týsdagur 19. juni 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 115 - 19. juni 2007
MBM søkir
eftir næmingum
MBM søkir eftir tveimum næmingum, einum meiarist- og
einum skrivstovunæmingi.
Mjólkarvirkið framleiðir umleið 7.500 tons av mjólk og
mjólkarúrdráttum árliga, eisini hava vit fóðursølu, handil
við brúks- eykalutum og verkstað.
MBM er eitt sera virkið og spennandi arbeiðspláss.
Meiaristnæmingur:
Meiaristnæmingurin hevur eina lærutíð uppá 3 ár, og
er skúlagongdin í Danmørk, 5 ferðir í tíðarskeiðinum, í
tilsamans 50 vikur.
Eftir lokna útbúgving er møguleiki at útbúgva seg enn
meira, til eitt nú meieríteknikara, processteknolog ella
meieríingeniør.
Løn samb. sáttmálanum við Handverkarafelagið, og er
skúlagongdin í Danmørk ókeypis.
Meiaristnæmingurin byrjar 1. juli 2007.
Skrivstovunæmingur:
Til Skrivstovuna søkja vit eftir einum skrivstovunæmingi
at byrja 1. oktober 2007
Næmingurin skal hava miðnámsprógv og vera fyrikom-
andi.
Næmingurin kemur at læra alt vanligt Bókhalds- og
skrivstovuarbeiði. Vit brúka nýmótans telduskipanir, s.s.
Microsoft Business Solutions og onnur Microsoft forrit.
Lærutíðin er vanliga 3 ár, men velst tað um, hvørja út-
búgving ein hevur frammanundan.
Lønin verður ásett samb. galdandi lærusáttmála.
Áhugaði kunnu senda umsókn saman við møguligum
viðmælum til:
Meginfelag Búnaðarmanna
Postboks 3088
FO-110 Tórshavn
Merkt: Umsókn
Umsóknarfreistin er 25-06-07
Leiðari til
Musikkskúlan í
Suðuroy
Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir leiðara.
Musikkskúlin væntar at umsøkjarar skulu:
• hava kunnleika til musikkskúlaarbeiði
• vera kveikjandi
• duga at skipa fyri
• hava góð samstarvsevni
Setanartíðarskeið: 1. august 2007 – 31. juli 2009
Løn eftir avtalu, ið skal góðkennast sambært § 5
stk. 5 í kommunustýrislógini.
Umsóknarfreist: 2. juli 2007
Musikkskúlin í Suðuroy er partur av føroysku
musikkskúlaskipanini.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlin í Suðuroy
v/Elin Nielsen · 870 Fámjin
Sethús í Niels Finsensgøtu
Eini eldri sethús, Niels Finsensgøta 33, eru til sølu,
um nóg høgt boð fæst.
Húsini eru upprunaliga bygd fyrst í 1900-tali-
num.
Grundøkið er til víddar 194 m2. Sjálv húsini eru
uml. 48 m2 og í trimum hæddum.
Sambært byggisamtyktini liggur ognin í 2. grund-
umráði.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Stovuhædd: Gongd, lítið kamar, tvær stovur,
køkur við kolkomfýri, WC og spísikamar.
Loft: Gongd og tvey kømur.
Kjallari: Fyrrverandi handilshøli og tvey onnur
rúm, harav tað eina vaski-/fýrrúm.
Leyststandandi hjallur og eisini garaga.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup
Kristoffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella
skrivaran Elin Svínoy, e-mail els@jura.fo
Halgir Winther Poulsen, adv.
Fríða Patursson, adv.
Óla Jákup Kristoffersen, adv.
Christian Andreasen, adv.
Niels Winther Poulsen, adv.
Jógvan E. Winther Poulsen, adv.
Jens Andrias Vinther, adv.
Fr. Petersensgøta 9
Postboks 6
110 Tórshavn
Telefon 31 11 45
Telefax 31 15 25
jura@jura.fo
www.jura.fo
Advokatskrivstovan
Smúkkuhjørnið Hotel Bólið søkir eftir tveimum
álítandi kvinnum at arbeiða hálva tíð.
Vit vænta at tú
• setur kundatænastu høgt
• ert fyrikomandi
• ert ágrýtin og álítandi
• ert klárur at lyfta tak, tá hetta krevst
• klárar alt vanligt telduarbeiði
• hevur kunnleika til føroyskt og enskt
Ætlanin er at viðkomandi skal byrja skjótast
gjørligt. Trýggir teir fyrstu mánarnir vera
royndartíð.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær
til felagið á tlf. 213303
Smúkkuhjørnið
Niels Finsensgøta 51
Søkt verður eftir
álítandi kVinnum
Hjálparfólk til kantinuna
Søkt verður eftir einum hjálparfólki til kantinuna, at
byrja 13. august 2007. Vit leggja dent á, at fólkið, ið
sett verður er raskt, álítandi og nærlagt í sínum
arbeiði. Tað er ein fyrimunur, um tú ert von/vanur
við køks- og/ella kantinuarbeiði.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjar-
málaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Arbeiðstíðin er mánadag til hósdag frá kl. 8.00 til
15.00 og fríggjadag frá kl. 8.00 til 14.30, teir dagar tá
skúlagongd er.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
kantinuleiðaran á tlf. 313771.
Skrivligar umsóknir við møguligum viðmælum skulu
verða rektaranum í hendi í seinasta lagi 25. juni 2007.
Føroya Studentaskúli og HF-skeið
Hoydalar · FO-188 Hoyvík
Telefon 312973 · Telefax 318624
Gloymd klæðir
í Argja skúla
ArgjA skúli
Klæðir o.a., sum er gloymt í Argja skúla
hetta skúlaárið, liggur frammi í miðhøllini
hósdagin 21/6 og fríggjadagin 22/6, báðar
dagarnar til kl. 17.00.
Tað, ið ikki verður avheintað, verður latið
Bláa Krossi.
lýsingar