Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 2 Manningarnar á Stjørnuni og Polarhavi, sum vóru úti á nýggjárinum, ótu ræst kjøt nýggjársaftan, með­an teir annars vóru í upsaroki á Munkagrunn­ inum. Tá túrur var lokin eftir veið­i í hálvt fjórð­a samdøgur, settu skipini egið­ met í avreið­ingar­ virð­i. Hetta gjørdi eisini nýggjárstúrin hugaligari, enn hann annars hevð­i verið­, um minni var at fáa - Vit liggja altíð á jólum, men loysa vanliga beint eftir høgtíðina, soleiðis at vit eru úti á nýggjárinum. Tað er sjálvandi eitt sindur keðiligt ikki at vera heima hjá fam- ilju, vinum og kenningum á nýggjárinum, og tað eru fleiri av manningini, sum helst vilja vera heima tá. Men vit vita, at skipini skulu loysa, og tí skulu tey eisini mann- ast. Men eftir ein slíkan túr, sum hendan, ert tú glaður, tá ið alt hevur gingið væl, og túrurin er lagdur afturum. Tað sigur stýrimaðurin um- borð á Stjørnuni, leirvíkingur- in Henry á Reynatrøð. Vit høvdu hann í telefonini, nú skipini eru á veg heimaft- ur eftir roksøluna í Hanst- holm. Stjørnan og Polarhav fóru út millum jóla og nýggjárs, og eftir at hava roynt í hálvt fjórða samdøgur og havt trolið úti tilsamans 12 ferðir, høvdu skipini 220 tons, sum tey seldu til ein keypara í Hanstholm fyri útvið 2,4 milj- ónir krónur netto. Tað var sølufelagið Fo-Fish í Runavík, sum skipaði fyri søluni hjá skipunum. Tað serliga við hesi sølu er, at so at siga øll veiðan var upsi – góður upsi, mest 3’arar, 2’arar og nakað av 1’arum. - Jú, hetta var stórur og góður fiskur, bert ein lutfals- liga lítil partur var 4’arar, og hetta hevði sína ávirkan á góðu søluna, sigur Henry. Tá ið vit tosaðu við stýri- mannin, hevði skiparin, Hjalti Eliasen, sum eisini er leirvík- ingur, frívakt og var lagstur. Skipari umborð á Polarhavi hendan túrin var Jákup Eg- holm, sum býr í Kvívík. Polarhav og Stjørnan, sum annars fiskaðu fyri einar 46 miljónir krónur í fjør, hava ongantíð áður havt eina so góða sølu sum hesaferð. Tær 2,4 miljónir krónurnar geva ein manningarpart, sum man fara at liggja rundan um tær 50.000 krónurnar. Vit spurdu eisini Henry á Reynatrøð um manningarnar, sum vóru úti á nýggjárinum, merktu nakað til nýggjárið yvirhøvur. Hann sigur, at skip, sum eru úti á nýggjárinum, gera einki burtur úr við at skjóta fýrverk, men treyðugt so, at ein betri biti ikki verður etin. Tað verður tað. - Kokkurin hjá okkum, sum hendan túrin var Osmund Petersen úr Rituvík, plagar at hava ræst kjøt á borðinum nýggjársaftan, og soleiðis var eisini hesaferð, tá ið tvey røst føroysk tjógv komu á borðið. Henry sigur, at manningin hevði annað at hugsa um hendan dagin enn fýrverk, tí fiskiskapurin var so ómetaliga góður – og allir høvdu ríkiligt at takast við. - Vit hava tvær kryvjimask- inur umborð á hvørjum skipi, og høvdu vit ikki hesar, hevði eingin møguleiki verið at fingið allan fiskin til høldar upp á so stutta tíð, sum talan var um. Undir slíkum umstøð- um hjálpir tað eisini væl, at skipini eru nýggj, og at arbeiðsumstøðurnar eru góð- ar. Hann sigur, at tað serliga stóð á kryvjingini og at fáa fiskin í ís. - Vit gera ísin sjálvir, men tað tekur tíð og orku at fáa fiskin í 375 kør, har ísast skal í botninum, í miðjuni og omaná. Kørini skulu eisini flytast nakað aftur og fram so hvørt, sum fiskurin fer í tey. Henry sigur, at tann størsti fiskurin, sum er ov stórur til maskinurnar, verður kruvdur við hond. Stjørnan og Polarhav eru nú á veg heim til Føroya. - Vit