Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-14, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 14. juni 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 112 - 14. juni 2007 Bøkur og annað tilfar – bæði innan og uttan skúlagátt Loysunar- orðið: ……………………………………… Navn: ……………………………………………………… Bústaður: ……………………………………………… Bygd/býur: ……………………………………………… Hvønn fríggjadag er krossorðagáta í blaðnum. Drigið verður millum røttu inn­sendu loysnirnar. Vinningurin er ein bók frá Bóka­ deild Før­oya Lærarafelags ella Føroya Skúla­bóka­grunni. (Krossa av á listanum høgrumegin, hvørja tú best kundi hugs­að tær). Fyri at verða við í dráttinum um vinningin, má loys­ un­­­ar­­orðið vera okkum í hendi í seinasta lagi hós­dag­in. Vinn­­­ar­in verður saman við loystu gátuni kunn­gjørd­ur í blað­­­num fríggjadagin. Sendið loysunarorðið til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórs­ havn – og viðmerkið »Krossorðagáta nr. …« á bjálvan. Erling Hansen 477 Funningsfjørður Vinnari: Lesið føroyskt – hugsið føroyskt! Frá BÓKADEILD FØROYA LÆRARAFELAGS: 1 Okkara kokkar – Gudmund Gudmundsson 1 Grund 1 – Steinbjørn B. Jacobsen 1 Ein farri av kolvetni – Marjun Kjelnes 1 Veður og tíðindi í Føroyum 1875–2002 – Petur Skeel Jacobsen og Finnbogi Ísakson Frá FØROYA SKÚLABÓKA­GRUNNI: 1 Heimsatlas Loysnin frá seinastu viku Loysunarorðið: KINAMAÐURIN 506 GOMUL LEIĈ Ó- SKILLIG- UR ÓSEMJA SVØLGDI FLOGFAR GRAMM ELLEMAN ÓSLÆTT  HORMON RUTHEN- IUM SKOTSKIR EUROPA- VEGUR GRIKSKT J EDD MAĈUR DAGUR Í VIKU 1 VIRKA NITRO- GEN ÓGONGT MØTI OXYGEN LITUR REX EINHVØR TREFFIR SKIL 2 FORTIS- SIMO REAUMUR FAHREN- HEIT … JOHN KUWAIT KALIUM REX ÁRBÓK GAMAL FOTO- GRAFUR KLÓKI HÓRI UNGAR- ARI 3 SIRMAR URAN TRALEE FREK KIRKWALL RØNNE KZ-LEGA GAMAL (STYTT.) VOLT MYRKUR TAĈ SAMA (LATÍN) AKKERUM BJÓR NORĈ- MAĈUR U TÍĈIR TIRRI 4 SÓLGUDUR LJÓSA TÍĈIN SÝSLU- MERKI MAĈUR LUXEM- BURG 5 PILSNARI AFTUR- BØTING SKIP ÚR ROSTOCK ÚTUM ITALIA NORGE MARCUS … BEINAN VEGIN MINNIS- MERKI BÝUR Í SKÅNE KVINNA Þ HØVUĈS- STAĈUR VÍK KONSON- ANTAR LOUIS … KVINNA SNØRI MAĈUR AUSTRIA PLANTA CLYDE SVÁVUL MAĈUR FARVEL 9 (EINGILSKT) TROLARA- REIĈARÍ DONSK OYGGJ KELINAVN MAĈUR 6 KONA ADAM HJÁLJÓĈ KISS ME .. IBSEN KVINNA 7 ALU- MINIUM ROMARTAL KUMPASS- KÓS CENTRINI TRÆ KELVIN OVAST Á BRØVUM KVINNA ÓVISSAN OXYGEN GIGA- METUR TEKNO- LOGI VILL NATRIUM PORTU- GISARI SIEMENS NULL SVØRÍKI URAN VØKST- URIN ALFA 8 KØLI- TANGA- SKIPAN KVINNU- RÚM LOS ANGELES K A L D B A K S F J Ø R Ď U R PA T O S K Ó Ó R Á Ď A A L A M B A F E L L I Ď D N EL B B A N J O G I L E A D A K U R R U N G I N I R A N I M E U K Á N I R N A R E N I V A S O M A O G N S A N D U R P A R I L L S 505 K A I K A P P A R F A R T N Á B O B T I P S I L E A I L T E A K T A Ď I K NE H T E I N I S Ď I L A J K A V I T S T Á R R S J Ó N L E I K U R A R M I RE K V N K R Í M N Í V A N O R Ď A N A K K E R I N U M KROSSORÐ 506 Talan er um yvirtekning Tá Føroya Banki valdi at steðga fyri útboðnum av partabrøvum til íleggjarar undir 2 milliónir í kursvirði, so tað tað orsakað av yvirtekning. Tað váttar Jacob Fink, ráðgevi hjá bankanum PARTABRØV Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var longu framman und­ an gjørt øllum greitt í pro­ spektinum, at