týsdagur 2. januar 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 1 - 2. januar 2007
tíðindi
Býráðið í Havn bjóðar
nú teimum ferðandi
at koyra ókeypis
við teimum reyðu
býbussunum.
Undirtøkan fyri
skipanini henda
fyrsta morgunin var
ikki nógv at skriva
heim um.
Busskoyring
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Havn: Klokkan er 12
minuttir yvir 9 í morgun.
Í Tróndargøtu er ikki nógv
lív ein slíkan morgun, hóast
fólk eru farin til arbeiðis
aftur í nýggja árinum, og
veðrið er til at fara sær út
um eina løtu.
Við steðgiplássið hjá
Bussleiðini stendur einki
ferðafólk og bíðar, og tá
bussurin í Leið 1 kemur
fá sekund seinni, fara bert
fólk frá tíðindatænastuni
umborð.
Inni í bussinum situr
ein fryntligur bussførari
og bert eittans ferðafólkið.
Ein kvinna er komin í
bussinum fyrr á leiðini, og
skal á arbeiðspláss sítt í
vesturbýnum. Inni í bussi
num er friðarligt. Bert
útvarpið hoyrist sjangra.
Sigast skal beinanvegin,
at hóast tað er ókeypis at
koyra buss í morgun, eru
tey
nógvu
ferðafólkini
ikki komin við enn: Skúla
børnini.
Nógvir skúlar byrja í
morgin og uppaftur aðrir
hósmorgunin. Fyrst tá fer
henda nýggja skipanin av
álvara at standa sína roynd.
Men í morgun var ikki
nógv fólk við, tá Leið 1 fór
rundferð sína úr Tróndargøtu
til Landssjúkrahúsið og
framvið Handilsskúlanum,
áðrenn komið varð aftur til
Steinatún heldur fyrri enn
ætlað.
Í Steinatúni fór ein kvinna
úr bussinum. Klokkan 9:25
skuldi hann niðan móti SMS
at venda oman aftur í býin,
nú leiðin skuldi leggjast út
á Hamarin á Argjum kl.
9:30 stundisliga.
Tað er í fínasta lagi
at fólk hava møguleika at
koyra ókeypis við bussu
num. Ein skal bara venja
seg við tað, segði eitt av
ferðafólkunum á hesum
túrinum við Leið 1.
Einki pláss til bilin
Í dag var fyrsti verkadagur,
nú skipanin við ókeypis
busskoyringini varð sett í
gildi.
Veðrið í morgun var av tí
allarfagrasta – stilt, turt og
kølið. Tað var heldur hált
hjá summum at ganga til
arbeiðis í morgun.
Hóast hesi veðurlíkindi,
var ikki líkt til, at nógv
góvu sær far um henda
nýggja og higartil óroynda
møguleikan, at kunna ferð
ast ókeypis millum heim og
arbeiðsstað.
Tað skiltist á bussfør
arunum, at teir ikki høvdu
havt nakað “rykind” av
ferðafólki, hóast fólk eru
kunnað
um
skipanina
frammanundan.
Eingin ivi var kortini mill
um ferðafólkini í morgun
um, at hetta var ein góð
roynd og ein góð skipan.
Vónandi fer hon at
eydnast so mikið væl, at
hon kann halda fram.
Tað er so nógv lættari
at ferðast við bussunum,
tá ein skal til arbeiðis í
miðbýnum. So sleppur ein
nevniliga undan at hugsa
um at finna sær eitt pláss
til bilin, segði ein kvinna í
bussinum.
Hent skipan
Býráðið í Havn hevur við
hesi avgerðini sett sær
fyri at lata eyguni upp hjá
havnarborgarum fyri teirri
kollektivu ferðsluni.
Samstundis við hetta kann
ein minka um ferðsluna
gjøgnum miðbýin, sum
bara er vaksin ár undan ári.
Avgerð varð tikin um, at
bjóða fólki at koyra ókeypis
við bussunum í eina tíð, fyri
líkasum at fáa eina meting
av, hvussu fólk taka undir
við hesum tilboðnum.
Onkur hevur enntá nevnt
møguleikan, at fólk av bygd
fara at seta bilin frá sær
ovarlaga í Havn, til dømis
í Gundadali fyri síðani at
koyra við Bussleiðini víðari
hagar ein ætlar sær.
Fyri tey fáu ferðafólkini
við Leið 1 í morgun var
eingin ivi um, at hetta var
ein hent skipan fyri onkran
teirra.
Eg brúki sjálv ikki
bussin so nógv. Mær dámar
væl at ganga til arbeiðis,
men brúki bussin av og á.
Eg brúki serliga bussin,
tá veðrið er ólagaligt. Og
tað er tað so mangan her
hjá okkum, segði eitt av
ferðafólkunum.
10 kr. – einki
at tosa um
Ein onnur kvinna var eisini
á veg til arbeiðis.
Hon var komin upp í
bussin á leiðini frá Gunda
dali, Berjabrekku og Undir
Brúnni og var nú á veg til
arbeiði sítt í vesturbýnum.
Vanliga taki eg bilin,
tá eg skal møta til arbeiðis
kl. 8. Í dag skuldi eg møta
seinni, og tí tók eg bussin,
sigur hon.
Tey hava bil heima við
hús, men av tí at maðurin
hevur tørv á honum til sítt
arbeiði, er Bussleiðin eitt
hent alternativ eina slíka
løtu.
Fyri ferðafólkini í bussi
num er eingin ivi um, at
kostnaðurin av tí einstaka
ferðaseðlinum neyvan helt
fólki aftur í at koyra við
bussunum.
Sum eitt teirra tók til:
10 kr., tað er einki at
tosa um. Men nú tað er
vorðið ókeypis skuldu helst
fleiri ferðafólk farið at
koyrt við bussunum.
Tað verður spennandi at
fylgja við hesum málinum!
Gjalda av
gomlum vana
Hóast eitt ávíst arbeiði er
gjørt fyri at kunna borg
ararnar um hesa nýggju
tænastuna, so er líkt til at
ikki øll vóru fult greið um
henda møguleikan.
Ein kvinna kom inn í buss
in við peninginum til reiðar
at gjalda fyri ferðaseðilin.
Ja, ein ger bara slíkt
av gomlum vana, segði
kvinnan.
Jú, vani bítur best! So
er bert eftir at vóna, at
fólk kortini fara at broyta
vanar:
Lata bilin standa, og taka
av frálíka tilboðnum frá
Tórshavnar Kommunu.
Ókeypis koyring við fáum fer
Tað verður lættari hjá bussunum at
halda tíðirnar, nú eingin skal steðga
og gjalda fyri ferðaseðilin