Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 115 - 19. juni 2007 ] Oyl størri enn vetrar-OL Altjóða Oyggjaleikanevndin hevur boðað frá, at lut­ takaratalið til komandi leikirnar á Rhodos er farið upp um tey 3.000. Hetta er nógv størsta talið av luttakandi higartil, og í vavi er Oyl nú størri enn Olympisku vetrarleikirnir. Til samans fara tær 25 limaoyggjarnar at kappast í 14 ítróttargreinum. Skráseting til Oyl-gestir Ferðafólk á Oyggjaleikunum kunnu biða um at fáa serliga akkreditering. Hendan ger, at ferðafólkini fáa atgongd til allar hendingar kring sjálvan ítróttin á leikunum, eins og ókeypis ferðing við serligu buss-skipanini er íroknað. Til kappingarnar verður talan ikki um atgongumerki, men fólk við akkreditering sleppa tó fyrst inn, um plásstrot er. Søkjast kann um akkreditering á www.rhodes2007.info, har serligt oyðibla kann heintast. Tveir spenn Bæði hjá 5-manna­ førum við kvinnum og hjá 6-mannaførum við monnum gjørd­ust róðrarnir sera spenn­ andi á Sundalags­ stevnuni, og at enda vóru tveir nýggir vinnarar funnir í hesum róðrunum í mun til á Norðoya­ stevnuni KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Sjálvt um munurin eisini var stórur í fleiri av róðr­ unum á Sundalagsstevnuni, líka sum hann var tað á Norðoyastevnuni, so gjørd­ ist onkur róður tó sera, sera spennandi. Serliga róðrar­ nir hjá 5-mannaførum við kvinnum og 6-mannaførum við monnum gjørdust spenn­andi á Sundalags­ stevnuni, og at enda vóru bert stavnar á muni millum fremstu bátarnar. Frúgvin gjørdi bart Hjá 5-mannaførum við kvinnum hevði Sílið fingið bestu byrjanina uppá kapp­ ingarárið, tá tær vunnu rætti­liga sannførandi á Norðoyastevnu. Hesaferð gekk tó ikki eins væl hjá Sílinum. Longu í byrjanini duttu tær eitt sindur aftur um bæði Frúnna og Fípuna Føgru, og tí gjørdist næsti FM-róðurin eitt sindur tyngri hjá Sílinum. Í staðin var tað serliga Frúgvin, sum gjørdi sær dælt av hesum. Hon streyk avstað, og stóran part av róðrinum var hon knappa bátslongd framman fyri hinar bátarnar. Hetta merkti tó ikki, at Fípan Fagra og Sílið høvdu givið upp – tvørturímóti. Í endaspurtinum løgdu hesar báðar manningarnar nógv fyri í royndunum at fáa Frúnna aftur, og endin á róðrunum hjá 5-manna­ førunum við kvinnum bleiv ógvuliga spennandi. Tá bátarnir nærkaðust málinum var so at siga eingin munur á, men í øllum rokanum eydnaðist Frúnni at halda hinar bát­ arnar aftan fyri seg, og sostatt vunnu tær næsta FM-róðurin framman fyri Havfrúgvin setti Sílið upp á pláss Sílið vann fyrsta róð­­urin hjá 5-manna­ førum við dreingj­ um, men í næsta róðrinum á Sunda­ lags­stevnu blivu teir settir upp á pláss av vestmenningunum umborð á Havfrúnni KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Ein av spennandi róðrun­ um á Norðoyastevnu var róðurin hjá 5-mannafør­ um við dreingjum. Her vóru Sílið og Havfrúgvin í harðari kapping allan vegin, og at enda megnaði Sílið at vinna. Róðurin á Sunda­lags­ stevnuni gjørdist ikki eins spennandi, men fyrstu løtuna var líkt til, at róð­ urin kundi blíva spenn­ andi. Sílið og Havfrúgvin vóru nevniliga enn eina­ ferð bátarnir, sum fingu bestu byrjanina. Komnir inn á hálvt málið fóru teir stavn um stavn inn eftir firðinum, men brádliga fór Havfrúgvin at ganga sum ein røvari. Hann fór bara longur og longur frá Sílinum, og tá teir komu á málið, var Havfrúgvin úr Vestmanna meir enn eina bátslongd framman fyri Sílið. Hetta gjørdist sostatt fyrsti sig­ urin hjá Havfrúnni í ár, og nú eru teir púra javnir við Sílið í samlaðu FM- kappingini. Heiðabáturin aftur drúgvastur Heiðabáturin vann sín næsta sigur á Sundalagsstevnu leygardagin, og sostatt hevur hann enn fult stigatal í 8- mannaførunum hjá monnum KAPPRÓÐUR Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Á Norðoyastevnu lat Heiða­báturin ongan sum helst iva vera um, hvør bátur var tann sterkasti millum 8-mannaførini. Hann endaði langt fram­ man fyri allar hinar bát­ arnar, og tíðin hjá hon­um var fimm sekund betri enn tíðin hjá Eysturoyingi, sum vann 10-manna­før­ ini. Heiðabáturin fekk eis­ ini bestu byrjanina á Sunda­lagsstevnuni. Hann legði seg á odda beinan­ vegin, og fyrstu løtuna var tað bert Ørvur, sum kláraði at fylgja við. Tá bátarnir høvdu róð fyrstu 1000 metrarnar, byrjaði Ørvur tó at dragna, og í staðin var tað Argja­bát­ urin, sum royndi at taka kappingina upp við Heiða­ bátin. Argjabáturin kom ong­ antíð so tætt, at róðurin veruliga bleiv spennandi, og at enda megnaði Heiða­ báturin at vinna við einari góðari bátslongd niður til Argjabátin. Á triðja plássi kom Ørvur. Seinast vann Sílið á Havfrúnni í 5-mannaførum við dreingjum, men á Sundalagsstevnu setti Havfrúgvin rættiliga Sílið uppá pláss og var meir enn eina bátslongd frammanfyri. Mynd: Jens Kr. Vang Serliga róðrarnir hjá 5-mannaførum við kvinnum og 6-mannaførum við monnum vóru spennandi á Sundalagsstevnuni. Her síggja vit kvinnurnar umborð á Frúnna, sum fegnaðust um teirra sigur. Mynd: Jens Kr. Vang