Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 16 Eragon er ein 15 ára gam­al drongur, sum­ ein dag finn­ ur ein bláan stein. Hann fer við honum­ heim­ til húsi­ ni hjá pápabeiggjanum­. Steinurin er eitt drekaegg. Skjótt kem­ur ein drekaungi sum­ Eragon kallar Saphira. Ein dagin verður húsið hjá Era­ gon álopið av teim fíggindaligu Ra'zac og pápabeiggin verður dripin. Saman við einum gomlum søgufrásagnarmanni, ið kallast Brom (Jeromy Irons), fara Eragon og drekin Saphira út at hevna deyðan hjá pápa­ beiggjanum. Hesin Brom, gerst lærumeistarin hjá Eragon. Og líka sum á ferðini hjá Frodo í Ringanna Harri, so lærir Eragon, mangt og hvat, hann lærir at berjast við svøri og at ganda. Drekareiðm­aðurin Eragon lærir um søgnina um Drekareiðmenninar í Ríkinum og bardagin hjá teimum móti ónda konginum Galbatorix. Eftir hetta er tað greitt , so fer hann at gerast drekareið­ maður. Seinni verður Eragon bjargað­ ur av hermanninum Murtagh, ið er sonur Morzan, ið var hin fyrsti drekareiðmaðurin. Hann er seinni, í besta Star Wars stíli, endaður við at arbeiða fyri tí ónda Galbatorix. Tá Eragon og Murtagh royna at sleppa sær til rýmingar møta tey álvakvinnuni Arya. Hon var upprunaliga vørður at drekaeggunum. Nú er hon eitra av monnunum hjá Galbatorix. Skal hon bjargast, er hon noydd at berjast saman við Varden, sum er seinasta styrkin, ið berjist móti ónda konginum. Eragon, Murtagh, Saphira og Arya fara øll saman at finna Varden, men onkur er komin við aftan á teimum. Høvundin bert 22 ár Eragon er bók, skrivað av bert 22 ára gamla Christopher Pa­ olinis. Hansara fantasy­skald­ søga er fyrri partur av trimum, kallaðar The Inheritance Trilogy. Tey bæði bindini, ið eru útgivin, kallast Eragon og Den ældste, útgivnar av forlaginum Sesam. Hesar eru báðar farnar upp í toppin á sølulistinum. Tað er eingin ivu um, at høv­ undin er alt ov inspireraður av Ringanna Harri. Her eru alt ov nógvar áminningar um hobbar, álvar, óndar verur, Gollum Irons og Malkovich Jeremy Irons spælir Broom. Hann gjørdist kendur fyri røðina Brideshead Revisited (Gensyn med Brideshead, 1981) og fekk tá eina Emmy­ nominering, Britiska Filma­ kademi virðislønina og ein Golden Globe som Besti Leikari 1981. Vit kenna hann frá m. a. The House of the Spirits (Åndernes hus, 1993), filminum hjá Bernardo Berto­ luccis Stealing Beauty (Forfør­ ende skønhed, 1996), Lolita (1997) seinast eg sá hann var í The Merchant of Venice (Køb­ manden i Venedig, 2004). Sum óndi kongurin Galba­ torix spælir eingin annar enn John Malkovich, ið er ein teim mest kendu karakterleik­ arunum frá USA. Hann kenna vit frá nógvum óførum filmum, so sum Steven Spielbergsa Empire of the Sun (Solens rige, 1987), meistaraverkið hjá Bernardo Bertolucci The Sheltering Sky (Under himlens dække, 1990), hann hveur leikt í filmunum hjá so kendum fólkum sum Michelangelo Antonioni & Wim Wenders, har hann leikti í Al di lá delle nuvole (Bag skyerne, 1995) og sjálvandi spældi hann í film­ inum hjá Spike Jonze Being John Malkovich. Leikstjórin er royndur innan visuellar effektir, tí Stefen Fangmeier, hveur verið við at arbeitt á filminum hjá Steven Spielbergs Hook (1991), Jurassic Park (1993) og Saving Private Ryan (1998). Hann hevur arbeitt fyri Wolfgang Petersen The Perfect Storm (2000), Doug Liman The Bourne Identity (Manden uden navn, 2002), M. Night Shyamalan Signs (2002), Lawrence Kasdan Dreamcatcher (2003) og Peter Weir Master and Commander (2003). Við filminum Eragon fær hann debut sum leikstjóri. Flottur film­ur, m­en vit kenna søguna Hetta er í støðun ein líka so flott gjørdur filmur sum Ring­ ana Harri triologiin. Tað er eitt tómrúm, nú hesir filmar eru út­ sendir í óendaligum directors cut DVD­fløgum, og nú tað er so leingi at bíða eftir næsta Harry Potter filminum, sum ikki kemur fyrr enn á sumri 2007. Søgan um Eragon og bard­ agan móti Galbatorix, hjálp­ arnar Brom og Murtagh og álvagentan Arya, minnir bara alt for nógv um ein lítlabeigga til Lord of The Rings, at eg sat og hugsaði um hendan filmin allan vegin. Ummæli Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com filmurin Lagt til rættis: Kim Simonsen Eragon ED SPELEERS Brom JEREMY IRONS Arya SIENNA GUILLORY Durza ROBERT CARLYLE Galbatorix JOHN MALKOVICH Murtagh GARRETT HEDLUND Onkel Garrow ALUN ARMSTRONG Roran CHRIS EGAN Hrothgar GARY LEWIS Ajihad DJIMON HOUNSOU Rødd Saphiru RACHEL WEISZ Horst RICHARD RIFKIN Sloan STEVE SPEIRS Angela JOSS STONE Leikstjóri Stefen Fangmeier. 115 minuttir. 11 ára aldurs­ mark. Frumframførdur í Havnar Bio 15. desember 2006. Fakta um­ Eragon Eragon