fríggjadagur 15. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
Klumman
umborð
Nr. 113 • 15. juni 2007
Hvat heldur tú
um Føroyar,
Bill?
Summarið er í hondum.
Túsundtals ferðafólk vitja
Føroyar. Vit spyrja okkum
sjálvi, hvussu fáa vit hesi
at leggja mest møguligan
pening eftir seg? Hvussu
selja vit okkum best? Í hesum
sambandi tosar onkur um, at
vit mugu menna eitt “brand”,
sum øll kunnu knýta saman
við Føroyar. Júst sum danir
hava hasa hálvnaknu damuna
við stertinum, og franskmenn
hatta spíska tornið. Frálík
hugskot, eingin ivi um tað!
Men hvat við at fáa annað
enn fíggjarligt avkast og
umrøðu úti í heimi burtur úr
hesum góðu ferðafólkum?
Hvat við at spyrja ein annan
spurning enn: “Hvat heldur
tú um Føroyar?” Flestu teirra,
sum koma henda vegin,
eru fólk, sum vilja uppliva
heimin, royna okkurt nýtt og
okkurt øðrvísi. Øll eru tey
ymisk í sinn og skinn, aldri
og uppruna. Men heldur
enn at uppliva tey og læra
av teirra royndum, vilja vit
hvørja ferð uppliva okkum
sjálvi í gjøgnum tey, soleiðis
at vit enn einaferð kunnu
ásanna orðini, Jenis av Rana
segði undir viðgerðini av
grein 266b, um at Føroyar
eru tað nærmasta, vit koma
Paradis á jørð. Tí spyrja vit:
“Hvat heldur tú um Føroyar?”
Ein fullkomiliga óbrúkiligur
spurningur, tá hugsað verður
um, hvat annað vit kundu
fingið burtur úr hesum
spennandi fólkum. Hví spyrja
vit ikki, hvussu virða tit
fólkaræðið? Hvussu er við
javnstøðu? Hvussu fyribyrgja
tit rasismu? Hvussu skapa
tit virðiligar umstøður fyri
listafólk? Í hesum túsundtals
ferðandi eru óteljandi
íblástrarkeldur, sum kunnu
nýtast til at skapa einar
betri Føroyar fyri øll – eisini
teimum ferðandi. Men vit
spyrja heldur, hvat heldur tú
um Føroyar?
- Teir gomlu søgdu, at
fært tú bæði stóran og
smáan fisk, er hetta eitt
gott tekin. Í løtuni fæst
toskur í øllum støddum,
men nøgdirnar eru ikki
so stórar. Teir gomlu
søgdu eisini, at toskurin
tók ikki botnin aftur, fyrr
enn tað fór at myrkja,
sigur Rúni Poulsen,
útróðarmaður
Útróðrarbáturin Tóra í Nólsoy
loysti klokkan um 07.30-tíðina
mikumorgunin. Kósin varð sett
á leiðirnar vestur úr Trøllhøvda.
Tveir mans á bátinum, Rúni
Poulsen og Marnar á Skúr. Teir
høvdu 25 stampar við.
Seint mikukvøldið ringdu vit til
Rúna, sum eigur bátin saman við
bróðuri sínum, Bárði.
– Rúni er ikki komin til hús
enn, men teir eru komnir aftur at
landi. Eg kann biðja hann ringja,
sigur Ivy, sum býr saman við
útróðrarmanninum.
Tey hava bygt nýggj hús í
Nólsoy.
Løtu seinni ringir Rúni.
– Veiðan er stívliga 3.000 pund,
400 pund toskur, restin er hýsa og
góður hvítingur.
Hetta er fyrsti túrurin, Tóra er á
hvítingi í ár.
Prísirnir fyri hvíting eru
skiftandi.
– 10 krónur fyri kilo er hampi
ligt, hitt dugir ikki.
Útróðrarmaðurin er nøgdur við
hendan túrin, men misjavnt er,
hvussu gongur.
– Vit vóru ein annan túr vestur
úr Nípubakkanum herfyri, settu
og drógu 30 stampar á 70-80
favna dýpi. Veiðan var vánalig.
Tað nógva var bara skrambul.
Bummtúrur.
Men tað var ikki av ongum,
at teir enn einaferð vildu royna
leiðina úr Nípubakkanum. Ein túr
fyri nøkrum árum síðan fingu teir
nógvan kalva á hesi leið, men tað
hevur ongantíð eydnast aftur.
Tóra hevur annars
fingið fleiri fittar kalva
spraggur og onkran
hampiligan kalva ymsa
staðni í summar.
– Ein dagin herfyri
fingu vit 8, ein annan
dagin 12. Tað kvinkar um
prísin. Eg haldi, at tað
hevur verið heldur meira
av kalva seinastu trý
árini.
Brøðurnir keyptu
útróðrarbátin 12. mars ár 2000,
ein AWI 33, sum teir seinnu
longdu upp í 38 føtur.
– Vit fingu okkum eisini
slengrikjølar. Haraftrat hava vit
fingið okkum eina presending í
øðrum borðinum. Nú er onnur
bátssíðan meira at kalla inni
lokað.
Leingjanin og slengrikjølarnir
broyttu bátin nógv.
– Presendingin ger stóran mun,
tá veðrið er illfýsið. Hon er eisini
góð móti rulli, tí hon stabiliserar
bátin.
Rúni sigur, at bert í tveimum
førum er hon kanska ein lítil
vansi. Tað er, tá lagt verður at
– ella lagt verður frá landi í vindi,
og tá ið drigið verður undan; tá
hevur báturin hug at fella í annað
borðið. Fyrimunirnir eru tó nógv
fleiri enn vansarnir.
