Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. januar 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 2. januar 2007 17 tíðindi rðafólkum - Eg haldi at tað er gott hugskot at hava ókeypis busskoyring. - Nú hevur býráðið í øllum førum ein møguleika at vita, um fleiri fólk fáa áhuga at koyra við Bussleiðini, sigur eitt av ferðafólkunum, Hans Michael Johannesen. Ferðandi Snorri Brend Havn: Hans Michael var sjálvur eitt av ferðafólkunum við Leið 1 í morgun. Hann fór av við Markna­ gilsvegin, men koyrir annars ikki fast við bussunum hjá Bussleiðini. ­ Eg koyri soleiðis av og á, sigur hann. Sjálvur brúkar hann mest bussarnar, um hann skal í býin at gera sær onkur ørindi. Nú býráðið hevur givið borgarunum møguleikan at koyra ókeypis er ikki óhugsandi, at Hans Michael fer at koyra oftari við bussu­ num. ­ Jú, tað ætli eg mær at gera, sigur hann. Færri bilar Ætlanin hjá býráðnum við hesi ætlanini er at minka um ferðsluna gjøgnum býin. Samstundis við hetta ætl­ ar ein at fáa fólk at vísa størri áhuga fyri tí góða ferðasambandinum í býnum við teimum eyðkendu reyðu bussunum. Sjálvur dugir Hans Michael væl at síggja fleiri fyrimunir við eini slíkari skipan. ­ Tað fer eisini at síggjast aftur í ferðsluni. Tað verða helst munandi færri bilar í býnum, sigur hann. Hóskandi fráferðir Eftir verandi skipan koyra bussarnir hvønn hálva tíma til tey ávísu støðini í býnum. Onkur hevur skotið upp, at hesin títtleikin var øktur, nú henda nýggja skipanin kortini varð sett í gildi. Eitt uppskot var at lata bussarnar koyra tríggjar ferðir um tíman, heldur enn tvær ferðir. Fyri Hans Michael hevði júst hetta ikki havt so stóra ávirkan: ­ Fyri meg er tað í øllum førum hóskandi, at hann koyrir hálva hvønn tíma! Á nýggjárinum fellur gjaldið fyri at koyra við Bussleiðini í Tórshavnar kommunu burtur. Tá kann koyrast ókeypis allastaðni. Tey, sum eftir nýggjár fara at brúka bussleiðina í Tórshavnar kommunu, sleppa at ferðast ókeypis við reyðu bussunum. Býráðið hevur gjørt av, sum eina roynd, at lata allan ferðafólkaflutning vera ókeypis. Hetta fyri at fáa fleiri fólk at brúka kollektivu ferðsluna heldur enn bil. Av tí, at eingir ferðaseðlar skulu avgreiðast, verður roknað við, at bíðitíðirnar við steðgiplássini styttast, og ferðslan soleiðis verður regluligari. Treytirnar annars fyri at ferðast við bussunum vera tær somu sum higartil. Tekniska umsitingin hjá Tórshavnar kommunu arbeiðir í løtuni við at gera ein nýggjan faldara, sum greiðir nærri frá átakinum. ÓKEYPS KOYRING - Nú verða helst munandi færri bilar í býnum, sigur eitt av ferðafólkunum, Hans Michael Johannesen – Eitt gott hugskot Lítið av fólki var við teir fyrstu ókeypis túrarnar í morgun. Frægari verður, nú skúlarnir byrja aftur seinni í vikuni Nei, neyðugt er ikki longur at gjalda fyri ferðaseðilin, nú býráðið í eini royndartíð bjóðar ókeypis koyring. - Fólk skulu fáa eyguni upp fyri teirri kollektivu ferðsluni, sigur býráðið