Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-15, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2007síða 44

‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 113 - 15. juni 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini søkir eftir leiðara 40 tímar um vikuna, at byrja 1. august 2007 ella eftir avtalu. Frítíðarskúlin er normeraður til 50 børn úr 1. og 2. flokki. Vit bjóða • eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran og ítrótturin hevur stóran leiklut í gerandisdegnum • møguleika at seta dám á stovnin • møguleika fyri ráðgeving • møguleika fyri eftirútbúgving Vit vænta at tú • er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum frítíðarskúla • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • sær møguleikar framum vansar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • hevur teldukunnleika á brúkarastøði Setanarviðurskifti løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóra, ella Katrina Petersen, deildarleiðara, tlf. 302010. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, 110 Tórshavn, í hendi innan 2. juli 2007. Tórshavnar kommuna Leiðari til Badmintonhøllina Opið hús á “lukkaðari deild”. Fyrilestrar um depressjón og um “lívið við alkoholismu og depressión” Sunnudagin 17. juni kl. 14 – 16 bjóðar Psykiatriski depilin áhugaðum at koma inn og hyggja seg um á lukkaðu deild (deild 2) á Landssjúkra­ húsinum. Ikki bara er hetta fyri at gera eina innlegging á lukkaðari psykiatriskari deild minni duldarfulla, men eisini at signalera, at tíðin er komin at bróta niður tabu viðv. sálarligari sjúku. Kl. 16 sama dag bjóðar Sinnisbati til áhugaverdar framløgur í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum. Tormóður Stórá, leiðandi lækni á Psykiatriska deplinum, heldur fyrilestur um depressjón, og Regin Jóanesarson greiðir frá, hvussu tað var at liva við alkoholismu og depressjón. Til seinast verður tónleikur at hoyra við bólkinum á Psykiatriska deplinum “Menniskja”, og okkurt verður til matna. Leiðari til Musikkskúlan í Suðuroy Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir leiðara. Musikkskúlin væntar at umsøkjarar skulu: • hava kunnleika til musikkskúlaarbeiði • vera kveikjandi • duga at skipa fyri • hava góð samstarvsevni Setanartíðarskeið: 1. august 2007 – 31. juli 2009 Løn eftir avtalu, ið skal góðkennast sambært § 5 stk. 5 í kommunustýrislógini. Umsóknarfreist: 2. juli 2007 Musikkskúlin í Suðuroy er partur av føroysku musikkskúlaskipanini. Umsókn skal sendast til: Musikkskúlin í Suðuroy v/Elin Nielsen · 870 Fámjin Lærarastørv í Leirvíkar skúla Søkt verður eftir 4 lærarum skúlaárið 2007/2008 Eitt fast starv fulla tíð. Eitt starv fulla tíð, vegna lærara í farloyvi. Eitt starv fulla tíð, vegna avlopstímar Eitt starv uml. 24 tímar vegna stuðulstímar. Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1 sept. Søkt verður eftir lærarum, sum • Undir ábyrd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Dugir at samstarva og er fyrikomandi • Er fúsur at taka á seg tær uppgávur sum eru í skúlanum Vit vanta at tú ert • Fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • Virkisfús/ur og Hugað/ur fyri toymissamstarvi • Í samstarvið við leiðsluna og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Harumframt skulu lærararnir hava førleika at undirvísa í onkrum av hesum lærugreinum: Før­ oyskum, donskum, evning, kristni, ítrótti, smíð, tónleiki, handarbeið/evning, støddfrøði og ser­ undirvísing, smíð ella tónleiki. Førleikakrøv Læraraútbúgving og linjulestur í onkrari av nevndu lærugreinum. Royndir úr føroyska fólkaskúlanum. Læraralesandi, sum taka prógv í summar kunnu einsi søkja størvini. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambart avtalu millun Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir Umsóknir við c.v., avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera fyrstalæraranum, Fríðfinni Johnsson í hendi í seinasta lagi 18. juni 2007 kl. 18.00 Áhuga kunnu verda sær til Leirvíkar Skúla, tlf. 443234 ella 743234 og spyrja eftir Fríðfinni Johnsson. Leirvíkar skúli hevur komandi ár uml. 95 næmingar og 9 lærarar. Skúlin er ikki árgangsbýttur í øllum árgangum. Tú kanst lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.skulin.fo/lei Frá Heilafelagnum Um nóg stór undirtøka verður, skipar Heilafelagið fyri útferð til Gásadals sunnudagin 24. juni 2007 Døgurði á Hotel Vágum. Kostnaður 200 kr. – gjaldst skal við fráferð Farið verður frá MBF-húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn kl. 10.00. Tekning á tlf. 317554 í seinasta lagi týsdagin 19. juni kl. 12.00 Nevndin lýsingar