hósdagur 15. mars 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 52 - 15. mars 2001
15
gult cyan magenta svart
14
Nr. 52 - 15. mars 2001
VIÐMERKINGAR
Vagnur Michelsen
Eitt dapurt politiskt skíggj
hongur í løtuni yvir okkara
vøkru oyggjum. Føroying-
urin er í villareiði politiskt,
og tú hevur eina kenslu av,
at tað fara at ganga nógv ár,
áðrenn vit veruliga fáa
politiskan frið í Føroyum.
Føroyskir og danskir
fjølmiðlar hava gjørt nógv
burturúr politisku orrustuni
seinastu vikurnar, og sein-
asta leygardag sendi Dan-
marks Radio í tríggjar
tímar um føroysk viður-
skifti. Eftir seinastu polit-
isku orrustuna havi eg gjørt
mær hesa niðurstøðu:
1) Tað eydnaðist í fyrsta
umfari Poul Nyrup at seta
føroyingar upp ímóti hvørj-
um øðrum. Men boome-
rangin, sum Nyrup kastaði
við fyrstu samráðingar við
føroyingar, fer fyrr ella
seinni at koma aftur til
Danmarkar. Danir fara
einaferð at ásanna, at tak-
tikkurin ímóti føroyingum
var hin skeivi. Tú kanst ikki
niðurbinda eitt fólk við
hóttanum. Hava danir ikki
lært av, tá ið Ísland varð
lýst sjálvstøðug tjóð. Hví
bleiv ísakalt landanna mill-
um?
2) Leygarkvøldið fingu
vit frá sjálvum Nyrup at
vita, at millum annað nato-
londini USA, Stórabret-
land, Canada og Norra hava
stóran áhuga í, at Føroyar
eru í einum ríkisfelags-
skapi, sum danir leiða.
So er staðfest, at Føroyar
eru ein týdningarmikil geo-
grafiskur partur í Nato,
sum natolondini fyri alt í
verðini vilja hava í sínum
parti.
Tí er tað ikki so løgið, at
danir í nógv, nógv ár hava
spart milliarda upphæddir í
natolimaskapi, tí at ein
natostøð er í Føroyum.
Fullveldismálið fyri Nyrup
er bert talan um pengar og
makt. Talan er ikki um
kærleika til vanliga føroy-
ingin.
3) Sum ungur fekst tú
mangan at vita, at Fólka-
flokkurin
var
ógvuliga
tjóðskaparligur í Norð-
oyggjum og í Eysturoynni,
men tá ið tú komst suður
um Kollafjørð og vart
komin niðan í Hórisgøtu
gjørdist flokkurin meiri og
meiri sambandssinnaður.
Hetta fingu vit so dyggi-
liga staðfest í seinastu viku.
Okkara tjóðskaparsinnaði
løgmaður er rætt og slætt
bukaður upp á pláss av
teimum sambandssinnaðu
fólkafloksmonnunum.
Løgmaður er ímóti sínum
egna vilja hamskiftur, tað
sæst eisini so týðiliga á
eygnabránum. Spell fyri
henda annars so hampu-
liga, siðiliga og vælum-
tókta løgmann.
Tá ið hetta er sagt, er at
fegnast um, at tjóðskapar-
samgongan í skrivandi løtu
heldur fram.
Eitt er tann politiski dyst-
urin við danir, eitt annað er
politikkurin heima í Før-
oyum.
Tað er ein øgiligur dyna-
mikkur og positivur andi í
føroyska samfelagnum í
løtuni. Vit hava mestsum
einki arbeiðsloysi og fólk
flytur aftur til Føroya, bygt
er nýtt vaktarskip og nýggj
sandoyarferja, vit fyrireika
nýtt suðuroyarskip, gera
vágatunnil, útbyggja lands-
sjúkrahúsið, hava loyst
marknaðartrætuna við bret-
ar, bankamálið varð loyst,
pensjónin hjá teimum eldru
er hækkað munandi og
friður er í sjúkrahúsverkin-
um, oljuvinnan er í góðum
hondum og búskapurin er
sera góður í landinum. Bert
at nevna nøkur av mál-
unum, sum henda sam-
gongan hevur avgreitt og
fer at avgreiða.
