hósdagur 7. desember 2006síða 44
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
Nr. 237 - 7. desember 2006
Leygardagin 9. og sunnudagin 10. desember millum
klokkan 14 og 18 hava vit sum undanfarin ár
jólatiltak í útisavninum í Hoyvík, so at fólk kunnu
sleppa at uppliva ein part av lívinum upp undir jól á
einum bóndagarði fyri umleið sjeyti árum síðani.
Foreldur kunnu saman við børnum fara eitt sindur
burtur frá tí dagliga sjabbinum og stressinum og
slappa av í skýmingini í tí hugnaliga umhvørvinum
heima á Garði.
Høvi verður at síggja bóndahúsini, meðan
húsfólkið stákast við bakstur og ger okkurt plaggið
liðugt ella heldur skýming.
Postmaðurin kemur kl. 15 við jólapostinum, og
hann heintar tey nýskrivaðu kortini og brøvini, sum
børn og vaksin hava skrivað við pennaskafti og sett
ársins jólamerkir á.
Smiðurin smíðar okkurt smátt og greiðir frá
smíðnum í smiðjuni. Eldur er í essuni, og stigi og
stabbi standa til reiðar.
Í úthúsunum fjala smáar vættrar seg millum
hoyggj, torv og gomul amboð.
Og ein stór vættur fer at siga frá søgum í
úthúsunum.
Hoyggjhús, tarvafjós, eplahús, fjós, torvhús og
svalhús goyma okkurt forvitnisligt, so børnini kunnu
fara á granskingarferð at loysa gátur.
Leygardagin kl. 16 verður hugnalig konsert í
stovuni í sethúsunum, har Kári Sverrisson og
Jógvan Philbrow fara at spæla og syngja ymsan
gamlan fólkatónleik og vísur.
Á
vegnum
oman
móti
lendingini
verður
teymaríðing fyri børnum við føroyskum rossum. Og
Kiwanis selur jólatrø í túninum.
Í turkihúsinum fæst ein drekkamunnur til keyps
og onkur góður biti til vaksin og børn, eins og søla
verður av jólaprýði og hondgjørdum lutum.
Annars er tiltakið ókeypis.
ð Vælkomin til jólahugna í útisavninum í Hoyvík,
sigur Føroya Fornminnissavn
Jólahugni heima
á Garði í Hoyvík
Tórshavn Óðinshædd • SMS Klaksvík Klaksvíksvegur 57 Saltangará Heiðavegur 32
www.kall.fo
Vit gravera navn títt í fartelefonina!
100
00
Kostnaður (upp til 15 stavir)
Vinn ein ferðaseðil
- hvønn dag á Atlantic.fo
www.sansir.fo
Bassets
Lakritskonfekt
600 g
69,95
JOHANNES ANDREASEN
Fríggjadag er jólahugna á
Barnabókasavninum kl. 10
fyri børn upp til 7 ár,
og kl. 18 er Leikaløtan á
Dramaverkstaðnum.
Kunningarstovan selur
atgongumerki til Leika
løtuna, Leikhúsjól,
Messias, Lucia og
Nýggjárskonsertirnar
og G!
Kunningarstovan
telefon 30 24 25