kunnu ikki fara beina leið aftur til fiskiskap, tí vit fingu ikki nóg mikið at kørum í Hanstholm. Meðan vit á Stjørnuni fingu 270 kør umborð, vóru eingi kør eftir til Polarhav. Tí koma vit heim eftir kørum, og tá fer eisini onkur maður í land – og aðrir koma umborð. Har- aftrat verður okkurt minni at ”skrúva”, áðrenn loyst verð- ur, sigur stýrimaðurin, Henry á Reynatrøð, sum fer við hendan túrin aftrat, áðrenn hann eigur frítúr. klumman Dagny Joensen journalistur Sjónvarp við ongum innihaldi Sjónvarp Føroya er helst eindømi í verðini, tá tað um public service ræð- ur. Tíma vit at tendra tá Dagur&Vika er, kunnu vit bert sannføra okkum um, at har verða send okkurt úr okkara verð, sum vit hava frætt í útvarpinum og gomul donsk tíðindi, sum vit frættu í DR1 í gjár. Hartil kemur heimsins løgnasta veðurkort, sum ikki kann vera ljótari. Falggskipið ”Úr bandasavni- num”, sum nú hevur leikað í í fleiri ár, er tað besta SvF hevur at bjóða. Síðani eru aðrar sendingar sum ”Ekko” og ”Ymisk Lív”, ið sum lundi á jólanátt stingur seg upp á skíggjan av og á. Álvaratos, heldur SvF-leiðslan, at fólk seta á SvF fyri at vita, um okkurt er at síggja og góðtaka hetta? Nei, soleiðis riggar nútíðar hyggjarafjøldin ikki. Vit gevast at hyggja, hóast tað við lóg er álagt okkum at gjalda hyggjaragjald. Tað gav av at bíta gamlaárskvøld, tá vit í minsta lagi kundi væntað, at eisini føroyingar skuldu merkja, at vit fóru inn í 2007. Nei vælsignað, vit sóu ”100 ára føðingardagin“, sum eg ið hvussu er havi sæð síðani 1973 í Danmark. Ja, átta ára gamli ommusonurin sat og segði replikkirnar, áðrenn hasi bæði gomlu høvdu ønt orð. Hann dugdi tað uttanat! So fór helst okkurt at koma seinni, hugsaðu vit gomlu og hugnaðu okkum óført annars. Nei, tá kom ”Dame Edna”! So mistu vit tolið og sløktu sjónvarp- ið. Tað var eisini í fínasta lagi, tí vit kundu væl hugna okkum við ongum sjónvarpi. At seta á útlendsku rásirnar hetta kvøldið riggaði ikki til okkara nýggjárshýri. So heldur práta og siga gamlar søgur fyri at stytta okkum stundir til midnátt. Við hetta lag kunnu vit saktans avtaka sjónvarpið. Tað hevði verið lítil missur fyri Føroya fólk. Kortini er torført at ímynda sær, at vit skulu erpa okkum av at vera heimsins besta land, um vit so dyggiliga nokta borgarunum innlit í hetta samfelag, og siga at vit eru føroyingar serstøk tjóð. Hvør kenn- ir seg um føroying av at síggja SvF? Skundi mær at siga, at útvarpið so frálíkt loddaði dýpið í føroyska samfelagnum við áhugaverdum samrøðum, frásagnum og skemti. Tað merkir, at vit hava fólk sum duga sítt “handverk”, men hvussu verður tilfeingið býtt, tá Kringvarp Føroya nú er farið at virka? Um so er, at politiska skipanin ikki loyvir sjónvarpinum fíggj- arligan stuðul, so skuldu politikarnir umhugsa, hvussu tað er at føra valstríð við ongum sjónvarpi. At hava SvF virkið sum nú er, sømir seg ikki fyri eina tjóð, sum vit helst vilja kalla okkum. umborð Ótu ræst kjøt og og rokaðust á nýggjárinum Umborð Vilmund Jac­ob­sen b­laðmaður vilmund@sosialurin.fo Danskir tíðindamiðlar skriva, at tað var Thorfisk í Hanstholm, sum keypti veiðina hjá Stjørnuni og Polarhavi. Stjórin, Klaus Thomsen, sigur, at prísurin upp á slakar 11 krónur fyri kilo, er ein tann hægsti fyri eina so stóra last, sum felagið nakrantíð hevur latið - Hetta er nakað, sum okkum dámar – og sum ger, at saknurin um nýggjárið er til at yvirvinna, sigur skiparin á Stjørnuni, Hjalti Eliasen, við danskar tíðindamiðlar