Alt hetta er farið fram,
meðan Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin hava
verið í andstøðu. Og serliga
hevur
Javnaðarflokkurin
grenjað, verið negativur og
verið ímóti øllum, sum
hevur rørt seg í landi okk-
ara. Ja, sjálvt Jóannis Ejd-
esgaard mátti ransaka seg
sálvan og ásanna í Sosial-
inum um ársskiftið, at hann
hevði verið alt, alt ov
negativur og mátti leggja á
annan bógv.
Tí fái eg meg ikki at
trúgva, at føroyingurin vil
venda aftur til samgonguna
frá
1994-1996
millum
Sambandsflokkin og Javn-
aðarflokkin. Ein sambands-
flokk, sum fekk misálitis-
váttan í 1998 og ein Javn-
aðarflokk,
sum
rýmdi
undan ábyrgd í 1996. Ed-
mund Joensen og Jóannis
Ejdesgaard
vóru
sum
hundur og ketta, og tí
endaði samarbeiði teirra
millum 1996. Gloyma fólk
veruliga so skjótt?
Sjálvandi hevur henda
samgonga
gjørt
nøkur
sjálvmál og nógv kundi
verið gjørt øðrvísi. Men
Rom bleiv ikki bygd eftir
einum degi.
Annars skal Fólkaflokk-
urin vera fegin um, at einki
nýval verður á hesum sinni,
tí flokkurin hevði fingið
ein dyggan undir vangan.
Somikið hoyrist frá trúgv-
um fólkafloksveljarum í
havnargøtum.
Boomerangin endar aftur í Danmark
Albert Isfeld
100 Tórshavn
Tað sær út til, at føroysku
fjølmiðlarnir hava tikið
støðu ímóti fullveldinum
og taka heilt og fult undir
við donsku niðurgerðingini
av tí føroyska fólkinum
saman við danskari pressu.
Amerikanski forsetin og
nýskaparin Abraham Lin-
coln segði einaferð nakað
soleiðis: »Tú kanst lúgva
fyri einum parti av fólk-
inum alla tíðina og tú kanst
lúgva fyri øllum fólkinum í
eina tíð, men tú kanst ikki
lúgva fyri øllum fólkinum
alla tíðina«.
Lat hetta standa sum
lærusetningur
fyri
teir
føroysku fjølmiðlarnar.
Ta síðstu tíðina verður
endurtikið upp í saman í
útvarpi og sjónvarpi og í
bløðunum, at vit hava fing-
ið undirgrundina frá dansk-
arum, ongin av hesum
miðlum seta spurnartekin
við útsagnið at vit hava
»fingið undirgrundina frá
danskarum«.
Eg leggi onki í at fara út í
juridiskar ella stjórnmála-
frøðiligar útgreiningar, tað
duga Atli Dam og Halgir W.
Poulsen nógv betur enn eg.
Vit hava búð í Føroyum í
umleið 1200 ár og ongin
hevur higartil, so vítt eg
veit sett spurnartekin við,
um vit eiga tann fiskin,
sum vit fiska, ella teir seyð-
ir vit fletta. Heldur ongin
hevur, so vítt eg veit, takka
danskarum fyri tey epli,
sum verða velt í Føroyum.
Bert ein persónur hevur
higartil, so vítt eg veit,
takka danskarum fyri eitt
tilfeingi, sum vit heilt av
okkum sjálvum eiga. Hetta
hendi á einum føðingardegi
há tí stóra kolonibestýrar-
anum í 1992. Vit vóru
fleiri, sum tá frøddust um,
at tað endaliga var staðfest,
at nú áttu vit sjálvi undir-
grundina og harvið oljuna
og mangt annað gott, sum
møguliga finst í henni. Vit
føldu takksemi yvirfyri
okkara skapara, at endiliga
sigraði rættvísi – í teimum
umhvørvum eg ferðist í,
hevði ongin hug at halda
saman hendir og takka
kolonivaldsharranum.
