Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 5 um Eg veit ikki ordiliga, hví tað ikki bleiv til nakað. Men tað var um reppið, at eg skifti til Køge, sigur hann. Góðan stuðul í Danmark Christian Høgni kendi í sínari tíð í Danmark, at føroyingar stuðla føroyingum. Hetta fjálg­ aði hjá honum. ­ Mamma mín arbeiðir á Lyn­ frost, og har verður nógv tosað um fótbólt í steðgunum. Eg havi frætt, at tey spurdu ofta til mín, tá ið eg var í Danmark. Tað var eisini av og á, at eg hoyrdi onkran føroying geyla av áskoðaraplássunum í Vejle. Tað var nakað heilt serligt, sigur hann. Christian Høgni fekk ein elddóp á landsliðnum. Hann kom inn í fyrsta dystinum og skoraði. Eftir hetta var hann mestsum fastur maður. ­ Eg kom inn á landsliðið beint, tá ið teir vóru í holt við eitt ættarliðsskifti. Eg, Jákup á Borg, Fróði Benjaminsen og Rógvi Jacobsen komu í lands­ liðshitan nøkunlunda í senn. ­ Eg haldi sjálvur, at mítt persónliga avrik á landsliðnum hevur verið ov svingandi. Eg havi klára meg væl móti teim­ um veikaru tjóðunum, meðan tað hevur gingið minni væl móti teimum sterkaru mótstøð­ umonnunum, sigur Christian Høgni. Gallas og Thuram sterkastu mótstøðumenn Spurdur, hvør sterkasti mót­ støðumaður hevur verið, svarar Christian Høgni avgjørdur: ­ Thuram og Gallas móti Frankaríki vóru púra ógjørligir at spæla ímóti. Frankaríki við Zidane er sterkasta lið, ið eg nakrantíð havi spælt ímóti, sigur hann. Nógvir fótbóltsleikarar hava eitt slag av pátrúgv – okkurt ritual, sum teir útføra áðrenn dyst. Christian Høgni spælir altíð í teimum somu hosunum, men hann metir heldur, at tað er ein vani. ­ Eg havi altíð tær somu hos­ urnar innanfyri. Tær eru vorðn­ ar rættiliga slitnar eftirhondini, sigur hann og flennir. HB ein avbjóðing Í ár skal hann so royna seg hjá HB. Tað er serliga orsakað av ítróttarligu avbjóðingini, at Christian Høgni valdi at skifta til HB. ­ HB hevur eitt sterkt lið, og vit fara at satsa uppá at endur­ vinna meistaraheitið og miða móti steypakappingini. Eisini er Evropa eitt mál. ­ Í HB má eg syrgja fyri at spæla upp til mítt besta, um eg skal hava pláss á liðnum. Hjá NSÍ føldi eg, at eg var sjálvskrivaður. Sostatt verður tað ein avbjóðing at spæla við HB, sigur Christian Høgni. Hóast hann flytur til Havnar og fer at spæla við HB, fer hann ikki at slíta sambandið til Runavíkina. ­ Øll familjan býr í Runavík, og eg fari at opna eina kafé í Runavík saman við nøkrum vinmonnum, sigur Christian Høgni at enda. - Um eg skal vera heilt erligur, haldi eg, at NSÍ og B68 áttu at lagt saman fyri at fingið eitt sterkt felag, sigur Christian Høgni Jacobsen, sum her sæst við soninum Leon Jacobsen í ørmunum Christian Høgni um NSÍ anno 2007 ­ Tað sær spennandi út hjá teimum. Teir mangla fleiri av teimum, sum hava myndað liðið seinastu árini, og hetta skulu fólk venja seg við. Eg veit, at teir nakrir eru vorðnir soldaðir frá. Hetta var møguliga tiltrongt, tí at NSÍ hevur mangan valt eftir navninum heldur enn eftir dygdunum. NSÍ hevur ikki ofta havt ein uttanveltaðan venjara, og tí er útskiftingin so stór. Hinir venjararnir hava kanska verið ov nær knýttir at ávísum spælarum. NSÍ eru á pappírinum millum topp­4. Tað hevði verið ein løgin kensla, um NSÍ gjørdust føroyameistarar í ár. So hevði eg verið argur Føddur: 12.05.1980 Er í holt við pedagogút­ búgving. Hevur spælt fótbólt, síðani hann var 7 ár. Spældi fyrstu ferð í bestu deildini sum 17 ára gamal. Skoraði í fyrsta dystinum, sum var móti B36. Býr saman við unnustuni Palmu Olsen. Eigur sonin Leon Jacobsen saman við Palmu. Fakta um Chrstian Høgna