fríggjadagur 15. juni 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti 19
Stásiligu arkitektteknaðu húsini eru í
serflokki til útsjónd, møguleikar og dygd,
og hvussu væl tey standa fyri.
Fyrsta fatanin
Longu tá tú nærkast húsunum, fært tú
eina góða kenslu í búkin. Hetta er nakað
heilt serligt. Tu fært tað ikki at bera til,
at eini so nýggj hús standa so væl fyri
so nær miðbýnum. Arkitektururin er
tignarligur og presentabul, men eisini
eitt sindur fremmandakendur.
Stílur og snið
Sjálvt um húsini standa í býarumhvørvi
er opið, frítt og frískligt, og her kanst
tú anda frítt bæði inni og úti. Tú kennir
teg ikki innilæstan, tí her er albogarúm
og møguleikar at virka og liva. Stílurin
er ungur, ljósur og opin, men eisini
stásiligur, hugnaligur og fjálgur.
Inni og úti
Í hugnaliga alrúminum / stovuni er
brenniovnur, ið er bygdur inn, so hann
eisini kann brúkast sum peis. Lætt
er at koma út og inn. Tú kanst ganga
beinleiðis út á svalan / terassuna og
njóta útsýnið, hugnaliga umhvørvið og
hvønn sólargeisla úr erva.
Kjallarin
Í kjallaranum er alt klárt innrætta og
góðir møguleikar at gera liðugt. Har eru
alskyns møguleikar fyri, at tú kanst seta
tín dám á liviumstøðurnar og skapa tær
júst teir bústaðarkarmarnar, ið tú vilt
hava.
Garagan
Kemur tú til húsini, kanst tú fjarstýra
sjálvvirkandi portrinum og koyra bilin
heilt inn í húsini og ganga beinleiðis
longur inn. Har er eisini góður hjallur og
vaskirúm.
Urtagarðurin
Uttan er alt gjørt liðugt og sera snotiligt.
Urtagarðurin hevur reinar linjur og er
stílfullur, og møguleikarnir fyri at fara
víðari við at velta, planta og sáa eru
sera góðir. Allir karmarnir eru longu
skaptir, so tú kanst fara víðari.
Umhvørvið
Húsini standa í miðbýarøki í vøkrum,
veðurgóðum og friðarligum umhvørvi við
blindan veg og hava góðan sólargang og
gott útsýni. Heilt stutt er til viðarlund,
skúla, dagstovn, busssamband, miðbý
og handilsøki.
Snotilig hús í vøkrum umhvørvi
í miðbýnum í Havn
Fakta
Húsini – Varðabú 8, Tórshavn – eru
í 2 hæddum – hvør á 155 fermetrar
– í alt 310 fermetrar. Grundøkið
er 518 fermetrar. Byggiár: 1997.
Í erva er inngongd, durur, gongd,
baðirúm, hjúnarrúm, 2 kømur,
bryggers við egnari inngongd og
niðurgongd til niðaru hædd, køkur
/ alrúm / borðsstova, stova, hugna-
og sjónvarpsstova við brenniovni
/ peis og útgongd til svala. Í neðra
eru 2 inngongdir, hjallur, vaskirúm,
garaga við sjálvvirkandi hurð og stórt
kjallararúm, ið er klárt at innrætta
til bústað. Húsini verða seld, um
hóskandi boð fæst. Meira fæst at
vita hjá Inni – tel. 354200 ella á
heimasíðuni www.inni.fo