Eg veit væl, at tá ið onk-
ur byrjar at jabba okkurt, er
tendensurin ofta, at øll fara
at jabba tað sama og tað ger
heldur onki, tá ið jabbað
verður um smávegis ting og
hendingar og tá ið tann ið
jabbar »bert« er Palleba
ella Marsanna.
Men tað ger sanniliga
ikki tað sama, tá ið tíð-
indafólk byrja at jabba.
Teirra uppgáva er at bera
okkum sonn, røtt og intelli-
gent tíðindi, at útgreina
hesi tíðindi fyri okkum les-
arum og lurtarum á bestan
hátt, hetta krevur bæði út-
búgving, lesnað og al-
mennvitan – tað nyttar onki
her at skjóta seg undir ideo-
logiskar ella partapolitiskar
hugsjónir.
Í fullveldismálum hava
vit nú, síðan samráðingar
við
danskarar
byrjaðu,
hoyrt
tíðindamann
hjá
Útvarpi Føroya sagt frá
samráðingunum. Um hesin
maður hevur útbúgving
sum journalistur veit eg
ikki og um sami maður
ongantíð lesur útlendsk
bløð, veit eg heldur ikki,
men eitt veit eg, og tað er,
at hesin maður útvarpssins
ber donsk tíðindi til før-
oyingar.
Hvørt orð, tað verði seg
skriva ella tosa, frá danskari
síðu, verður endurgivið, sum
um her er talan um høgan
lærdóm og sannleika, ja man
situr eftir við eini fatan av, at
hesin maður stríðist mann-
liga fyri einari danskari sak
og vil doyggja um so man
vera.
Her meini eg og nógv við
mær, at útvarpsstjórin eigur
skyldu, at geva okkum lurt-
arum sakligan tíðindaflutn-
ing, eg meini ikki, at vit
skulu jabba eftir munnin-
um hjá Anfinni ella Høgna
– vit krevja bert valuta fyri
okkara útvarpsgjald.
Heimføðisligheitin
og
undirbrotligheitin eigur ikki
heima í Útvarpi Føroya.
Tað kann vera at før-
oyska tjóðin var ikki líka
væl fyri í menning og
lærdómi fyri umleið fimti
árum síðani, sum tey lond-
ini vit sammeta okkum við.
Tá var helst ringt at fáa fat-
ur á væl útbúnum og roynd-
um fólki – vit høvdu onga
elitu ella intelligensia – tí
var ofta hugt at hvat dansk-
arar søgdu og skrivaðu. So
er ikki longur, vit hava nú
fólk við lærdómi og roynd-
um innan at kalla øll øki, so
tað er ikki neyðugt, hvørja
ferð at lata danskarar koma
framat microfonini, sum
serfrøðingar innan øll øki.
Vit duga eisini sjálvi (sjálv-
andi skulu vit fylgja við
hvat hendir úti í heimi og
um neyðugt, fáa fólk henda
vegin at greiða frá v.m.).
Tað sum omanfyri er sagt
um Útvarp Føroya, er á lag
tað sama, sum kann sigast
um Sjónvarp Føroya, bert
við tí muninum, at sjónvarpi
næstan ongi tíðindi ber.
Tað gleðiliga er hent við
Dimmalætting, at hon nú er
blað fyri allar føroyingar.
Tað sama kann ikki sigast
um Sosialin, her valdar mið-
aldarligt myrkur, tað er bara
ein
meining,
sum
er
galdandi, ja sjálvt í karika-
turtekningunum hjá Óla
slær hesin hugburtur í gjøg-
num. Hugsi tykkum til, um
enski karkaturteknarin undir
seinna heimsbardaga við
heitinum Low, bert teknaði
skemtitekningar av Chur-
chill og ongar av mótstøðu-
manninum Hitler.
