mikudagur 3. januar 2007síða 3
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 3. januar 2007
3
Arbeiðsformaður
Í sambandi við eitt størri vegarbeiði í Tórshavn søkja vit eftir royndum
arbeiðsformanni.
Arbeiðsformaðurin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og duga at leggja arbeiðið
soleiðis til rættis, at sum mest fæst burtur úr arbeiðsmegini hjá fólki og
maskinum.
Tann, ið vit leita eftir, er
sjálvstøðugur
royndur innan veg- og lendisarbeiði (jørð- og kloakk)
nærlagdur við góðum yvirliti
dugnaligur at arbeiða í toymi
røkin
Arbeiðsformaðurin kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við byggileiðsluna.
Vit bjóða eitt gott og spennandi arbeiðsumhvørvi í einum starvi, sum er
krevjandi og mennandi fyri tann rætta persónin. Lønina tosa vit um.
Send eina umsókn, merkt arbeiðsformaður, til J & K Petersen á adressuni
niðanfyri í seinasta lagi mánadagin 8. januar 2007. Eru spurningar viðvíkjandi
starvinum skulu teir stílast til Steinolv Petersen, tel 585001..
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
•
•
•
•
•
J & K Petersen er eitt av eldstu
entreprenørvirkjunum í landinum.
Tey umleið 70 starvsfólkini, sum eru
úr øllum fakbólkum, loysa allar
anleggs- og byggiuppgávur.
Kaupthing virkar
nú eisini sum
banki í Føroyum,
og stjórin væntar,
at starvsfólkatalið
verður tvífaldað eftir
stuttari tíð
Fíggjarvirksemi
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Herfyri gjørdi íslendski
Kaupthing Bank av at stovna
bankadeild í Føroyum,
og
um
mánaðarskiftið
november-desember góð-
kendi fíggjareftirlitið í Keyp-
mannahavn umsóknina frá
bankanum um at sleppa at
reka bankavirksemi í Før-
oyum.
Stjórin í føroysku deild-
ini av Kaupthing Bank,
Peter Holm, sigur, at tað
er ein fyrimunur, at bankin
er deild av íslendska móð-
urbankanum, tí tað ger hann
nógv sterkari. Sum deild
av íslendska bankanum
hevur tann føroyska deild-
in eginpeningin hjá móður-
bankanum aftan fyri seg,
og hann liggur í dag um 30
mia. krónur.
Hóast
nýggi
bankin
er deild av útlendskum
banka, skal hann lúka allar
ásetingar og treytir, sum
fíggjareftirlitið setir bank-
um í danska ríkinum.
- Og bankin rindar skatt
í Føroyum, sigur Peter
Holm.
Hóast Kaupthing Bank
ikki hevur virkað sum
banki í Føroyum fyrr enn
nú, hevur felagið veitt fleiri
føroyskum vinnufyritøkum
fígging til íløgur ígjøgnum
íslendska
móðurbankan.
Hetta virksemið byrjaði fyri
umleið einum ári síðani, og
hesa tíðina hava føroyskar
fyritøkur lænt millum 1,4
og 1,5 mia. krónur frá
Kaupthing Bank. Millum
tær stóru fyritøkurnar, sum
hava fígging frá Kaupthing
Bank, eru Faroe Seafood,
SMS og Framherji, sum
m. a. eigur Fagraberg og
Vesturvón.
Eisini til rakstur
Sum nakað nýtt fer Kaup-
thing Bank nú eisini at veita
føroyskum vinnufyritøkum
rakstrarfígging, og júst
hetta er eitt týðandi stig fyri
virksemið, sigur stjórin.
- Vit hava saknað at
hava kontur í Føroyum,
og kundin skal kenna, at
hansara fígging er hiðani.
Hetta hevur verið tað liðið
í ketuni, sum vit hava
saknað, men nú hava vit
fingið samanum, sigur
Peter Holm.
Spurdur, um nýggi bankin
fer at leggja seg eftir at
fíggja íløgur og rakstur
hjá stórum fyritøkum ella
ávísum vinnugreinum, sig-
ur Peter Holm, at so er
ikki.
- Halda vit kundan og
hansara verkætlan vera
spennandi, og koma vit til ta
niðurstøðu, at verkætlanin
er í lagi, eru vit hugaðir
fyri at fara uppí, og vit
hava einki minstamark í
stødd ella nakra avmerking
í vinnugreinum.
Sjálvur
ivast
stjórin
í føroysku deildini hjá
Kaupthing Bank ikki í, at
tey fáa nóg mikið at gera.
Í hvussu er væntar hann,
at starvsfólkatalið, sum nú
er 20, verður tvífaldað eftir
stuttari tíð.
Nú er Kaupthing eisini banki
Peter Holm
Kaupthing fer
nú eisini at veita
føroyskum fyritøkum
rakstrarfígging