mikudagur 20. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 116 - 20. juni 2007
Fingið leitiloyvi
Kanadiska oljufelagið Husky Oil Operations hevur nú
fingið formligt loyvi til at leita eftir olju og gassi í
undirgrundini við Disko-víkina í Grønlandi. Felagið fekk
loyvið frá Kim Kielsen, landsstýrismanni seinnapartin í
gjár. Kanadiska felagið hevur fingið tvey leitiloyvi saman
við grønlendska felagnum Nunaoil. Grønlendska
heimastýrið hevur latið átta leitiloyvi, sum hvørt sær eru
millum 8.000 og 14.000 ferkilometrar til víddar.
Góðtaka minni løn
Ein kanning, sum lærdi háskúlin í Reykjavík hevur gjørt,
vísir, at bæði kvinnur og menn eru av teirri áskoðan, at
kvinnur eiga at góðtaka at fáa minni løn enn menn fyri
sama arbeiði. Kanningin umfatar ráðgeving við
starvssetanir. Hon vísir, at ráðgevandi kvinnur mæla
øðrum kvinnum til at taka við størvum, sjálvt um tær fáa
upp í 15 prosent minni løn enn menn. Ráðgevandi menn
mæla kvinnum til at góðtaka upp í 20 prosent lønarmun.
Hóast stjórin í
Kringvarpinum,
Jógvan Jespersen, vil
vera við, at miðlarnir
eru undir einum
hatti, so er tað kortini
sannroynd, at tvey
lið við hvør sínum
redaktøri verða send
til Oyggjaleikirnar
samanlegging
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tá Sjónvarpið og Útvarpið
fyri tveimum árum síðani
vórðu løgd saman, var eitt
av tungu argumentunum
rationalisering. Men hóast
ár eru gingin, tykist eingin
onnur sparing vera farin
fram enn eitt stjórastarv.
Upp undir Oyggjaleikir
nar hevur verið lagt upp til
økt samstarv millum gomlu
stovnarnar, men leiðslan í
Kringvarpinum vísti hesum
frá sær við teirri grundgev
ing, at tíðin ikki er búgvin
til slíkt samstarv enn.
- Tað er ein avgerandi
fyritreyt, at hølisspurning
urin verður avgreiddur, áðr
enn prosessin kann halda
fram at samansjóða útvarp
og sjónvarp. So í løtuni
bíða vit eftir einari politisk
ari avgerð, sigur Jógvan
Jespersen, kringvarpsstjóri.
Hann sigur seg heldur ikki
kenna
annað
til
nakra
samansjóðing av stovnunum
báðum enn eitt uppskot frá
einum starvsfólki í sjónvarp
inum. Har var lagt upp til
tættari
samstarv
undir
Oyggjaleikunum, men sum
kringvarpsstjórin skilti tað,
var tað ein treyt, at hetta
samstarv helt fram eftir OyL
eisini, og tað var hetta, sum
leiðslan ikki metti tíðina
búna til.
Tað skilst kortini á starvs
fólki á bæði sjónvarpinum
og
útvarpinum,
at
ein
samansjóðing av resursun
um er eitt gott hugskot. Ikki
tí, at starvsfólkið sum so er
áhugað í rationaliseringum,
men tí at tey fegin vilja
bjóða hyggjarum og lurtar
um bestu tænastuna.
Hølini avgerandi
Hvussu enn verður hugt
eftir tí, so er tað ein sann
roynd, at útvarpið sendir
fimm fólk til Rhodos og
sjónvarpið sendir sjey. Har
til kemur ein webredaktørur,
sum eftir hvat skilst verður
kringvarpsstjórin sjálvur.
Jógvan Jespersen sigur,
at teir hesaferð ætla at gera
nógv meiri burtur úr inter
netinum, og fara at leggja
bæði bandaðar frágreiðingar
og filmsbrot út á heima
síðuna.
Hann sigur eisini, at hóast
ein redaktørur verður fyri
útvarp og ein fyri sjónvarp,
so fara tey kortini at hava
felags redaktiónsfundir und
ir oyggjaleikunum.
