fríggjadagur 15. juni 2007síða 52
‹ fyrra síða allar 160 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
52
Nr. 113 - 15. juni 2007
Starvsfólk til søludeildina
Vit søkja sølufólk til søludeildina á
Glyvrum. Uppgávurnar verða m.a. :
• Søla
• Logistikkur
• Ordrastýring
• Fakturering, avrokning o.l.
• Aðrar tilhoyrandi uppgávur
Førleikakrøv:
• Góðan málkunnleika í
føroyskum og enskum.
• Skrivstovuútbúgving,
HH/student e.l.
• Góðan kunnleika í teldunýtslu
• Fyrikomandi, góð samstarvs-
og samskiftisevni.
Ynskiligt, tó ikki treyt, er
at umsøkjarin hevur hesar
førleikar:
• kunnleika til og royndir innan
logistikk.
• kunnleika til framleiðslu/sølu.
Upplæring verður givin.
Studenta- og handilsskúlanæm-
ingar sum verða liðug í summar eri
eisini vælkomin at søkja.
Starvsstaður er á skrivstovu okkara
á Glyvrum.
Handverkari til Kassavirkið
Vit søkja dugnaligan handverkara
til kassavirkið.
Kassavirkið framleiðir
styroporkassar, serliga til
feskfiskaútflutning.
Talan er um varandi arbeiði.
Førleikakrøv:
• Handverkari, Elektrikkari,
maskinsmiðjur, rørleggjari e.l.
• Fyrikomandi og góð
samstarvsevni.
Starvsstaðurin er á Glyvrum.
Skrivstovufólk
Vit søkja skrivstovufólk til fyri-
siting okkara at starvast fulla tíð.
Uppgávurnar verða m.a.
• Móttøka,
• Telefonavgreiðsla,
• Lønarumsiting,
• Og aðrar skrivstovuuppgávur
Førleikakrøv:
• Góðan málkunnleika í
føroyskum og enskum.
• Skrivstovuútbúgving,
HH/student e.l.
• Góðan kunnleika í teldunýtslu
• Fyrikomandi, góð samstarvs-
og samskiftisevni.
Starvsstaður er á skrivstovu
okkara á Glyvrum.
Q u a l i t y
I n n o vat i o n
R e l i a b i l i t y
Bakkafrost samtakið fram-
leiðir alilaks og liðugvørur
úr aksi. Framleiðslueindir-
nar eru í Norðoyggjum og
suður Eysturoy skipaðar í
3 smoltstøðum, 7 alistøð-
um umframt kryvjivirki í
Klaksvík, portiónsvirki og
kassavirki á Glyvrum. Vøru-
úrvalið er breitt innan
laksavørur. Høvuðs vøran
er laksaportiónir til retail-
marknaðin í ES. Tað starv-
ast umleið 160 fólk í
samtakinum.
Um fyrispurningar eru viðvíkjandi størvunum, so kunna tygum
tosa við Regin Jacobsen, stjóra. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði. Umsóknir skulu sendast áðrenn 29. juni 2007 til:
Bakkafrost P/F, Bakkavegur 8, FO-625 Glyvrar, ella á
bakkafrost@bakkafrost.com, Telefon : 40 50 00, Fax 40 50 09
Kappsigling
á Eystanstevnu
sunnudagin 17. juni 07
Bátarnir møta við Fiskavirking kl. 14.
Startað verður kl. 15.
Steypahandan, kaffi og pannukøkur aftaná.
Tilmelding: Beinir Joensen 588699.
Áhugafelagið Seglið
lýsingar
veitst tú ikki tað?