fríggjadagur 15. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 • 15. juni 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Kirkjukjallari til
ymisk endamál
Fuglafjørður: 2. hvítusunnudag
varð kjallarin í Fuglafjarðar kirkju
tikin alment í nýtslu. Í hesum
sambandi bjóðaði kirkjuráðið
øllum kirkjufólkinum til døgurða á
hesum staði. Kjallarin hevur staðið
tómur síðani 1984, tá kirkjan varð
vígd. Ætlanin er nú at brúka hann
til ymisk endamál, millum annað
konfirmantalestur. Arbeitt verður
haraftrat við einum kirkjusavni við
lutum frá gomlu kirkjuni. Arbeiðið
hevur kostað umleið 4 mió krónur.
Kunnu nú víga
pør í Oasuni
Hoyvík: Í farna mánaði fekk
samkoman myndugleika at
skipa fyri brúðarvígslum. Hesin
myndugleikin varð givin teimum
úr danska kirkjumálaráðnum,
og er tað ein av elstunum í
samkomuni, Hendrik Olsen, sum
hevur fingið hesa heimildina. Sagt
varð samstundis frá ymiskum
reglum, fyriskipanum og skyldum,
sum samkoman hevur mótvegis
teimum, sum ætla at lata seg víga
her, m.a. at minst annar parturin
skal hoyra til Oasuna.
Stórar bólkar
heldur enn
gudstænastur
Bergen: Norkirken í næststørsta
býnum í Noregi, fer nú at minka
um talið á felags gudstænastum
sínum. Ístaðin verður kirkjuliðið
býtt upp í smærri felagsskapir við
30-50 fólkum í hvørjum. Endamálið
er at røkka longur út. Orsøkin til
hetta óvanliga stigið er, at kirkjan
skal høvuðsumvælast komandi ár,
og tí var neyðugt at finna einhvørja
loysn. Hetta gav leiðsluni eitt høvi
at hugsa nýtt, og hetta verður nú
sett í verk.
Nærkast til
fyrstu summar
legurnar
Heimamissiónin: Skúlarnir hava
ikki meiri enn fingið summarfrí,
tá fyrstu summarlegurnar hjá
Heimamissiónini byrja. Lagt verður
til brots hósdagin 28. juni við
tveimum legum - einari barnalegu
í Leguhúsinum í Nesvík og einari
í Sørvági. Íalt verður skipað
fyri 12 legum í summar - seks
barnalegum, trimum juniorlegum,
eini familjulegu og tveimum
ungdómslegum. Sløk 500 børn eru
longu teknað til legurnar.
Alt ber Guds
merki
”Og Guð leit at øllum, sum
hann hevði gjørt, og sí, tað
var sera gott”.
1. Mósebók. 1, 31.
Gjøgnum alla skapanarsøguna
hoyra vit hendan tankan.
Eftir at hvør nýggjur lutur er
skapaður, sá Guð, at alt var
gott, ið hann hevði gjørt. At
enda stendur tað so, at alt
samalt var sera gott.
Men tað er væl skiljandi, tí
tað kann ikki koma annað enn
gott frá Guðs hond. Hin góði
Guð kann bara gera góðar lutir.
Tað má natúrliga bera merki av
honum, sum hevur gjørt tað.
Tað er løgnari, at tað
yvirhøvur í tí heimi, sum Guð
hevur skapað, er nakað, ið ikki
er gott. Men av tí slagnum
yður tað av. Heimurin er, hvat
tí viðvíkur, farin av lagi, so at
tað skal trúgv til fyri at síggja,
at hann hevur nakað við Guð
at gera. So nógv liggur í sori.
Heimurin er vorðin spiltur av
brúki. Tað er greitt, at Guð
kann ikki hava skyldina í, at
tað stendur so illa til við tí
heimi, hann hevur skapað; tað
má vera okkara skyld. Hetta
kemst av, at vit eru sloppin at
fonglast við lutirnar. Vit sluppu
at vera harrar yvir lutunum,
men gloymdu, at Guð sjálvur
skuldi vera Harri yvir okkum.
Tey, sum ikki vilja at nakar skal
ráða yvir teimum, duga ikki at
ráða yvir øðrum.
Skal tað verða betri við
heiminum og við lutunum í
okkara egna lívi, kann tað bara
henda við, at Guð aftur gerst
Harri yvir øllum, ið hann hevur
skapað, og at vit gerast nóg lítil
at vilja tæna honum við øllum
tí, hann hevur litið okkum til.
orðið
Hesa vikuna:
John S.