Tað man vera á fáum útróðrar
bátum, at menn skiftast um at
verða umborð og í landi, men
hesa skipan hava brøðurnir um
borð á Tóru.
– Tríggir mans eru knýttir at
bátinum, tveir umborð og ein í
landi. Eg og Bárður skiftast um at
verða umborð. Tann, sum ikki er
við, skipar fyri í skúrinum. Vanliga
er annar umborð nakrar fylgjandi
dagar í senn.
Hevur tað gingið trupult hjá
øðrum, kann vera skilagott at lata
hin sleppa framat.
– Tú kanst eisini koyra troyttur,
tá tað gongur minni væl, og tá
kann vera skilagott at skifta.
Ofta gerst tú tvørur, tá tú gerst
troyttur, sigur hann.
Rúni Poulsen fór ungur til skips.
Hann byrjaði í 8. flokki í Havn
eftir loknan barnaskúla í Nólsoy,
men gekk bara til jólar.
– Sjógvurin dró. Pápi førdi
Kapilsund, sum var ein “skittari”,
og eg vildi sleppa til skips.
Hann var við Kapilsund, til hann
fór í smiðjulæru á Tórshavnar
Skipasmiðju sum knappliga 19
ára gamal. Hin 1. november í
1986 var hann liðugur at læra.
– Eg tímdi ikki at læra meira,
men vildi sleppa útaftur at fiska.
Rúni var við rækjutrolaranum
Ran frá tí, at Agga í Garðastovu
og Johan Godtfred keyptu skipið,
til hann í 1994 fór til Danmarkar
at royna eydnuna.
– Eg var fyrst við einum
báti, sum trolaði eftir ymiskum
fiskasløgum og hummara, men
tey nógvu árini – seks í tali – var
eg við 20-tonsaranum Søren
Kanne úr Grenaa. Hetta vóru góð
ár, har vit tjentu væl. Trolbáturin
hevði loyvi at fiska alt árið og øll
fiskasløg. Vit royndu við troli og
seldu veiðina á fiskamarknaðum
– alt eftir á hvørjum leiðum, vit
royndu. Onkuntíð seldu vit til
ávísar keyparar.
Rúni sigur, at um veturin
royndu teir mest í Kattegat,
og tá summarið byrjaði at
koma, fóru teir norðureftir móti
Oslofjørðinum. Síðan fóru teir
runt um Skagen og í vesturhavið
á leiðirnar úti fyri Esbjerg. Út
á heystið fóru teir so innaftur í
Kattegat.
– Vit veiddu øll møgulig fiska
sløg, eins og hummarið var ein
týðandi partur av veiðini.
Tveir og tríggir mans vóru við
Søren Kanne í senn, og hvør túrur
vardi í mesta lagi einar fimm
dagar. Tá var báturin sum oftast
fullur.
Vit spurdu eisini Rúna, hvat
honum dámar lívið sum útróð
rarmaður, nú hann og bróðurin
hava róð út á egnum kjøli í nøkur
ár.
– Hetta líkist faktist eitt sindur
tí, eg gjørdi í Danmark, hóast
Søren Kanne var trolbátur. Púra
erligt! Eg tími einki annað enn at
rógva út. Hetta verður helst tað,
fyribils. Lívið sum útróðrarmaður
kann vera strævið, ikki minst
ein slíkan vetur sum seinasta, tá
veðrið royndist bedrøviligt.
Rúna dámar lítið, nú róð verður
uppundir, at útróðrarbátar við línu
kanska skulu út um 3 fjórðingar, tí
toskurin skal vera so illa fyri.
– Eg og bróður munnu teljast
millum yngstu útróðrarmenn í
dag, og sum árini ganga, fara
nógvir at fella frá. Tí síggi eg
ikki vinnuliga útróðurin sum tann
stóra trupulleikan. Heldur áttu
myndugleikarnir at skert tann
partin av útróðrarflotanum, sum
verður rikin av monnum, ið hava
annað arbeiði.
Hann ivast onga løtu í, at
menn, sum hava góðar skips
kjansir og leggja seg heima at
rógva út í síni frítíð eins og fólk í
almennum størvum, fiska í minsta
lagi helmingin av teirri veiði, sum
tikin verður á innastu leiðunum.
– Tað er so galið, at vit, sum
rógva út alt árið, tíma slett ikki
á Norðhavið um várarnar longur,
tí har eru í stóran mun menn,
sum leggja seg heima at rógva
út og vænta sær góðan fong upp
á lutfalsliga stutta tíð. Hetta er
órógvandi.
Hann heldur, at menn, sum ikki
eru fulltíðar útróðrarmenn, áttu at
fingið eina lutfalsliga lítla kvotu,
sum teir kundu selt.
Spurdur, hvussu hann heldur
útlitini vera við toskinum, vísir
Rúni til tað, sum teir gomlu
plagdu at siga. Teir hildu nevni
liga, at fært tú bæði stóran og
smáan fisk í senn, er hetta eitt
gott tekin.
– Í løtuni fæst toskur í øllum
støddum, men nøgdirnar eru ikki
so stórar. Hetta er ring fiskitíð við
línu. Teir gomlu søgdu eisini, at
toskurin tók ikki botnin aftur, fyrr
enn tað fór at myrkja, sigur Rúni
Poulsen, útróðarmaður.
Latið útróðarmenn
veiða útróðrarfiskin
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Menn, sum rógva út í síni frítíð, fiska í
minsta lagi helmingin av teirri veiði, sum
tikin verður á innastu leiðunum, heldur
Rúni Poulsen Mynd: Leo Poulsen
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo