Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. januar 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 3. januar 2007 Teir gomlu kongarnir nevndu seg altíð í fleirtal; teir søgdu “Vit” um seg sjálvan. Eg havi havt nakrar atfinn­ ingarsamar viðmerkingar til leiðsluháttin hjá Óla Jacobsen. Hetta rópar hann ágang á Fiskimannafelagið og sverting av felagnum. Lat meg sláa rimmarfast, at eg ongantíð havi niðurgjørt F. F., tað kundi ikki fallið mær inn. Og hansara seinasta yvir­ skrift lýsir sama hugmóð: ”Fiskimenn mugu fylkjast um sítt felag”. T. v. s. um Óla. Hetta er bara dømi um, at hann er grógvin fastur og sær ikki mun á sær sjálvum og F. F. Viðvíkjandi tí, eg havi skrivað, standi eg við hvørt einasta orð, hvørt komma. Eg var uttanlands, tá ið Óli Jacobsen førdi sína herferð móti Erlendi Paturssyni á sinni. Eldri fólk ringja og fortelja mær, at mín skriving er sunnudagsskúlalestur móti tí, sum Óli tá skrivaði. Serliga tjóðveldisfólk minnast hetta við beisk­ leika. Onkran dagin fari eg at leita mær út á Lands­ bókasavnið at lesa gamlar Dimmalættingar. Tað er rætt, at leirvíks­ bátarnir koyrdu kryvji­ maskinurnar í land, men tað er sanniliga eisini rætt, at føroyskir trolbátar í Eyst­ ursjónum høvdu maskinur umborð longu í 1980, og tær riggaðu stak væl. Óli og eg eru ósamdir. Eg veit, at menn arbeiða uttan løn. Óli pástendur tað mótsetta. Eg veit, at menn ofta bíða alt ov leingi eftir avrokning. Óli pástendur tað mótsetta. Menn kunnu so sjálvir avgera, hvør hev­ ur størri trúvirði. Eitt er givið: Tann, ið ikki sær eitt problem, loysir tað heldur ikki. Eg kenni alla søguna um sáttmálan hjá Atlantic Navigator. Hvat man kallar slíkt er líka mikið, men tað var ein ótrúliga lortkaslig handfaring og ein nógv verri sáttmáli. Spar meg fyri at fara í detaljur. Valsvik havi eg ikki nevnt, men eg havi sagt meg ótryggan við eina val­ skipan, har eg skal lata mína uppstilling inn til umsitingina hjá mínum mót­ kandidati, sum eisini ger vallistan og sendir atkvøðu­ seðlarnar út. Eg eri ótryggur við, at mín mótkandidatur kennir mínar stillarar. Hvør hevur stillað Óla upp? Veit nakar at siga mær tað? Tað er ódemokratiskt at nokta at upplýsa mær, nær valið byrjaði, og tað er ódemokratiskt at nokta mær limalistan, sum hann sjálvur hevur atgongd til. Eg lati upp til limirnar í F. F. at meta um tað demokratiska sinnalagið. Ein av stuðlunum hjá Erlendi Paturssyni sigur mær ironiskt nokk, at eitt av vallyftunum hjá Harra Jacobsen júst var meira demokrati. Ák ja, eg meini tað. Í staðin fyri eina sakliga viðger av málinum um nar­ kosulæknan sum hvarv á Suðuroyar Sjúkrahúsi, velur Johan Dahl at fara eftir manninum heldur enn málinum. Hesa mannagongd nýtir Johan Dahl hvørja ferð, hann kemur í ein tronga, og hetta verður so heldur ikki seinasta ferðin, vit síggja gor og gall vella upp um hálsvøl hansara, heldur enn sakligar grundgevingar fyri politiskum dugnaskapi ella ­loysi. Mín stórsti áhugi er at loysa hetta átrokandi mál fyri Suðuroyar Sjúkrahús. Hetta skylda vit tí fólki her býr, sum hevur brúk fyri teimum týdningamiklu tænastum, hetta sjúkrahús kann bjóða okkum. Grein mín um “Narkosu­ læknan sum hvarv” var tí pínliga korrekt, og tað man vera júst tað, sum nívir allarmest. Sum tingmaður gjørdist eg kunnugur um hetta mál upp til fíggjarlógarviðgerðina 2006, og skeyt tá beinan­ vegin upp at fáa viðurskiftini í rættlag. Mær vitandi hevur eingin annar viðgjørt