gjørdist talan um yvirtekning, fór útboðið til smærru íleggjararnar at steðga mikudagin klokkan 16. Og tað var júst tað, sum hendi. At talan so var um yvir­ tekning lá sjálvandi í luftini, og hetta váttar Jacob Fink eisini fyri Sosialinum. - Eg kann av góðum grund­ um ikki siga nágreini­liga, hvussu nógv yvir­tekn­að er, tí eg kenni ikki enda­ligu tølini. Men sjálvt um eg hevði kent hesi, hevði eg ikki kunna avdúka tey kortini. Eg kann tó siga so mikið, at talan er um eina munandi yvirtekning, sigur Jacob Fink frá svenska Handelsbanken, sum er fremsti ráðgevi hjá Føroya Banka í sambandi við søluna av partabrøvunum. Tað var týðiligt longu mána­­morgunin, tá parta­ brøvini alment vórðu sett til sølu, at áhugin var ógvuliga stórur at ogna sær lut í Før­ oya Banka. Og sum nevnt var kvotan hjá smáu íleggj­ arunum longu uppi eftir trimum døgum. Tað merkir, at fólk í minsta lagi vilja seta 250 milliónir í bankan. Og tá so talan er um eina »mun­ andi« yvir­tekning, sum Jacob Fink málber seg, kann roknast við, at føroyingar vilja gera íløgur í bankan fyri millum 300 og 500 milliónir krónur. Ofta hevur verið nevnt sum dømi, at um tú teknar teg fyri 200.000 krónum, og yvirtekningin verður 100%, so fær tú alt annað líka parta­ brøv fyri 100.000 krónur. Tað er væl hugsandi, at hesi tøl ikki púrastani eru tikin úr leysum lofti. Áhugi millum teir stóru Ein kann so spyrja seg sjálvan, hví útboðið til størru íleggjararnar ikki eisini steðgaði mikudagin klokkan 16. Er tað tí, at stóru íleggj­ ararnir ikki hava eins stóran áhuga fyri bank­anum sum teir smáu? Nei, ikki sambært Jacob Fink. - Í sambandi við søluna av partabrøvum í Føroya Banka hava Janus Petersen og Sune Schwartz Jacobsen verið runt um í Europa at hava fundir við møguligar íleggjarar, og henda rund­ferð endar faktisk ikki fyrr enn týsdagin. Tað vildi tí verið púra ábygrdar­ leyst at steðga útboðnum, áðrenn allir teir, sum fundur er avtalaður við, hava havt møguleika at bjóða, sigur Jacob Fink. Men tað er í heila tikið traditión fyri, at lata út­­boðs­ freistina renna út í sambandi við størru íleggj­arar, tá talan er um útboð av partabrøvum. Sakin er jú tann, at íleggjarar hava møguleika at bjóða upp á partabrøvini til ein ávísan kurs innan tær kursrammur, ið settar eru til søluna. Tað er eisini hesi boð til ávísar kursir, sum í síðsta enda fara av avgera endaliga kursin á partabrøvunum. Og Jacob Fink leggur eis­ ini dent á, at hóast útboðið til størru íleggjararnar er galdandi alt útboðsskeiðið, tað vil siga fram til 19. juni, so er hetta als ikki nakað tekin um, at eingin áhugi er, líka lítið sum tað einki sigur um, hvørt talan her eisini er um eina yvirtekning ella ikki Ráðgevin hjá Føroya Banka í sambandi við søl­una av partabrøvum váttar har­ afturímóti, at áhugin millum størru íleggjararnar er eins stórur sum roknað var við framman undan. Nú er so lítið annað at gera enn at bíða, til 19. juni er farin aftur um, tí tástaðni fæst nærri at vita, hvussu endaligi áhugin millum størru íleggjararnar hevur verið. Sune Schwartz Jacobsen og Janus Petersen eru í hesum døgum á rundferð í Europa at leggja fram prospektið í sambandi við sølu av 66% av partabrøvunum í Føroya Banka Mynd: Jens Kristian Vang