Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 20. juni 2007 23 jóansøka Tað eru 10 ár síð­ani Bátafelagið Nad­d­odd ­ ur var sett á stovn og fel­ag­ið hevur ymiskt á skránni á jóansøku og bjóðar øllum bá­ta­á­hu­ ga­ð­um at vitja felagið Naddoddur Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Orðið Naddoddur hevur ser­ ligt ljóð í oyrunum á báta­ hug­að­um, tí báturin er ser­ lig­ur og hevur staðið sína roynd í royndunum at varð­ vei­ta føroyska bátasøgu og sig­l­ing. Tað var fyri at skapa á­hu­ ga fyri føroyska bátinum, at fe­lag­ið varð sett á stovn. Tá var onki neyst, men prátað varð við Gudmund Mor­ten­ sen og endin var, at væl­ken­ da Naddoddaneystið sá dag­ s­ins ljós. Felagið fekk sær seks­ær­ ing­in Naddodd og hann varð flotaður 31. maj í 1997. Felagið var stovnað ár­ið fyri. Naddoddur hevur við ár­u­m og seglum síðani ver­ ið í Hetlandi, Noreg og Ís­lan­di. Fiskar og jollur Jóansøkan er á Tvøroyri í ár og 10 ára gamla Bátafelagið Naddoddur bjóðar tí øllum báta­hug­aðum at vitjað fe­lag­ ið. Felagið hevur atløgupláss við Naddoddaneystið og við Hvítanesbrúnna. Nadd­ od­da­­neystið verður opið alt vikuskiftið. Ymsik tiltøk verða við og í neystinum á jóansøku. M. a. verða kør við livandi fisk­ um og krabbum, mynda­ fram­sýn­ingin “Naddoddur 10 ár”, syngið við kvøld, tón­leika Café og føroyskur dan­s­ur. Um viðrar verða op­ti­mist­ joll­unar hjá felagnum eisini á fjørðinum. Felagið vónar at skapa gott bátaumhvørvi á Trong­ is­vágsfirði og heitir á limir felagsins um at hjálpa til. Nærum bátastevna Við Naddoddi og jollum er lagt upp til serligt báta­um­ hvør­vi og óivað verða onnur ser­støk før á fjørðinum ei­si­ ni, t.d. skal Norðlýsið verða part­ur av Jóan­sø­ku­fest­i­val­ in­um og har fæst fiskasuppa um­borð, og um fleiri vit­jan­ di bátar eisini verða at sígg­ ja á fjørðinum, so er lagt upp til, at jóansøkan eisini gerst eitt slag av bá­ta­stev­ nu. 10 ár við Naddoddi Naddoddur avmyndaður á Trongisvágsfirði í 1997, tá báturin var sjósettur