Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 2 - 3. januar 2007 tíðindi Stýrið fyri Kringvarp Føroya sett Nýggja stýrið fyri Kringvarp Føroya er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvirskipaða ábyrgd av, at ásetingarnar í kringvarpslógini verða fylgdar. FJØLMIÐLAR Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Landsstýrismaðurin í menta málum, Jógvan á Lakjuni, hevur sambært nýggju kringvarpslógini, sum kom í gildi á nýggj- árinum, til nevnt stýrið fyri Kring varp Føroya. Stýrið hjá Kring varpi- num er ovasta leiðslan á stovninum og hevur yvir- skipaða ábyrgd av, at áset- ingarnar í kringvarpslógini og aðrar fyriskipanir um virksemi stovnsins verða fylgdar. Sambært kring varps lóg- ini verða fýra limir og fýra varalimir valdir eftir til- mæli frá politisku flokk- unum, ein limur og ein varalimur verða valdir sum umboð fyri starvsfólkini í Kringvarpi Føroya, og lands stýrismaðurin í menta- málum tilnevnir tveir limir og tveir varalimir. Ymsar førleikar Eftir tilmæli frá flokkunum hevur landsstýrismaðurin valt Kristinu Samuelsen, Páll Isholm, Eyðun Joensen og Miu Pedersen. Dia Midjord er valdur sum umboð fyri starvsfólkini. Landsstýrismaðurin hevur sjálvur valt Símun Absa- lonsen og Kristu Hvanna- stein. Landsstýrismaðurin hevur sambært kring varps- lógini tilnevnt formann og næstformann fyri stýrið. Stýrislimirnir skulu, sambært lógini, samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk sam- felagsviðurskifti og ment- an, fjølmiðlar og fíggjar- og roknskaparviðurskifti. Fíggjarligur formaður Vit spurdu Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, hví hann valdi Símun Absalonsen til formann í stýrinum. Hann sigur, at tá hann sá samansetingina av nevndini, eftir at flokkarnir og kringvarpið høvdu valt síni umboð, varnaðist hann, at stýrinum vantaði ein persón við fíggjarligum førleikum. – Símun Absalonsen er granskoðari og sera dugna- ligur. Hetta er hetta orsøkin til, at eg valdi hann, sigur landsstýrismaðurin. Símun Absalonsen hevði ikki hug at práta um nýggja sessin enn, tí hann vildi bíða til nevndin hevur verið saman um einar 14 dagar. Tablett, ið lovar roykistopp lovar ov nógv Nýggja tablettin, Champix, er ikki so virkin, sum framleiðarin Pfizer vil vera við. Um tú ætlar at leggja av at roykja, er nýggja tablettin Champix langt frá nakað undur. Umframt, at útlitini fyri at tað eydnast eru vánalig, kanst tú fáa marruna av viðgerðini, sum kostar 2400 krónur. Í danska Forbrugerráðnum sigur heilsupolitiski talskvinnan Margrethe Nielsen við Ekstra Blaðið, at heilivágsídnaðurin eigur at siga allan sannleikan, tá nýggjar vørur verða sendar á marknaðin. Fáir næmingar Tá næmingarnir á Vinnuháskúlanum fóru aftur í skúla í morgun, vóru bara 16 nýggir næmingar. Av teimum ætla tíggju at læra til skipara og hinir seks til maskinmeista- ra. Seks næmingar er ikki nóg mikið til at byrja nýggjan flokk, og tí mugu teir nýggju maskinmeistaranæmingar- nir ganga saman við skiparanæmingunum í summum lærugreinum. Í øðrum greinum mugu teir ganga saman við næmingum, sum eru komnir longri. Símun Absalonsen, grannskoðari, úr Havn, er formaður í nýggja stýrinum fyri Kringvarpið Tey, sum eru tilnevnd í stýrið eru: Símun Absalonsen, grannskoðari, Tórshavn, formaður Kristina Samuelsen, løgfrøðingur, Tórshavn, næstformaður Páll Isholm, cand. mag., Syðrugøta Krista Hvannastein, námsfrøðingur, Haraldssund Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, Tórshavn Mia Pedersen, sjúkrarøktarfrøðingur, Vestmanna Dia Midjord, journalistur, Tórshavn. Durita Djurholm, HD í roknskapi, Tórshavn Jógvan Fríðriksson, prestur, Gjaranes Sigurlaug Nielsen, lærari, Vestmanna Uni Næs, prestur, Fuglafjørður Marita Dalsgaard, skúlastjóri, Glyvrar Hjørdis Háberg Petersen, avgreiðslufólk, Kollafjørður Herluf Sørensen, framleiðsluleiðari, Tórshavn Ekstra Bladet skrivar um føroyskar neyðrakettir Í Føroyum nýta tey neyðrakettir sum fýrverkarí nýggjárs- aftan, og tí er tað ikki nakað gott hugskot, at koma í havsneyð har, skrivar danska blaðið Ekstra Bladet NEYÐRAKETTIR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo “Det er ikke nogen god idé at komme i havsnød i fær- øsk farvand nytårsaften. Flere færinger bruger nød- raketter som fyrværkeri Affyring af nødraketter, der har overskredet sidste salgsdato, er så udbredt på Færøerne nytårsaften, at et fartøj, der kommer i havs- nød i færøsk farvand i tim- erne omkring årsskiftet, ikke kan forvente at få red- ningshjælp.” Tað er á portali teirra, www.eb.dk, at Ekstra Bla- det skrivar um neyðrakettir sum fýrverkarí í Føroyum nýggjársaftan. Blaðið skrivar eisini, at tað í Føroyum er vorðið meiri og meiri vanligt at brenna bál nýggjársaftan. “Foruden fyrværkeriet er det blevet mere og mere udbredt i adskillige bygder og flere steder i de større byer at tænde bål, som de omkringboende hen under aftenen samles omkring”, skrivar blaðið. Um tað at brenna bál, er nakað nýtt fyribrigdið í Føroyum fara vit at loyva okkum at ivast í, men fara vit tó at geva blaðnum rætt, tá teir spáddu um veðrið nýggjársaftan. ”Vejret er dog som altid en afgørende faktor, når det gælder udendørsaktiv- iteter på Færøerne. I år skulle vejret blive nogen- lunde uden voldsom vind og regn”, skrivaði Ekstra Bladet tann 31. desember á portali teirra, og í so máta fingu teir rætt, tí veðrið í Føroyum var frálíkt nýg- gjársaftan. Ongin tikin í Suðuroy Í farnu viku skrivaðu vit í Sosialinum um, at í Suð- uroy var eitt stórt leitiar- beiði farið í gongd, tá onkur hevði sæð eina neyð- rakett eitt kvøldið. Bæði tyrlan og Tjaldrið fóru at leita, men funnu onki, og seinni hevur tað víst seg, at rakettin varð send av landi. Hetta er ólógligt og tí arbeiðir løgreglan við at finna út av, hvør tað er, sum hevur sent hesa neyð- rakett. Enn er ongin tikin í málinum, men tá tað verð- ur, so kann viðkomandi rokna við at fáa eina rokning upp á minst 50.000 krónur, sum tað kostaði at seta stóra leitiarbeiði í gongd. m