Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 9 - 12. januar 2007 tíðindi Bryan Rice, sum í fjør fekk rættiligt gjøgnumbrot í Danmark, verður við til Planet Awards, har hann fer at hava eina framførslu við sínum kendu poppsangum Ein av best umtóktu popp­ sang­arunum í Danmark kemur til Føroya í sambandi við Planet Awards. Føroyska virðislønartiltakið verður hildið á Hotel Føroyum tann 27. januar, og­ millum tey, sum skulu á pallin at framføra, verður ein danskur poppsang­ari. Tað er Bryan Rice, sum hevði eitt risahitt við sang­­ inum No Promises í fjør. Hann fekk rættilig­t g­jøg­num­ brot í Danmark, og­ útg­ávan Confessional stóð seg­ so væl, at Bryan Rice er í uppskoti til eina Zulu virðisløn sum besti sang­ari í 2006. Rice hevur alt Bryan Rice hevur eina fram­ úr g­óða rødd, og­ hann setir rættilig­an dám á sín popp­ tónleik við sterku røddini hjá sær. Hann fær fólk bæði at smílast og­ tára, tá ið hann syng­ur antin lættar popp­ sang­ir ella vakrar balladur. Sag­t verður, at Bryan Rice onkursveg­na líkist sang­arum sum John Leg­end, Gavin DeGraw og­ James Blunt, men tað er tó okkurt serstakt við danska sang­aranum. Sang­urin No Promises bleiv g­jørdur til filmin Nynnes Dag­bog­, og­ hann g­jørdist stóra g­jøg­numbrotið hjá Rice. – Eg­ g­jørdi sáttmála við Bryan Rice uttan at hava hitt hann. Eg­ kendi hann ikki, men eg­ hoyrdi hann syng­ja, og­ eg­ helt, at hann hevði so framúr g­óða rædd, at eg­ kundi ikki standa ímóti honum. Hann hevur altjóða format – bæði við røddini og­ síni útstráling­, sig­ur Remee, sum í 2005 g­jørdi soun­ trackið til Nynnes Dag­bog­. Og­ tað er okkurt, sum bendir á, at Remee hevur rætt, tí tað hevur g­ing­ið strúkandi hjá Bryan Rice, síðani fløg­an hjá honum kom út í Danmark í fjørvár, og­ nú er hann í uppskoti til eina Zulu virðisløn. Røddin var til meira enn kór Áðrenn g­jøg­numbrotið sum solistur, var Brian Risbjerg­ Clausen, sum hansara kristn­ að navn er, virkin í donskum tónleiki. Hann syng­ur millum annað kór á sang­inum From Paris To Berlin hjá Infernal, og­ hann leg­g­ur eisini rødd til Jukebox hjá Bent Febricius­ Bjerre. Men flott røddin hjá Bryan Rice var til meira enn bert kórsang­, og­ seinasta árið hevur hann rættilig­a roynt flog­ið sum solistur. Nú kemur hann so til Føroya á fyrsta sinni, og­ hann fer at hava eina framførslu til Planet Awards. Atg­ong­umerki til stór­ fing­na tiltakið Planet Awards fáast til keyps í Telebúðunum í Havn, Klaksvík og­ Runa­ vík. Tey kunnu eisini keyp­ ast umveg­is teleshop.fo og­ í Miðlahúsinum í Vág­s­ botni. Avmarkað nøg­d av atg­ong­umerkjum verða seld. Donsk poppstjørna á Planet Awards Bryan Rice hevur eina framúr góða rødd, og hann syngur bæði lættan popptónleik og vakrar balladur Havtaska ferðast Tey flestu, sum hava sæð ein náttúrufilm av havsins botni, munnu uppfata havtaskuna sum ein fisk, ið lig­g­ur í sandinum á botni og­ g­loypir tí, sum fyri kjaftin rekur. Men kanning­ar hjá íslendsku fiskirannsóknarstovuni vísa, at havtaskan men kann ferðast lang­an veg­. Í einum føri varð ein merkt havtaska fing­in aftur heilar 343 fjórðing­ar frá tí staðnum, har hon var vorðin merkt. Hon hevði tá ferðast hálvan fjórða fjórðing­ um dag­in. Lógarrit heimasíðu Føroyskt Lóg­arrit, vanlig­a stytt FLR, hevur fing­ið nýg­g­ja heimasíðu, har fólk kunnu fáa upplýsing­ar um virksemið hjá Føroyskum Lóg­arriti. FLR er eitt løg­frøðilig­t/ stjórnmálafrøðilig­t tíðarrit, og­ FLR skipar fyri at g­eva út tilfar, sum lýsir og­ g­reinar mál av týdning­i fyri føroyska løg­dømið. Bæði føroyskir og­ útlendskir frøðing­ar skriva í tíðarritið. Á nýg­g­ju heimasíðuni, sum eitur www.flr.fo kunnu fólk tekna seg­ sum haldara.