Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 111 - 13. juni 2007 sundalagsstevna bygging Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvalvík: Nógv bygging fer í hesum døgum fram kring alt landið. Eisini her í Hval­ vík sæst farvegurin eftir hesi menningini. Millum tvinnandi tvíhús var Jan sjálvur farin undir arbeiðið at rudda byggiøkið eitt sindur. - Vit hava nóg mikið at gera, sigur timburmeistarin, Jan Joensen. Hann rekur sjálvur byggi­ fyritøkuna JJ Bygging og hava teir arbeiði kring alt landið. - Í dag arbeiða vit her í Hvalvík, Oyri og aðrastaðni í Eysturoynni. Men vit hava annars gjørt ymisk arbeiðir í Suðuroy og í Norðoyggjum, sigur Jan við Sosialin. Beint nú eru teir 10 mans til arbeiðir. Men tá mest hev­ur verið at gjørt, hava teir verið upp í 13 mans, írokn­að komu hansara sum millum annað tekur sær av bókhaldinum. Halda tað, teir lova Meðan teir vanliga arbeiða kring alt landið, hevur ein partur av virkseminum ver­ ið konsentreraður her í stevnu­bygdini ta seinastu tíð­ina. Her vóru - ella eru - tvinn­andi tvíhús í gerð. Eftir­­spurningurin er so stór­ ur, at tey longu eru seld. Tey fyrstu tvíhúsini eru longu latin úr hondum. Fólk eru longu flutt inn í sunnaru helvtina av hesum, og tað er um tað lagið, at tey næstu fólkini kunnu flyta inn í norðaru helvtina. Beint niðanfyri hesi standa eini onnur tvíhús somu­leiðis í gerð. Ætlanin er at fáa einu helvtina av hesum lidna til ólavsøku og hina í september. - Umframt hetta fara vit undir eini tvíhús aftrat á Oyri. Vit byrja at stoypa ein av fyrstu døgunum, sigur Jan. Hóast fyritøkan hjá Jan er nýggj, hava teir frá fyrsta degi havt eitt mál: Tíðar­freist­ ­irnar skulu yvirhald­ast. - Tí royna vit ikki at lova okkum til ov nógv arbeiðir samstundis, sigur hann. Í elementum Hósdagin í farnu viku hittu vit Jan á byggiplássinum. Tá var hann í ferð við at rudda og hampa rundan um húsini. - Vit hava ruddað soleiðis, at vit kunnu slætta inn­koyr­ ingina. Tað skal jú helst vera lætt at koma til við bil­ um, sigur Jan. Tey niðaru húsini vórðu sett upp í næstseinastu viku, og nú verður so farið at gera tey klár, soleiðis at fyrstu fólkini kunnu flyta inn um hálvan annan mán­að. Húsini verða smíðað í ele­ mentum, og tí er einfaldari at seta tey upp á staðnum. Bíðað varð nú eftir tilfari til sjálva innilokanina. Meðan Jan ruddaði her, var ein annar maður og gróv omanfyri húsini, onk­ ur var í ferð við at smíða ele­ment í Havn, meðan aðr­ ir vóru í ferð við at stoypa. - So tú sært, - her er gongd í. Modernisera eitt sindur Tørvurin á bústøðum er stórur kring landið, men JJ Bygging hevur lagt seg eftir at hava sámiligar prísir fyri tvíhúsini. Hesi húsini, sum eisini hava kjallara, koma at kosta 1,2 til 1,25 mió krónur. Tá er alt íroknað, við undantaki av tapetseringini. Sniðini á tvíhúsunum kunnu skifta eitt sindur, alt eftir hvat viðskiftafólkini ynskja. Men sniðið, sum teir nú hava latið úr hondum her í Hvalvík, telist millum tey best umtóktu. Men nú ætla Jan og hansara fólk kortini at broyta sniðini nakað. - Vit fara nú at moderni­ sera tað eitt sindur. Tey næstu tvíhúsini verða tí gjørd við sløttum taki, sigur Jan. Eftir teimum bíðar arbeiði á Oyrarbakka og aðrastaðni í Eysturoynni, so einki bend­ ir á at teir verða arbeiðsleysir við tað fyrsta. - Vit behøvast í øllum førum ikki at ringja eftir kundunum, sigur Jan við einum brosi. Fólk vilja húsast í tvíhúsum Vit behøvast í øllum førum ikki at ringja eftir kundunum - Tað stendur ikki á at sleppa av við tvíhúsini, sigur Jan Joensen. Hann er í løtuni í ferð við at gera enn eini tvíhús liðug í Hvalvík Vit fara nú at modernisera tað eitt sindur. Tey næstu tvíhúsini verða tí gjørd við sløttum taki Jan Joensen, timburmeistari, sigur, at hesi tvíhúsini eru væl dámd. Hesi húsini eru longu liðug, og beint niðan fyri standa ein onnur í gerð. Tey fyrstu fólkini flyta inn til ólavsøku Mynd: Jens Kristian Vang