At enda kann eg nevna
fúlu skrivingina hjá donsku
bløðunum, síðan fullveldis-
málið byrjaði. Tað sær út
til, at her er onki mark fyri
fordómum og rasismu mót-
vegis føroyingum. Vit sum
hava búð í Danmark kenna
okkum ikki aftur, og serliga
hugstoytt er, at føroysku
fjølmiðlafólkini eru farin í
song við fíggindanum.
P. S. Um tað er seriøsur
tíðindaflutningur at siga, at
danskarar hava »givið okk-
um undirgrundina«, so
manglar kortini at siga
okkum frá, nær og hvussu
undirgrundin er vorðin
donsk ogn.
Karsten Loiborg
Fra flere sider er jeg blevet
gjort opmærksom på en
artikel i dagens udgave af
“Sosialurin” skrevet af
John Johannessen, hvori
det under overskriften “He-
lena kann fáa dóm” bl.a.
anføres: “Upprit frá løg-
frøðingi hjá Fólkatingsins
Umboðsmannastovni mælir
løgmanni til at fara viðari
við málinum”. I fortsætt-
else heraf har jeg set at
historien også findes på
bladets hjemmeside, hvor
det bl.a. anføres “Upprit
løgfrøðingi hjá Fólkating-
sins Umboðsmanna mælir
løgmanni til at fara viðari
við málinum”.
Disse udsagn ser jeg mig
nødsaget til at korrigere.
Jeg har uformelt på lag-
mandsdirektørens initiativ i
telefonen drøftet nogle
juridiske spørgsmål som
har forbindelse med “pen-
sjónsmálið”, men jeg har
udtalt mig som privatper-
son, og ikke som ansat hos
Folketingets Ombudsmand
(som ingen kompetence har
over for færøske myndig-
heder) - hvilket jeg også
gjorde lagmandsdirektøren
meget klart. Jeg har ikke
“anbefalet” Lagmanden “at
gå videre med sagen”, men
har besvaret spørgsmål fra
lagmandsdirektøren
om
hvad man ville have gjort i
en tilsvarende sag i Dan-
mark. Jeg har i denne for-
bindelse svaret at en helt
tilsvarende sag mig bekendt
ikke har foreligget, men i
øvrigt peget på forskellige
spørgsmål som jeg ville
mene man i den givne
situation
nærmere
ville
undersøge og overveje.
Jeg blev i øvrigt først
nogen tid efter telefonsam-
talen med lagmandsdirek-
tøren bekendt med at der
var lavet et internt telefon-
notat, og at dette var blevet
videregivet til udenforstå-
ende, og jeg er først efter
fremkomsten af artiklen i
dagens udgave af “Sosial-
urin” blevet bekendt med
telefonnotatets indhold.
Artiklen i dagens udgave
af “Sosialurin” omtaler vid-
ere en (mulig) overtrædelse
af § 5, stk. 2, i “lógini um
ábyrgd landsstyrisins”. Jeg
skal præcisere at jeg ikke
har udtalt nogen opfattelse i
relation til dette spørgsmål,
men derimod generelt und-
er samtalen flere gange
gjorde opmærksom på at et
juridisk ansvar for såvel
embedsmænd som politik-
ere ikke alene forudsætter
at der objektivt er sket
noget forkert, men at det
også kan bevises at be-
stemte personer subjektivt
kan tilregnes dette.
Jeg beder venligst om at
såvel artiklen i “Sosialurin”
den 13. marts 2001 som
avisens hjemmeside berigt-
iges i overensstemmelse
med ovenstående.
Fjølmiðlarnir og fullveldið
Berigtigelse af artikel i Sosialurin
ÚT AT KOYRA
Mikukvøldið 7. mars
vóru eini 50 fólk
savnað á bildeildini á
Tekniska Skúla í
Havn, har skipað varð
fyri evniskvøldi fyri
bilmekanikarar, har
høvuðsevni var
EOBD, ið er nýggja
lógarkravda tøknin,
sum allir nýggir bilar
við bensinmotori
skulu hava frá 1.
