fríggjadagur 15. juni 2007síða 34
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 113 - 15. juni 2007
Løgfrøðingar til Innlendismálaráðið
Innlendismálaráðið søkir eftir
løgfrøðingum. Høvuðsuppgávurnar
eru ráðgeving, málsviðgerð og
lógarsmíð á teimum økjum, ið ráðið
umsitur.
Talan er um fakliga spennandi og
fjølbroytt størv, har góðir møguleikar
eru fyri viðkomandi eftirútbúgving,
Eisini verður møguleiki fyri at
arbeiða hjá øðrum viðkomandi
myndugleikum og stovnum uttanfyri
Innlendismálaráðið.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava løgfrøðiligt
embætisprógv, og vera væl fyri
málsliga. Eisini vænta vit, at tú
hevur góð samstarvsevni, arbeiðir
sjálvstøðugt og miðvíst. Lesandi, ið
vænta at verða liðug í næstum, eru
vælkomin at søkja.
Løn og setanartreytir vera sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og BLF.
Størvini verða sett skjótast gjørligt.
Vilt tú hava meira at vita, ert tú
vælkomin at seta teg í samband við
Rúna Joensen, aðalstjóra, á telefon
358080.
Umsóknir við CV, prógvum o.ø. skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi
fríggjadagin 29. juni 2007 kl. 12.00.
Umsóknir skulu sendast til:
Innlendismálaráðið
Tinganes
Postboks 159
110 Tórshavn
Í Innlendismálaráðnum starvast í løtuni 16 fólk. Innlendismálaráðið
umsitur m.a. lógarmál, kommunumál og umhvørvis-, lendis- og náttúrumál.
Tel 35 80 80, Faks 35 80 85, Postboks 159
110 Tórshavn imr@imr.fo, www.imr.fo
INNLENDISMÁLARÁÐIÐ
Starvslýsing
sansir.fo
Granskingarráðið · Bryggjubakki 12 · Postrúm 259 · FO-110 Tórshavn
Tel 31 65 15 · Faks 35 31 01 · www.gransking.fo · gransking@gransking.fo
Í ár eru økini "Matur", ”Samfelag" og
"Fólkaheilsa" raðfest, soleiðis at
verkætlanir innan hesi øki hava serligan
fyrimun.
Stuðul verður latin:
- føroyskum granskarum og
granskaralesandi
- gransking, menning og nýskapan á ella í
tilknýti til føroyskar gransk-
ingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking, menning og nýskapan, ið
hava týdning í føroyskum høpi.
Stuðul verður latin til ymisk sløg av
verkætlanum:
- smærri verkætlanir við styttri tíðarætlan
- post grad. ella post doc. verkætlanir, ið
ganga um fleiri ár
- ph.d.-verkætlanir.
Tað er ein fyrimunur, at:
- verkætlanin fevnir um samstarv millum
fleiri granskarar
- verkætlanin fevnir um samstarv millum
granskarar, granskingar- umhvørvi og
vinnuna
- umsøkjari fær stuðul aðrastaðni eisini.
Umsóknir skula skrivast á
skandinaviskum ella enskum máli á
serligt oyðublað, ið fæst á skrivstovu
ráðsins og á heimasíðuni,
www.gransking.fo.
Nærri frágreiðing um raðfestu økini og
skrivlig vegleiðing fæst á somu støðum.
Umsóknarfreist er:
3. september 2007, kl. 12.00
Nú kanst tú søkja um
Stuðul til gransking,
menning og nýskapan
Hugsjón
Vit vilja
- at gransking í Føroyum skal vera á altjóða
stigi
- birta upp undir menning og nýskapan
- leggja dent á øki, har vit hava tilfeingi at
gera rannsóknir
- at fremsti førleiki og vitan um land og fólk
skal finnast í Føroyum
Vit eru sannførd um
- at gransking, menning og nýskapan eru
avgerandi liðir í at brynja okkum til
avbjóðingarnar í einum heimi í støðugari
broyting
Vit ynskja
- dyggari grundarlag fyri avgerðum
- betri tillagingarførleika í altjóðageringini
- betri kunnleika til burðardygga umsiting
av náttúrutilfeingi
- størri virði í føroyskari framleiðslu og
útflutningi
- hægri vitan og tilvitan um mentan og
samfelag
Grundstøðið er
- at grundgransking er neyðug fyri at fáa til
vegar vitan til gagn fyri samfelagið
- at nýtt gransking mennir vinnulív og
samfelagstænastur
- at samstarv og samskipan eru fyritreytir
fyri nyttuvirði av gransking, menning og
nýskapan
sansir.fo
Granskingarráðið hevur tvey høvuðsarbeiðsøki
- at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.
- at umsita Granskingargrunnin, sum veitir fígging til gransking, menning og nýskapan.
lýsingar