Myllhamar
Tey ungu í samkomuni
Oasuni ætla ikki at
ganga fyri einki á
ólavsøku í ár. Tey
skipa snøgt sagt fyri
eini ungdómslegu við
innihaldi og sum fer at
vara alla ólavsøkuna
Hoyvík: - Vit hava leingi droymt
um, at ting skulu henda millum
ungdómin í Føroyum. Okkara
ynski er, at veruligt lív kemur í
ungdómin, siga tveir av ungu
monnunum í samkomuni, Trygvi
Dam og Jóhannes Arge.
Út frá hesum hava teir, og
fólk úr øðrum samkomum, í eina
tíð arbeitt við ætlanini um at
skipa fyri eini ungdómslegu á
tjóðarhátíð okkara.
Tey vóna, at henda fyrsta
summarlegan kann gerast
byrjanin til eina nýggja tíð her á
landi.
Her er kortini ikki talan um eina
vanliga summarlegu, men eina
legu har dentur verður lagdur á
evangelisering.
Undirvíst verður um dagin
í evangelisering, forbøn og í
lovsangi, og síðani verður farið
oman í býin at evangelisera
við dansi, drama og øðrum fyri
ólavsøkufólkinum.
Legan verður hildin í Badminton
høllini, og verður vónað at hetta
kann gerast eitt afturvendandi
tiltak.
Nýtt ættarlið
Ynskið hjá teimum ungu í sam
komuni Oasuni er at fáa samband
við nógv fólk á Havnargøtum
hesar dagarnar.
- Vit ynskja veruliga, at fólk
skulu verða frelst, siga teir.
Ætlanin er at skipa soleiðis
fyri, at mong ung koma saman í
Badmintonhøllini um kvøldarnar,
har skipað verður fyri einum
stórum tiltaki við lovsangi, dansi
og drama fyri ungdóm og við
ungdómi.
Vónirnar við hesum tiltakinum
er, at tað skal gerast byrjanin til
eitt nýtt ungdómsættarlið við eini
nýggjari Jesus-mentan.
- Vónandi er hetta eitt tiltak, ið
rakar hjartað hjá nógvum fólki,
tí vit hava brúk fyri øllum góðum
kreftum hesar dagarnar, siga teir
báðir, Trygvi og Jóhannes.
Prædikan hjá presti og
tónleikurin undir
gudstænastuni fellur í
betri jørð hjá nógv
fleiri ungum í donsku
fríkirkjunum, enn í
fólkakirkjuni
Kirkjur: Donsku fríkirkjurnar
eru munandi betri enn fólkja
kirkjan at vekja íðinskap fyri
gudstænastunum.
Hetta vísir ein nýggj kanning
frá Center for Ungdomsstudier
og Religionspædagogik um hvørji
virði og holdningar tey 13-16 ára
gomlu hava.
– Tey ungu í fríkirkjunum eru
glaðari fyri teirra kirkju enn tey
ungu í fólkakirkjuni, staðfestir
Søren Østergaard, sum hevur
staðið fyri kanningini.
90% av teimum ungu í fríkirkj
unum halda, at tað er gott at
syngja undir gudstænastuni,
meðan samsvarandi tal í fólka
kirkjuni einans er 70%. Níggju av
tíggju ungum í fríkirkjunum eru
eisini nøgd við tónleikin, meðan
bert seks av tíggju í fólkakirkjuni
eru tað. Her ynskir eisini helm
ingurin, at tónleikastílurin í
fólkakirkjuni verður broyttur.
Hesin munurin er, sambært
kanningarfólkunum at finna í tí,
at fríkirkjurnar hava góðar royndir
við at fáa nútíðar tónleikastílir við
í gudstænasturnar.
Eitt er tónleikurin. Annað
er prædikan, sum tey ungu í
fríkirkjunum eru fegin um. Sjey
av 10 siga, at tey kunnu brúka
prædikuna hjá prestinum til
nakað í gerandisdegnum, meðan
bert helvtin av teimum ungu
í fólkakirkjuni kunnu siga tað
sama.
Ein teirra, ið hevur arbeitt
við at skipa gudstænastur fyri
tannáringar í Baptistkirkjuni í
Aalborg, Dorthe Gjerrild sigur,
at neyðugt er at skipa fyri
felagsskapi millum tey ungu.
– Virksemið er ikki tað týdn
ingarmesta. Eg trúgvi uppá
felagsskapin, ikki eina góða skrá.
Tí arbeiða vit nógv við at fáa
tey ungu at føla seg vælkomnan
í okkara kirkju, sigur hon við
Kristelig Dagblad.
Hóast hetta vísir tað seg, at
fríkirkjurnar og aðrir barna- og
ungdómsfelagsskapir missa limir.
Tað tykist trupult at halda fast við
áhuga teirra yvir longri tíðarskeið.
Byrja eina nýggja
ungdómsmentan
Ung úr fríkirkjunum mest nøgd
Tey ungu í Oasuni eru virkin. Nú ætla tey at byrja eina nýggja Jesus-mentan