januar í ár
BILAR
Magnus Gunnarsson
Í lýsingini frá bildeildini
stóð, at evniskvøldið skuldi
snúgva seg um CARB -
OBD - og EOBD. Fyri tey
flestu søgdu hesir bók-
stavirnir ikki nógv, so
spennandi var at fáa meira
at vita um hesi evni. Fund-
urin byrjaði kl.19.00, har
Eirikur Ó. Simonsen, lær-
ari, beyð vælkomin og
segði, hvat var á skránni
fyri kvøldið, Síðani læt
hann orðið til Arna Thue
Hansen frá Bosch í Dan-
mark. Hann greiddi frá, at
orsakað av tí alsamt vaks-
andi dálkingini verða sera
strong krøv sett til bilverk-
smiðjurnar og harvið eisini
til tey, sum skulu umvæla
bilarnar. Arbeiðið sum bil-
mekanikari er ómetaliga
nógv broytt tey seinastu
árini.
Byrjaði í Kalifornia
Amerikanski staturin Kali-
fornia er kendur fyri sínar
strongu lógir fyri dálkandi
útstoytsgassi á bilum við
bensinmotori.
Fyri
at
minka um luftdálkingina,
innførdu teir »California
Air
Resources
Board«
(CARB) í 1988 fyri at
minka um útlátið á øllum
akførum við bensinmotori í
landinum. Harafturat inn-
førdu teir »On Board Diag-
nose« (OBD), ið er ein
elektronisk stýrd skipan,
sum ansar eftir øllum kom-
ponentunum, sum hava við
útlátið úr útstoytinum at
gera. Fyri at gera tað
møguligt hjá bilføraranum
at varnast brek í OBD
útlátskipanini, vórðu ávar-
ingarljós sett í bilarnar. Í
1996 blivu krøvini til út-
látið uppaftur strangari við
OBD II, sum eisini bleiv
innførd í Evropa sum Euro-
peisk On Board Diagnose
(EOBD).
EOBD frá 1.januar
Fyri at verða góðkendir í
Evropa skulu allir bilar við
bensinmotori frá 1. januar í
ár av lúka EOBD krøvini.
Endamálið við EOBD er til
dømis eitt støðugt eftirlit
við øllum komponentum,
sum kunna ávirka dálking-
ina úr útstoytinum, skrá-
seting av brekum, sum hava
við útstoytsgassið at gera,
goymsla av upplýsingum
um brek, sum koma fyri, og
møguleikan fyri at avlesa
goymd brek við diagnosu-
útgerð. Evropeiska nevndin
fyri flutning, umhvørvið og
ídnaðin hava saman við
bila- og oljuídnaðinum,
gjørt reglur um eina stig-
vísa minking av luftdálk-
ingini.
Praktiskar uppgávur
Eftir ein steðg við kaffi og
køkum hetta kvøldið vórðu
eisini gjørdar praktiskar
uppgávur, har teir simuler-
aðu brek, leitaðu í skipan-
ini, funnu brekini, rættaðu
og strikaðu tey. Tað er nú
einaferð soleiðis, at flest øll
brek í skipanini hava við
sær vandan fyri meiri dálk-
ing, tí er tað so neyðugt at
brekini verða rættað bein-
anvegin.
Sum dømi um, hvussu
nógv meira umhvørvisvin-
arligir bilarnir eru vorðnir í
dag kann nevnast, at ein
Ford Cortina frá 1977
dálkaði tað sama sum 50
Ford Mondeo frá í dag, og
ein Mondeo frá í dag,
dálkar tríggjar ferðir minni
enn ein Mondeo frá 1993.
Hetta man vera galdandi
fyri tey flestu bilmerkini.
Eirikur Ó. Simonsen, lærari,
beyð vælkomin og segði, hvat
var á skránni fyri kvøldið
Væl vitjað
evniskvøld
á bildeildini
á Tekniska Skúla
Arne Thue Hansen frá Bosch í Danmark greiðir frá um nýggju umhvørvisvinaligu lógirnar,
sum eru settar í gildi
Nógv fólk var komið saman á
Tekniska Skúla hetta kvøldið,
har ein stórur partur av bil-
starvsgreinini var
umboðaður