Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 116 - 20. juni 2007 jóansøka Í farni viku komu 15 smá­ir bilar í land á Tvøroyri koyring dagfinn@sosialurin.fo mynd: Bjarni Nygaard Við Bliki í farnu viku komu 15 smáir bilar – sonevndir go­cart­ar. Teir standa á brygg­ju­ni á Tvøroyri og tað eru feðgarnir David og Jam­ ie Findleton á Tvøroyri, ið ei­ga bilarnar. Jóansøkugestir verða teir fyrs­tu, ið sleppa at royna smáu bilarnar. Skipað verð­ ur so fyri, at koyribreyt verð­ur við Land­ing­ar­mið­ støð­ina á jóansøku komandi viku­skift­ið og tá sleppa jóan­sø­ku­gestir at royna seg í smáu bilunum. Bilarnir hava 200 kubikk mo­tor og hava 7 h/k. Hett a gev­ur eina ferð á umleið 75 km/t. 15 ára aldursmark er, so tey sum eru yngri, sleppa ik­ki at royna gocartarnar, fyrr enn tey hava nátt ald­ urs­mark­ið. Ætlandi fara eini 4 smáir bil­ar at koyra í senn og ein slepp­ur at koyra í einar 10 til 12 minutt ir, siga feð­gar­ nir, ið gleða seg at sleppa at roy­na bilarnar, og sum hava æt­lan­ir um at gera okkurt mei­ra viðvíkjandi koyring, tá jóansøkan er farin fram­ fram­við. Jamie royndarkoyrur ein av smábilunum Mynd: B. Nygaard 15 gocartar komnir til landið