Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 • 15. juni 2007 Vikuskifti 6 Ein kvinnurødd úr Vágunum er at hoyra, tá ið útvarpssendingin 15 tær bestu er í luftini. Mongu árini, síðani hittlistasendingin kom á skránni, hava tað fyri tað allarmesta verið mannfólk, ið hava verið vertur í sendingini. Men síðani apríl mánað hevur 24 ára gamla Hjørdis Gudmundsen úr Sandavági stílað fyri 15 teim­ um bestu. Hon var mest sum tveitt út í tað, tá ið undanfarni verturin fór til skips. – Tummas, sum hevði send­ ingina, er systkinabarn hjá mær, og hann spurdi meg einaferð, um eg ikki kundi taka yvir, tí hann skuldi til Grønlands at sigla. Fyrst segði eg nei, men tá hann spurdi meg aftur, og eingin annar var at taka við beint tá, segði eg ja, greiðir Hjørdis frá. – Eg helt ikki, at eg fór at tora av hava sendingina og skula tosa til øll í Útvarpinum, men nú eri eg glað fyri, at eg tók av, sigur hon. Hjørdis hevur nakað av roynd­ um frá miðlaarbeiði, tí eitt skifti starvaðist hon á Rás 2. Tað eru longu fleiri ár síðani, og nú er hon í læru á Fútaskrivstovuni í Havn. Trupul byrjan Hjørdis Gudmundsen var alt ann­að enn trygg við støðuna, tá ið hon skuldi skipað fyri fyrstu sendingunum. – Eg var líkasum bara tveitt út í tað, og eg tordi illa í fyrstuni. Tað er ringt at skula tosa í mikrofon, og enn verri at hoyra seg sjálva aftaná. Eg læs nógvar feilir, og tað var ikki altíð so stuttligt, at ein teknikari skuldi hoyra alt og skuldi klippa tað til. – Eg var nokk so smæðin at byrja við, men tað er blivið betur hesar báðar mánaðirnar, eg havi havt sendingina. Sendingin verður tikin upp og klipt, beint áðrenn hon fer í luftina leygarkvøld, og enn hevur Hjørdis ikki ætlanir um at senda beinleiðis, hóast onkur róð fram undir, at tað skuldi hon gjørt. – Eg skal líka venja meg meira við at hava sendingina og blíva tryggari við alt, áðrenn eg fari at senda beinleiðis, sigur hon. Fylgir betur við Hjørdis hevur havt áhuga fyri tónleiki og hevur lurtað nógv eftir nýggjum tónleiki, men síðani hon gjørdist vertur í 15 teimum bestu, hevur hon tó verið noydd at gera enn meira við at lurta eftir tónleiki. – Mær dámar væl nýggjan tónleik, og eg havi altíð lurtað nógv eftir tónleiki. Nú fylgi eg meira við, hvat er frammi ella er á veg fram. Eg hyggi eftir hitlistum uttanlands og lurti eisini nógv eftir teimum fløgunum við hittónleiki, sum Útvarpið fær, sigur hon. – Eg fái eisini góða hjálp frá teimum, sum lurta eftir send­ ingini, tá ið eg skal velja eykaløg til 15 tær bestu. Nógv senda uppskot inn, og so royni eg at finna fram til, hvat riggar til sendingina. Við hvørt velji eg eisini onkran sang, sum eg veit er á veg fram aðrastaðni. Tað er blivið betur Tað eru farnir tveir mánaðir, síð­ ani Hjørdis Gudmundsen fyrstu ferð fór í luftina við 15 teimum bestu, og hon er farin at trívast alsamt betur sum útvarpsvertur. – Tað var ringt at byrja við, men nú havi eg vant meg meira við at gera sendingina, og eg haldi eisini, at hon er blivin betur nú, enn hon var fyrstu ferðirnar. Eg lurti altíð eftir sendingini, tá hon verður send leygarkvøld, so at eg kann læra av tí, sum eg havi gjørt gott ella minni gott. Tað er ikki so flóvisligt at hoyra sendingina í Útvarpinum, tí tá er hon liðug, og eg eri ofta saman við nógvum fólki, tá hon verður send. – Eg stúrdi nógv fyri at gera sendingina í fyrstuni, men nú er tað blivið meira stuttligt at gera Hjørdis um veðrið Eg elski sól og hita. Eg var í Australia í eitt hálvt ár, og har var sól allatíðina. Tað var besta tíðin í lívinum. Eg búgvi kanska ikki í rætta landinum, men seinasta tíðin hevur ikki verið so galin. Hevði tað bara verið eitt sindur meira sól og eitt sindur heitari í Føroyum, so var tað fínt. … um kaffi Eg drekki ikki kaffi, tí mær dámar tað ikki. Eg vil gjarna dáma kaffi, tí eg elski luktin av kaffi, men eg fái tað bara ikki niður um. Eg havi roynt at vant meg við tað, men tað gongur ikki. Eg kann gott finna uppá at gera eina kannu av kaffi, tí eg haldi, at tað luktar so væl. Kvinnan á tónatindinum – Eg helt ikki, at eg fór at tora av hava sendingina, men nú eri eg glað fyri, at eg tók av, sigur Hjørdis Gudmundsen, sum seinastu tveir mánaðirnar hevur verið vertur fyri væl umtóktu útvarpssendingina 15 tær bestu Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo