Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 21

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 113 - 15. juni 2007 støð­ið hjá føroyskum leiðs­ l­ um og nevndum er á góðari leið, gera feløg ikki í nóg stór­an mun brúk av pro­fess­ i­onel­lum nevndarlimum. Finnur heldur, at góðir mø­gu­leik­ar eru at tilføra ein hóp av vitan úr ymiskum vinnu­greinum­, um feløgini gjør­du sær ómak at leita eft­ir fólki við viðkomandi vit­an. Strategiarbeiði Vit spurdu eisini bú­skap­ar­ frøð­ing­in, um føroysk vinna kem­ur at merkja, at vit hava fing­ið ein “top governance” kanti­dat? - Ja, tað vænti eg avgjørt. Fólk, sum lesa “top gov­er­ nan­ce”, fáa einki prógv, um tey ikki megna at umseta lær­dóm­in til praktiskar verk­ æt­lanir. Hetta hevur ført til, at fleiri spennandi verk­æt­ lan­ir liggja klárar sum spen­ n­an­di rættir at bjóða før­oys­ ka vinnulívinum í næstum. Altjóðagerð Ein spurningur, sum vit of­ta seta okkum er, hvussu før­oy­ska vinnulívið kemur at standa seg í altjóðagerðini fram­eft­ir. Hvat heldur Finnur um hen­da afturvendandi spurn­ ing? - Hetta veldst um fyri­tøk­ ur­nar – um hesar seta stra­ teg­i­ar­beiði ovarlaga á dags­ skrán­na og hava hugflog og dir­vi til at finna nýggj virki­ søki og samstundis megna at fáa tað allarbesta burtur úr sínum starvsfólkum. Meg­nar tær hetta, er einki sum kann forða eini fyritøku í at mennast – uttan mun til, hvar hon liggur í heim­in­ um. Finnur Sivertsen leggur dent á, at vitan og skaparevni eru týdningarmesta til­feing­ið hjá nútímans sam­fe­løg­um. - Hetta er grundarlagið und­ir framburði og framtíð, sig­ur hann. At enda í samrøðuni ynsk­ ir búskaparfrøðingurin at tak­ ka BP Amoco Ex­plor­a­ti­on ltd. fyri fíggjarligan stuð­ul til útbugvingina. ur at nýhugsa Hann er búskaparfrøðingur og hevur nú eisini tikið eina útbúgving í “toppleiðslu”. Kortini hevur Finnur Sivertsen bæði beinini á jørðini – í hesum førinum í bátinum, tá hann fór á flot í góðveðrinum í vikuni Eg haldi, at hóast fakliga støðið hjá føroyskum leiðslum og nevndum er á góðari leið, gera feløg ikki í nóg stóran mun brúk av professionellum nevndarlimum.. ” Fleiri landingar hava verið á landingarmiðstøðini hjá Beta í Saltangará hesa vikuna Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Landararnir hjá Beta í Salt­ an­g­a­rá hava havt rímiliga nógv at gera hesa vikuna. Teir hava landað bæði gull­ laks, upsa, longu og svart­ kal­va. Í dag landar Vest­men­n­ing­ ur eini 120.000 av upsa. Vestmenningur og Fram eru annars á gulllaksaveiði, men í løtuni liggur Fram við maskinskaða. Hendan túr­in hava Vestmenningur og Safir verið í »lag«, með­ an bíðað verður eftir, at Fram verður klárur, helst um einar 14 dagar ella so. Sum skilst, skal Fram ha­va nýggjan aksil. Vestmenningur og Fram ha­va saman verið fýra túrar á gulllaksi, og farið verður aft­ur á gulllaks, tá Fram er klár­ur til fiskiskap aftur. Eysturbúgvin hevur eisini land­að í Saltangará í dag. Teir høvdu eini 200.000 pund av gulllaksi. Eys­tu­r­ búgv­in og Vesturbúgvin par­ tro­la, og Vesturbúgvin land­ ar í Vestmanna, har tey ei­si­ ni arbeiða gulllaks. Hósdagin landaði línu­ skip­ið Váðasteinur hjá Be­ta. Teir høvdu eini 80.000 pund. Størsti parturin av veið­ini var longa. Polarhav og Stjørnan land­ aðu eina stóra last av gull­ lak­si í Saltangará hósdagin. Teir høvdu 430.000 pund til­ sam­ans. Mikudagin landaði ís­­fis­ ka­­trol­arin Kalsevni 140.000 pund. Kalsevni par­trol­ar saman við Grími Kam­ban, sum landaði aðr­a­stað­ni. Mánadagin var gar­na­skip­ ið Vesturland í Saltangará. Teir høvdu umleið 40.000 pund av havtasku. Gulllaksur og upsi á Beta Formula í danskt KT-samstarv Holdingfelagið Formula International, sum Eik, Føroya Tele, TF Holding og Formula.fo settu á stovn fyrr í ár, er so smátt við at fáa fótin fyri seg uttanlands. Formula International hevur m.a. sum endamál at keypa upp útlendskar KT-fyritøkur, sum vera mettar spennandi og hava bjarta framtíð, og síðani gjøgnum hesar eisini selja føroyskar KT-loysnir. Í gjár fingu donsku miðlarnir tíðindaskriv frá Norriq, sum er ein stór donsk KT-fyritøka og Formula International eigur part í. Føroysku íleggjararnir vórðu umrøddir sum “den kapital indsprøjtning, sin giver ressoucer til ekspansion.” Norriq fremsti útvegarin í Danmark av KT-loysnum við Microsoft Dynamics C5 og NAV, og umsetningur teirra í fjør var 126 milliónir krónur. Petur Kanin sigur... Petur Kanin sigur... er ein barna bók skrivað av Beatrix Potter. Bókin er sera væl egnað hjá teimum smæstu børnunum. Bókin hevur klaffar at lyfta hjá børnunum og snýr seg um at bíða leingi, tá man er farin til handils, áðrenn man sleppur framat at keypa. Tá er gott at spæla minnisspæl. Bókin er úr hørðum pappi og kostar 80 kr.