hetta mál, hvørki fyrr ella seinni. Tá samgongan feldi málið fyri fíggjarárið 2006, bað eg í summar um ein fund á Suðuroyar Sjúkrahúsi, at viðgera átrokandi mál fyri fíggjarlógina 2007. S a m g o n g u m e n n i n i r møttu eisini á hesum fundi, og har samdust vit tann 14. august 2006 um at skriva landsstýrismanninum eini kravboð um at játta Suður­ oyar Sjúkrahúsi ein medisin­ ara, ein narkosulækna og aðrar tekniskar ábøtur. Fundurin, sum eg bað um, gekk væl, og skrivið til landsstýrismannin, sum vit allir fýra skrivaðu undir endaði soleiðis: “Vit fara við hes­um at krevja, at lands­s­týris­­ maðurin beinanvegin tekur s­tig til at útvega Suðuroyar Sjúkrahús­i frammanfyri nevndu lívs­neyðugu játt­ anir.” Krav okkara skuldu enntá fremjast við eykafíggjarlóg og í seinasta lagi á fíggjar­ lógini 2007. Eykafíggjarlóg kom eing­ in, og á fíggjarlógini frá samgonguni fyri 2007 var eingin narkosulækni. Fundarboð havi eg eingi fingið frá samgongu­ monnum, og einki havi eg hoyrt frá teimum um hvørki hetta ella onnur mál yvirhøvur. Tí var neyðugt sum eina seinastu roynd enn eina ferð at skjóta tað upp sum minniluti, men tá lupu tríggir av teimum fýra, sum høvdu sent kravboðini til landsstýrismannin, fra sínum egna kravi. Soleiðis sær tann pínligi parturin av veruleikanum út fyri Johan Dahl og hansara menn. Onnur halda hinvegin nógv størri pínu vera í, at Suðuroyar Sjúkrahús ikki er á sama tryggleikastøði í lækna­ manning síni, sum Landssj 9úkrahusið og Klaksvíkar Sjúkrahús eru tað. Tað hildu allir suðuroyar­ tingmenn í august mánaða, og tað haldi eg framvegis. Signing yvir Føroyaland Friðs­ælur máni s­kínur hátt á allra gátt glampandi s­tjørnur á himnahválvi Tindar og røðir s­o kavaklødd eins­ og brúður við s­lør og krúnu høvur á Harrans­ gleði gevur hita lat tað fas­t í minni s­ita ei køva logan lat ljós­ið lýs­a eins­ og bjartan vita Viggo Olsen 2006 byrjaði politiskt og samfelagsliga á lágum blussi, ikki minst tí kynd­ ararnir hjá Eidesgaard úti í Tinganesi hvørki tíma ella duga serliga væl at lempa. Ikki tí, nokk so nógv snakk er, men lítið sæst aftur, ómetaliga lítið. Tað er farin at ganga herviliga sótt, sum onkur kallar politikkleti og onnur politikaraleti, og hevur sóttin rakt stóran part av Føroya fólki. Fáur hugsar um politikk, og enn færri tosa um hetta, eftirhondini, sjaldsama fyribrygdið. Tí vakti tað stóran ans, tá tað frættist, at løgtings­ maðurin Torbjørn Jacobsen er farin undir at lesa til prest við lærda háskúlan í Keypmannahavn. Tað er eina mest latínið, sum stendur á skrá fyrstu tíðina. Eitt sindur av hóvastáki var um formansvalið hjá Starvsmannafelagnum. Næstformaðurin í nøkur ár, Heini Joensen, hevði hug at bjóða Gunnleivi Dalsgarð av. Fyrst fekk Heini boð um, at hann hevði ikki loyvi til at stilla upp, tí hann var í starvi hjá felagnum. Síðan fekk hann so uppstillingar­ loyvi. Gunnleivur vann tó ein óvæntað tættan dyst, og er hann tí formaður inntil februar 2009. Og so letur Norðoyatunn­ ilin upp fyri ferðsluni 28. apríl. Hátíðardagur var í Klaksvík, har bilar og fólk í túsundatali vóru á stytri og longri vitjanum. Nógv verður gjørt burtur úr í fjølmiðlunum, og vit fáa bæði søgur, staðfest­ ingar og metingar um fram­ tíðarútlitini fyri hendan partin av landinum. Sama dag, nevniliga 28. apríl vinnur Chelsea 3­0 á Manchester United og har við eisini enska meist­ araheitið annað árið á rað. Avdemokratiseringin heldur fram Politiska