Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 113 - 15. juni 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Sunnudagin 17. juni verður Jógvan Arge í Havn 60 ár. Jógvan man eiga eina ta kendastu røddina í landinum. Hann hevur verið útvarpsmaður síðani 1970, og nú er hann eisini vara­borg­ar­ stjóri í Tórshavnar kommunu. Jógvan er havnarmaður. Foreldrini eru Petra fødd Gregersen (1922) og ættað úr Syðrugøtu, og Niels Juel Arge (1920-1995), fyrrverandi út­varps­­stjóri, sum var havnarmaður. Ovarlaga á Tinghúsvegnum – yvir av gomlu telegrafstøðini - var barna­ heimið hjá Jógvani, sum er næstelstur av fimm systkjum. Børnini hjá Petru og Niels Juel eru: Jórun Arge (1946), Jógvan (1947), Ólavur (1949), Suffía Eliasen (1951) og Magni (1959). Tey búgva øll í høvuðsstaðnum. Abbin á faðirsíðuni var Óli Arge, Bil-Óli, sum var ættaður av Argjum, og omman var Malla, sum var ættað úr Vestmanna. Á móðursíðuni var omman Suffía og abbin Jógvan Elias. Tey vóru bæði úr Syðrugøtu, og í dreingja­ár­un­ um var Jógvan nógv í Gøtu. Eftir nýmálsliga studentsprógvið í Hoydølum í 1966 fór Jógvan niður til Keyp­mannahavnar, har hann lærdi til journalist á tíðindastovuni Ritzau. Tá var út­búgvingin fyri tað mesta starvs­ læra ella praktikk og ikki so nógv skúla­ gongd. Jógvan hevur so ofta tikið til, hvussu nógv hann kendi seg at fáa burt­ urúr á Ritzau. Tað lá í kortunum, at Jógvan skuldi fara í útvarpið at arbeiða. Tað fór hann í 1970, tá ið hann var liðugur við út­búgvingina, og síðani hevur hann verið í útvarpinum. Niels Juel var útvarpsstjóri, og tá ið Jógvan kom heim aftur, var útvarpið bara trettan ára gamalt, og harvið fram­ ­vegis nýtt og við ógvuliga stórum týdn­ ingi fyri Føroyar og føroyingar. Út­varp­ ið var partur av familjuni á Ting­hús­ vegnum, og Jógvan vaks upp í og sam­ an við útvarpinum og starvs­fólkunum har, tá ið alt var spildurnýtt, og tá ið tað held­ur enn lønin og arbeiðs­umstøðurnar vóru eldhugin og ábyrgd­in fyri fremsta stovn­inum í tjóðar­byggingini, sum vóru drívmegin. Nú hevur Jógvan í nógv ár verið leið­ ari á programmdeildini. Nógvu tey fyrstu árini var hann tíðindamaður og seinni leiðari á tíðindadeildini. Hann megnaði væl kunstin at vera poil­it­iskur journalistur uttan at gera seg til part av skipanini, og orð hans­ara vigaðu nógv, tá ið tað við døgurða­borðið og nátturða­ borðið kring landið varð lurtað við andakt, tá ið hann segði frá, um tað so var um sam­gongu­samráðingar, fiski­ vinnu­­samráðingar í Caracas og Moskva ella marknaðar­sam­ráðingar í Brússel. Ítróttarfrásagnirnar vóru frá tí fyrsta, eftir at útvarpið varð sett á stovn, nátúr­ ligur partur av skránni. Sum stórur smá­drongur fór Jógvan at ganga páp­ anum til handa, og nú hevur hann í eini fjøruti ár varpað fótbólt og kappróður út. Í tvey ár – 1978-1980 – var Jógvan formaður í ÌSF. Millum aðrar tættir, sum Jógvan hevði hegni til og tískil nátúrliga tók upp eftir pápan, vóru sendingarnar Vit støkka inn á gólvið. Prátini og frá­sagn­ irnar um, hvussu føroyingar hava livað og virkað á landi og sjógvi, í friðartíð og krígstíð, heima á landi og úti í stóru verð og so víðari, eru perlur, sum eiga stóran týdning. Spell at hesar send­ing­ ar­nar ikki longur eru á skránni í út­varpinum. Í 1980 gav Jógvan út yrkingarsavnið 16 tættir. Í 1983 skrivaði hann saman við Niels Juel Arge Bankabókin. Sjó­ vinnu­bankin 50 ár, og síðani hevur hann skrivað og verið við til at leggja til rættis sekstan bøkur. Alt, sum Jógv­ an hevur latið úr hondum, er latið í sera dyggan málsligan búna. Seinnu árini hevur Jógvan verið uppi í politikki. Síðani á nýggjárinum 2001 hevur hann umboðað Tjóð­veldis­ flokkin í Tórshavnar býráði, og í val­ skeiðnum 2002-2004 var hann ting­ maður. Tá ið nýggj samgonga varð skipað eftir býráðsvali í 2004, gjørdist Jógvan varaborgarstjóri. Jógvan er giftur Maritu fødd Nicla­ sen (1947) og ættað úr Nesi í Hvalba. Hon er útbúgvin pedagogur, og tey bæði búgva í góðum grannalagi í Tjarn­ ar­deild. Børnini hjá Maritu og Jógvani eru: Niels Juel (1966), Uni (1971) og Jóhanna (1972). Tey búgva øll í Havn. Niels Juel er búskapar­frøð­ingur, Uni tíðindamaður og Jóhanna løg­frøðingur. Jógvan eigur fýra abba­børn. Føðingardagin eru Marita, sum seinni í summar verður seksti, og Jógvan burturstødd. J Jógvan Arge 60 ár Sam Høgnesen, ættaður úr Elduvík, búsitandi í Esbjerg, andaðist mánadagin 11. juni 56 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ein ella annan hátt sýndu samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sigrid Elisabeth Andreasen Sørvágur andaðist og var jarðað Tøkk til familju og vinir, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og peningagávur til búfólkið á ellisheiminum. Eisini takka vit tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna familjuna Kristina og Paula Mánadagin 18. juni fyllir Sven Nør­ spang í Hoyvík 60 ár. Sven er dani, føddur og uppvaksin í Skagen, sonur Lisbeth og Svend Nør­ spang. Hann eigur eina yngri systir, Gitte, sum býr í Århus. Eftir lokna útbúgving sum ele­ktr­on­ ikk­­mekanikari kom Sven til Føroya í 1970, tá hann fekk starv á Nato-støðini á Sornfelli. Har arbeiddi hann til 1992, tá arbeiðsplássið varð niðurlagt. Sven er ein sera virkin maður. Fyrstu árini hann kom til Føroya hevði hann handil og radioverkastað í Jónas Broncksgøtu í Havn. Hann hevur eis­ ini arbeitt hjá ymiskum fyritøkum sum t.d. SEV og Sjónvarpi Føroya. Í dag arbeiðir hann á eldeildini hjá Tórs­ havnar Skipasmiðju. Sven er mest kendur sum tann, ið kom við judo og jiu-jitsu (sjálvverju) til Føroya. Hann stovnaði Havnar Judo­ ­felag í 1971 og var formaður í felagnum í mong ár. Tá judosambandið varð stovnað í 1981, kom hann í nevndina har. Frá 1990 – 93 var hann formaður í judo­ sambandinum. Sven er giftur Ásu, f. Patursson, ættað úr Kirkjubø. Tey eiga døturnar Svannu, Beintu og Anniku. Vit ynskja babba hjartaliga tillukku við degnum. Heilsan døturnar Sven Nørspang 60 ár Kunngjørt verður ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, omma og langomma okkara Daniella Andreasen Vestmanna andaðist á Eldrasambýlinum 15. juni, 99 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd í útvarpinum. Fyri tey avvarandi børnini Tey, sum ynskja at senda blómir ella krans, kunnu senda eina pen- ingagávu til Eldrasambýlinum í Vestmanna. Konta í peningastovnunum. Dagurin 16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann biskupur í Amatus á Kypros. 17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Bot­olp­ hus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í samband við jørð og útróðrarmið. 18. juni. Leontius, deyður umleið ár 135. Heryvirmaður í róm­verska herinum, sum varð tikin av døgum fyri trúar sakir. nøvn