt hugan at gera ein film um pengvinungar sum dansa og syngja. Í seriøsa djórafilminum er søgan um keisarapingvinirnar og teirra 10 daga longu ferð inní ísin at leggja egg og fáa ungar bæði hugtakandi, rørandi og ja hon spælir uppá allar kenslurnar. Her eru tungar løtur, bardagar, deyði og róvdjór sum lúra, men mest av øllum so er Suðurpólurin ótrúliga hart og illfýsið land. At nakað djór megnar at føða ungar her er nærum eitt undur. Her standa pingvinir og einum trunka, meðan kavastormar við 200 m. sekundi rasa omanyvir teirra vindbardu likam.Hetta er ein familjudjórafilmur, tað er heldur irriterandi at ljóðsporini eru so avmarkaði, at ein á donsku útgávuni er noyddur at velja millum franskt ella danskt ljóð. At danir hava lagt idiotiskar barnarøddir omanyvir myndir av pingvinungum, er meiri enn irriterandi. Nú hevur so George Miller, ið gjørdi filmin um ”Babe- den kække gris” frá 1995, gjørt ein heilan film um fuglar; um dansandi pingvinina Mumle, sum dugir at dansa sving á innlandsísinum. Í filminum duga kajsarapengvinirnar at syngja sangir, men hetta dugir Mumle ikki (Elijah Wood/Laus Høybye), men hann steppar. Mamman, Norma Jean (Nicole Kidman/Trine Appel) heldur, at hetta er fitt, meðan pápin Memphis (Hugh Jackman/Jens Jørn Spottag) Heldur at hetta er slett ikki so gott. Mumle hveur tó fingið ein vin, ið er Gloria (Brittany Murphy/Trine Dyrholm), sum er hin finnasti sangarin. Seinni møta vit Adelie Amigos, og leiðarinum hjá teimum sum er hitt passioneraði Ramon (Robin Williams/Preben Kristensen). Hesin er ikki bert ein góður sangari og sera skeg, men hann hjálpir Mumle. Hetta er ein stórur og dýrur filmur, hann koyrir uppá kend løg og kendar røddir, so sum Hugh (Jackman), Nicole (Kidman) og Elijah (Wood), Robin (Williams), Brittany (Murphy) og Anthony (LaPaglia). Hann er tó sera ósamanhangandi og eg fekk skjótt yvirdosis av ”cute-faktorinum”, ið gjørdist ov nógv uppá onga tíð. Sjálvt um tónleikurin hjá t.d. Queen, Beach Boys er ótrúliga góður, og her er mangt skeg í filminum, so virkar hann sum rein spekulatión. www.krummejul.dk Regner Grasten Film præsenterer Krummerne – så erdet jul igen Hósdag 07.12 kl. 17.15 Fríggjadag 08.12 kl. 17.45 Leygardag 09.12 kl. 17.45 Sunnudag 10.12 kl. 17.15