innihaldið í tí, sum fer fram í tinginum og samgonguni, er stutt og greitt at meta sum eitt fram hald av avdemokratiseringini og avpolitiseringini av Føroya løgtingi. Tað sær út til, at eitt av fremstu málum samgongunar er, at so lítið sum til ber av politiska virk­ seminum, skal fara fram innan tinggáttina. Alt skal viðgerast og avgerast aðra­ staðni. Í lítlum ella størri samgongum, í arbeiðs­ bólkum ella sokallaðum visiónsbólkum. Ja, alla aðra staðnis enn í tinginum ella har andstøðan hevur atgongd, skulu politisku viðgerðirnar fara fram, skulu avgerðirnar takast, ella setast út í kortið. Tað kann fatast nakað soleiðis, at alt er gott og rætt, sum andstøðan ikki er upp í á nakran hátt. Og visiónshurlivasin tek­ ur nú rættiligt dyk á seg. Løgmaður hevur ikki ikki havt annað í posanum síðan løgtingsvalið januar 2004, og tí má tað síggja út, sum okkurt reelt er aftanfyri. Visiónsarbeiðið er helst eisini ætlað sum bulurin í valstríði hansara. Tí er tað ikki sørt syndar­ ligt at hugsa sær og ikki minni, tá ein staðfestir, at alt hetta visiónsprátið er, í besta lagi, einfaldar og sjálvsagdar framskrivingar av verandi samfelagsgongd. Onkur spennandi orð eru sjálvandi feld á blað, men tey eru tíverri bert til pynt. Og tá ein so veit, at visiónsætlaninar bert eru eitt persónligt projekt hjá løgmanni sjálvum, sum onkur í alt vaksandi flokkinum av persónligum ráðgevum hevur roynt og framhaldandi royndir at pjøssa uppá. Spyrt tú ein í Fólkaflokkinum um visiónshurlivasan, so yppir viðkomandi bert øksl. Spyrt tú ein í Javnaðarflokkinum, ja, so roynir viðkomandi at síggja út, sum løgmaður ætlar okkurt. Spyrt tú ein í Sambandsflokkinum, so er svarið bert: Vit hava eina avtalu, og avtalur halda vit í Sambandsflokkinum. Nú er tað ikki sermerkt fyri bara hesa samgonguna, men ein kann ikki lata vera við at harmast um, at man ikki ger breiðar politiskar avtalur í Føroyum. Hetta tá tað snýr snýr seg um stórmál og annars mál, sum vit altíð fara at hava á skrá. So sum skúli, mentan, heilsuverk, almannaverk og kommubygna. Bert fyri at nevna nøkur dømi. Búskapurin Meðan politiska leiðslan hevur roynt at tekna búskap­ arligu myndina vakra og ljósa, hava vit fingið meira varnar og kanska eisini ávarandi meldingar frá m.ø. Búskaparrráðnum. Hesir siga m.a. at vit byggja búskaparligu veingjasløg okkara á svikaligt grundar­ lag. Teir siga, at búskapurin er ov upphitaður, og at tað almenna ikki eigur at økja um byggivirksemið. Tann nógvi peningurin, sum er komin millum hend­ ur á fólki orsaka av leys­ givnum frívirði í fastari ogn, fer fyri tað mesta til forbrúk. Soleiðis er talið fyri gjaldsjavnahallið nú um eina milliard fyri 2006. Men kanska mest álvarsligu ávaringarnar frá okkara búskaparligu vísmonnum eru um alsamt vaksandi skuldina í fiskiflotanum. Men samgongan heldur ikki nógv um tað, sum m.a. Búskaparrráðið sigur, og teir halda tí fram við at veita teimum ríki skattalætta. Kommunurnar lurta heldur ikki eftir ávaringum, og fara tær at gera íløgur í byggivirksemi komandi ár fyri eina upphædd, sum ikki er sædd áður. Altjóða samstarv Samgonga tykist vera rætti­ liga upptikin av altjóða samstarvi. Teir í Fólka­ flokkinum tosa við hvørja givna og ógvivna løtu um, at Jørgin Niclasen skal vera fyrsti føroyski uttanríkis­ Hergeir NielseN FiNNur Helmsdal daN r. PeterseN Narkosulæknin er framvegis horvin “Vi alene vide” 2006 – eitt annað ár Framhald á næstu síðu viðmerkingar 9