Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 204 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 4 • 5. - 6. januar 2007 Vikuskifti 20 átrúnaður Sálmur 8: Hvat er tá menniskjað? Bíbliulestur úr Gamla Testamenti eftir týðing Victor Danielsens 1 Til songmeistaran. Eftir gittit. Sálmur. Eftir Dávid. 2 HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina, Tú, sum hevur breitt út dýrd Tína yvir himmalin! 3 Av munni smábarna og bróstabarna hevur Tú grundfest Tær vernd, fyri teirra skuld, sum eru óvinir Tínir, fyri at teppa fíggindan og hin hevnisama. 4 Táið eg síggi himmal Tín – verk fingra Tína – mánan og stjørnurnar, ið Tú hevur gjørt, 5 hvat er tá menniskjað, at Tær kemur tað í hug, menniskjabarnið, at Tú tekur Tær av tí! 6 Tú gjørdi tað lítið lægri enn Gud, við heiður og dýrd krýndi Tú tað; 7 Tú setti tað at ráða yvir handaverkum Tínum, alt legði Tú tí undir føtur, 8 smáfæ og neyt, øll somul, ja, tey villu dýrini á markini, 9 fuglarnar undir himli og fiskin í havinum, alt tað, ið ferðast vegir havsins. 10 – HARRI, Harri okkara, hvussu dýrt er ikki navn Títt um alla jørðina! orðið Leggja dent á bíbliuundirvísingina Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Samkoman Oasan í Hoy­ vík fer í ár at broyta møtistrukturin nakað. Endamálið er at leggja størri dent á bíbliuundirvís­ ingina Oasan: - Guds orð er tað týdn- ingarmesta av øllum í einari samkomu. Vit fáa ongatíð nóg mikið av tí, verður sagt úr sam- komuni. Byrjað varð í heyst við skipaðari bíbliuundirvísing, av teirri einfaldu orsøk at tørvur var á slíkari. Sum skilst hava fólk verið sera fegin um hetta, bæði tey sum lýddu á og tey sum stóðu fyri hesi undirvís- ingini. Bíbliutímarnir vóru tá ann- aðhvørt mikukvøld, men nú er ætlanin at skipa hetta á ein øðrvísi hátt og ein annan dag, skilst á lagnum. Byrjað verður longu komandi sunnudag og aftur komandi sunnudag kl. 11, tá undirvíst verður í einum ávís- um evni. Tveir teir næstu sunn- udagarnar verða so kvøldmøti kl. 18. Ætlanin er at halda fram við hesum á sama hátt, soleiðis at ein hevur bíbliuundirvísing tveir teir fyrstu sunnudagarnar í mánaðinum og kvøldmøtir hinar báðar sunnudagarnar. Komandi tveir sunnudagarnar verður tað Valdemar Simonsen sum fer at undirvísa. Evnið er “At hava kærleika til sann- leikan í Guds orði”. Ikki er vanligt at hava fartelefonina tendraða undir eini gudstænastu. Men tað gjørdu skótarnir í Leirvík herfyri tilvitað. Kirkjan: Í farna mánaði kundi kirkjufólkið í Leirvík hátíðar- halda 100 ára dagin fyri vígsl- uni av kirkjuni í bygdini. Her varð nógv gjørt burtur úr henda dagin, við gudstæn- astum av ymiskum slagi og við einum hópi av innsløgum, fyri at gera dagin so hátíðarkendan sum gjørligt. Millum tey mongu tiltøkini í hesum sambandi var ein guds- tænasta sjálvan vígsludagin, sum skótarnir skipaðu fyri. Henda gudstænastan byrjaði í roynd og veru uttandura við eini løtu á Toftanesi, har útgrevsturin í bygdini liggur. Hesin útgrevsturin ber boð um kristna búseting, tí ein á staðnum hevur funnið m.a. fleiri krossar, sum helst stava úr Írlandi. Farið varð síðani í kirkjuna til gudstænastu, sum var held- ur øðrvísi enn tær vanligu. Kirkjubønin var nevniliga ein hópur av bønum við sms- teksti. Skótarnir vórðu nevniliga bidnir um at taka fartelefonina við, og síðani senda eitt sms við eini stuttari børn til eitt ávíst telefonnummar. Teir fingu síðani høvi at senda eitt sms við eini stuttari bøn, sum seinni varð víst á veggin við stórskíggja. Sagt verður, at hetta var ein still og góð løta. Eftir gudstænastuna vóru fólk boðin niðan í skótahúsið til ein góðan bita. Høvuðsstýrið hjá Heima­ missiónini hevur samtykt fíggjarætlanina fyri 2007. Hon javnvigar við 8,704 mió. krónum Heimamissiónin: - Hetta er ein øking uppá 85.000 kr. sammett við fíggjarætlanina fyri 2006, upplýsir Jørmund Foldbo, fíggjarleiðari hjá Heim- amissiónini. Av samlaða umsetninginum hjá hesi missiónsrørsluni, sum hevur høvuðssætið sítt í Nesvík, eru 3,7 mió kr. í gáv- um, meðan restin, 4,9 mió. kr. eru inntøkur av sølu. Millum tær fyritøkurnar sum útvega fígging til Heim- amissiónina er útleigan av leguhúsinum í Nesvík, mál- gagnið Trúboðin og Heima- missiónsforlagið, sum stendur fyri sølu av bókum, fløgum og øðrum. Heimamissiónin hevur annars omanfyri 20 lønt starvsfólk, umframt fleiri frítíðarstarvsfólk. Aðalskrivari er Vagn Foldbo. SMS-bønir í Leirvík Skótabønir Rættiliga nógvir skótar nýttu høvið at skriva eina sms-bøn við hesa gudstænastuna. Vit prenta her nakrar teirra. Ein fullfíggjaður listi er annars prentaður í kristiliga ungmannablaðnum KRUNG: Takk fyri at eg havi klæðir Takk at tú doyði fyri okkara syndir Ver hjá teimum sum einki eiga Takk fyri at beiggi bleiv frískur. Eg elski teg Takk fyri at tú frelsti meg Gud! Grøð meg frá tí trongd eg havi til tað ónda Takk at tú hjálpir teimum sjúku Rita navn títt mær í hjarta Fíggjarætlan uppá slakar 9 milliónir