mikudagur 20. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 116 - 20. juni 2007
jóansøka
Tvøroyrar Bygda- og
Sjóvinnusavn heldur
til í stásiligu Doktara
húsunum frá 1852 og
inni eru fleiri enn 800
gamlir lutir og fleiri
enn 1100 søguligar
myndir, umframt
at húsini eru søga
í sjálvum sær, og á
jóansøku er opið
hús og húsini eisini
karmur um eina lista
framsýning
varðveiting
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Einar Larsen er kent andlit
á Tvøroyri og í Suðuroynni.
Virkni eldri harrin er eisini
eldsálin aftanfyri Tvøroyrar
Bygda- og Sjóvinnusavn.
Fegin vísir Einar stásiligu
Doktarahúsini fram. Tey
eru sett í stand og standa
nærum sum fyrsta dagin.
Einar greiðir frá, at húsini
eru frá 1852 og vórðu bygd,
tá Napoleon Nolsøe verð
settur lækni í Suðuroynni,
tí læknatrot var í oynni tá.
Hann fekk pening frá dans
ka statinum at byggja húsini
fyri. Napoleon Nolsøe var
lækni í nøkur ár, men eftir
hann vóru danskir læknar,
til Knút Nygaard kom í
1934.
Amboðini
hjá
Nygaard eru í dag at síggja
í húsunum og tað er forvitn
isligt at síggja m.a. tilgjørd
træbein, ið óivað eru tilevn
að av lokalfólki, ið hava ver
ið fitt í hondunum.
Viðtaluhøli í oynni
Húsini vórðu bygd sum dok
tarahús, men donsku lækn
arnir vóru ikki fegnir um,
at sjúklingarnir skuldu inn í
stovur teirra, so í 1881 gev
ur danski staturin loyvi til,
at bygt verður uppí húsini.
Viðtaluhøli og bíðirúm
verður gjørt og ein leyslig
meting er, at hetta snýr seg
um einar 15 fermetrar.
- Hetta er óivað fyrsta við
taluhøli í Suðuroynni og í
bíðirúminum er bonkur til
tvey fólk, greiður Einar Lar
sen frá.
Nógv at síggja
Umfamt, at húsini í sjálvum
sær eru søgulig, so er undru
narvert, so nógv sum tað
hevur eydnast at savnað
saman av lutum, ið lýsa far
nar dagar.
Fleiri enn 800 lutir eru
inni. Í kjallaranum herberg
ar felagið fleiri gomlum
motorum og hevur eisini
fingið fatur á gamlari kirk
juurgu av Tvøroyri, sum
annars hevur verið nýtt á
Giljanesi, men sum nú á
ellisárum er komin aftur á
Tvøroyri.
Tann eini stásiligi motor
urin er av gamlu telegraf
støðini á Tvøroyri og at
síggja slíkan gamlan motor
í góðum standi, er nærum
sum at skoða eitt listarverk,
hvørt ein so hevur skil uppá
motorar, ella ikki.
Elsta skrivimaskinan
Mangt forvitnisligt er at
síggja, millum annað ein
serstøk skrivimaskina, ið
kanska er millum tær elstu í
landinum.
Einar
heldur
hana vera eini 90 ár og hon
sær ikki út sum skrivimask
inur flestar.
Við einum pinni peikar
ein á bókstavin, ið skal fell
ast á pappírið, og so trýstur
ein aðrastaðni, so stavurin
smellur á pappírið. Høvi er
at royna maskinuna, sum
virkar sum fyrsta dagin.
- Umframt eini 800 lutir,
so eru eisini eini 1100 søgu
ligar fotomyndir og nógvar
av hesum eru klárar til fram
sýning. Vit arbeiða við at
fyrireika eina stóra framsýn
ing, ið verður í skúlanum á
páskum komandi ár, sigur
Einar Larsen.
Frá Løbners tíð
Gamalt innbúgv er eisini í
húsunum og er sum ein
náttúrligur partur av einu
stovuni.
Hetta eru borð, stólar og
sofur frá Kaptein Løbners
tíð.
- Løbner var skipari hjá
Mortensens
monnunum,
greiðir Einar frá, og kemur
skjótt við eini síðusøgu um,
at tá kongalig vitjan hevur
verið á Tvøroyri, so hava
nakrir av hesum gomlu,
stásiligu stólunum eisini
verið nýttir.
Gomlu Doktarahúsini eru
opin á jóansøku, leygardag
og sunnudag frá klokkan 14
til 20, og umframt alt tað
gamla, so ber eisini til at
síggja eina listaframsýning
í húsunum, tí Aggi Ásgeirs
dóttir og Vigdis Sigmunds
dóttir sýna list fram í húsun
um.
Stásiligt savn mitt í býnum
Amboðini hjá Nygaard lækna
eru í dag at síggja í húsunum
og tað er forvitnisligt at síggja
m.a. tilgjørd træbein, ið óivað
eru tilevnað av lokalfólki, ið
hava verið fitt í hondunum.
Virkni eldri harrin er eisini
eldsálin aftanfyri Tvøroyrar
Bygda- og Sjóvinnusavn.
Fegin vísir Einar Larsen
stásiligu Doktarahúsini fram.
Tey eru sett í stand og standa
nærum sum fyrsta dagin.
Húsini eru frá 1852 og vórðu
bygd, tá Nopoleon Nolsøe verð
settur lækni í Suðuroynni, tí
læknatrot var í oynni tá
Myndir: Dagfinn Olsen
Hesin stásiligi mortorurin er av gamlu telegrafstøðini á
Tvøroyri og at síggja slíkan gamlan motor í góðum standi, er
nærum sum at skoða eitt listarverk, hvørt ein so hevur skil uppá
motorar, ella ikki.
Mangt forvitnisligt er at síggja, millum annað ein serstøk skrivimaskina, ið kanska er millum
tær elstu í landinum. Einar heldur hana vera eini 90 ár og hon sær ikki út sum skrivimaskinur
flestar. Við einum pinni peikar ein á bókstavin, ið skal fellast á pappírið, og so trýstur ein
aðrastaðni, so stavurin smellur á pappírið. Høvi er at royna maskinuna, sum virkar sum fyrsta
dagin.