Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-19, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. juni 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 115 - 19. juni 2007 27 Vit hava bestu kundarnar Sp/f Heimabakaríið · Sverrisgøta · FO-100 Tórshavn Nýbakað breyð og køkur hvønn dag Opið er soleiðis: Mánadag – fríggjadag ......... 07:15 – 18:00 Leygardag – sunnudag ........ 07:15 – 16:00 SANDOYAR MEGINSKÚLI 210 Sandur · Tlf. 361038 · fax 361866 t-postur: samesk@post.olivant.fo Varaskúlastjórastarv á Sandoyar Meginskúla Vegna farloyvi verður starvið sum varaskúlastjóri á Sandoyar Meginskúla lýst leyst. Starvið er tíð­ aravmarkað frá 1. august 2007 til 31. juli 2008. Søkt verður eftir varaskúlastjóra, sum: • undir ábyrgd og í samstarvi við skúlastjóran skal taka lut í teirri fyrisitingarligu og náms­ føðiligu leiðsluni av virksemi skúlans • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg uppgávur í samstarvi við og eftir fyriskipan skúlastjórans Harumframt skal varastjórin • vera næsti medarbeiðari skúlastjórans • saman við skúlastjóranum átaka sær fyristingar­ liga ábyrgd • undir fráveru skúlastjórans hava ábyrgdina av leiðslu skúlans • vera førur fyri at loysa trupulleikar • saman við skúlastjóranum skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd Førleikakrøv: Umsøkjarin skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt í lønarflokki 32.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lær­ arafelag og verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann sum sett/ur verður, er tænastu­ mannasettur lærari frammanundan Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi 25.juni kl.13.00 Nærri fæst at vita um starvið frá Elnu Skylv Hansen, skúlastjóra, á tlf 361038 & 211619. Sandoyar Meginskúli hevur komandi skúlaár uml.120 næmingar í 5.­10.fl og um 14 lærarar. Skúlaárið 2007/08 verður skipað fyri skeiði í føroyskum á Føroya Læraraskúla fyri fólkaskúlalærarar, ið hava útlendskt lærara­ prógv. Skeiðið verður hildið hvønn fríggjadag báðar lestrarhálvurnar og onkran leygardag til tess at røkka kravda tímatalið. Innihald, tímatal og próvtøkutreytir eru tey somu sum til felagslærugreinina føroyskt á Føroya Læraraskúla. Undirvísingin byrjar 24. august 2007 kl. 10.00. Tímaniðurskurður, 4 tímar um vikuna, verð­ ur veittur skeiðsluttakarunum. Endurgjald fyri ferðing verður rindað sambært mánaðar­ korti. Skeiðsluttakararnir bera sjálvir allar aðrar útreiðslur, sum standast av skeið­ num. Skeiðið er tó treytað av, at í minsta lagi 15 luttakarar tekna seg til skeiðið. Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um skeiðið, kunnu ringja til Mentamálaráðið, tlf. 355050, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara. Umsøkjarar til skeiðið skulu boða frá lut­ tøku í teldubrævi gunnvore@mmr.fo fyri 2. juli 2007. Mentamálaráðið Eykaprógv í føroyskum Landssjúkrahúsið Psykiatriska arbeiði í Føroyum er í menning. heildarpsykiatri hevur m.a. við sær broyttar karmar fyri viðgerð, ið krevja nýggjar arbeiðshættir og ikki minst nógv samstarv við skipanir uttan fyri psykiatriska depilin. Í tí sambandi skipar Psykiatriski depilin saman við “Uddannelseafdelingen, Psykia­ trien i Århus amt” fyri eftirútbúgving innan psykiatri Málbólkur røktarar, heilsurøktarar, pedagogar, lærarar, sjúkra­ røktarafrøðingar, ergo­ og fysioterapeutar, sosial­ ráðgevar og onnur, ið arbeiða ella fara at arbeiða innan hospitals­, økis­ ella sosialpsykiatri. Mál fyri útbúgvingini Tvørøkis eftirútbúgvingin hevur til endamáls at geva luttakarunum møguleika fyri at dagføra vitan og arbeiðshættir sum heild innan psykiatriska økið, at økja um kompetansuna hjá tí einstaka skeiðs­ luttakaranum og at fáa innlit í og amboð til at arbeiða tvørtur um fakmørk og ráðsøki. Skipan og bygnaður Eftirútbúgvingin fevnir um 60 skeiðsdagar svarandi til 12 modul á 5 dagar á 6 tímar og fer fram í tíðarskeiðinum vika 35 í 2007 og endar viku 40 í 2008 við eini próvtøku, ið gevur atgongd til dip­ lomútbúgvingar. kostnaðurin er 39.800 kr, sum kann gjaldast í tveimum. Minstukrøv fyri skeiðsluttøku • royndir at arbeiða við sálarsjúkum og/ella áhugi fyri at arbeiða við hesum málbólki • áhugi fyri at menna seg fakliga og persónliga • áhugi fyri fakligari kunning, skrivliga og munnliga • áhugi fyri at fara í djúpdina við ávísum spurningum í verkætlanararbeiði nærri upplýsingar um útbúgvingina fáast við at venda sær til deildarleiðara Ænu reinert á tlf. 304500 lok 4170 teldupostur: ana.reinert@lsh.fo Tilmelding í seinasta lagi 15. juli 2007. Tilmeldingin er bindandi. Tvørøkis eftirútbúgving í psykiatri lýsingar Handilsútgerð til sølu Millum annað tráðhillar og tráðkurvar, sum kunnu stáplast. Tel 443080 ella 743080