- Tú kanst siga, at hesi
tvey fyrstu árini eru farin til
at fáa eina rúgvu av prakt
iskum tingum upp á pláss,
men avgerandi fortreyt er,
hvussu vit skulu húsast.
Verður tað í tveimum hølum
sum nú, so er vandi fyri, at
talan framvegis fer at verða
um tveir miðlar. So tað er
alneyðugt, at vit fáa at vita
frá politikarunum, hvat teir
ætla í so máta, sigur Jógvan
Jespersen.
Ikki fyrr enn hetta er
greitt ber tað til, sambært
kringvarpsstjóranum,
at
samansjóða programmdeild
irnar meiri.
Kringvarpið enn í tveimum
Politisku signalini
hava verið púra greið.
Jørð er keypt uppi í
Sortudýki at byggja út
gomlu útvarpshúsini,
og uppskot um
verklagslóg verður
lagt fyri tingið tíðliga
í heyst, upplýsir
Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður
KRINGVARP
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ætlanin við at samanleggja
útvarpið og sjónvarpið hev
ur verið púra greið alla tíð
ina. Grundin var rationalis
ering bæði so og so. Og tað
merkir eisini samanlegging
reint fysiskt.
Tað sigur landsstýrismað
urin við ábyrgd av kring
varpinum, Jógvan á Lakj
uni.
Tað gevur væl eisini eina
greiða ábending um júst
hetta, at landsstýrið útveg
aði øki at byggja gomlu
útvarpshúsini út á uppi í
Sortudýki.
- Støðan hjá mær hevur
alla tíðina verið greið, tað
hevur alla tíðina verið mein
ingin, at stovnarnir skulu
leggja saman fult og heilt,
sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann viðgongur tó, at tað
hevur gingið longri tíð enn
neyðugt at fáa alt upp á
pláss, tí longu í vár hevði
hann málið fyri á lands
stýrisfundi, men tá bleiv tað
ikki avgreitt, tí ynski var
um at seta hesa útbyggingina
í eina langtíðar íløguætlan.
- Men eg havi fingið
politiska vissu fyri, at málið
verður avgreitt nú í heyst
tíðliga, sigur Jógvan á
Lakjuni.
Selja Vørðsluna
Sostatt er politisk semja í
málinum, og alt, ið nú vant
ar, er at fáa tað ígjøgnum
løgtingið. Alt er púra klárt
og útbyggingin er projekter
að, so tá ein verklagslóg er
samtykt, skuldi verið klárt
at farið undir útbyggingina.
Um gomlu kappingarneyt
arnir longu nú kundu arbeitt
betur saman, hevur lands
stýrismaðurin onga viðmerk
ing til. Men hann vísir á, at
tað eftir hansara tykki hevur
gingið væl við samanlegg
ingini, og at umsitingin nú
er savnað uppi í Sortudýki.
- Viðvíkjandi hølisviður
skiftunum veit eg, at teir
eru eitt sindur ótolnir, tí alt
hevur verið klárt frá teirra
síðu í eina tíð nú, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Alt tekur tíð. Og sam
stundis er nógv byggivirk
semi í landinum, og tað er
ein orsøk til, at flokkarnir
vildu hava útbyggingina av
útvarpshúsunum við í eina
langtíðar íløguætlan.
Hinvegin skuldi fíggingin
verið lættari at avgreitt, tí
tað liggur í ætlanunum at
selja
bygningarnar
í
Vørðsluni, og hetta kann í
hvussu er fíggja ein part av
útbyggingini í Sortudýki.
Og gongur sum lands
stýrismaðurin ætlar, verður
farið undir hetta arbeiði í
heyst.
Hølisviðurskiftini avgreidd í heyst
Hølisviðurskiftini hjá Kringvarpi Føroya verða avgreidd í heyst,
sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður
Útvarpsmanningin og sjónvarpsmanningin ganga í tveimum bólkum. Men tey fara at halda
redaktiónsfundir saman niðri á Rhodos