Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 9 - 12. januar 2007 - Fylgir tú ikki við í kappingum av hesum slag, so er so slettis eingin møguleiki at vinna, sigur Marianna Nolsøe, sum nú kann bjóða 17 fólkum við sær til Lalandia at ferðast Vinnari Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo - Hvat gera tit her?, vildi Marianna Nolsøe hava at vita, tá Sosialurin í gjár hevði leitað sær niðan á Tjaldurs Apotekið í Havn. - Far nú burtur við hasum myndatólinum. Fólkini halda, at okkurt er heilt galið! Ørindi okkara vóru at siga frá, at Marianna átti virðismikla seðilin, tá lutur varð kastaður um vinnaran av stóru jólakappingini hjá Sosialinum. Og tá hon so fekk at vita, at hon saman við 17 øðrum nú kundi fara til Lalandia á summaferð, var hon sjálvandi ovurfegin. - Tað skal eg halda við. So noyðist eg at bjóða “venner og bekendte”. Børnini eru tvey í tali, og tey saman við teirra verða sjálvandi boðin. Men so má annars fara at finna útav, hvussu restin av ferðalagnum skal síggja út, sigur hon flennandi. Og hóast bilsin, so er hetta nú ikki fyrsta ferðin, at Marianna vinnur góðan vinning. - Eg havi vunnið í V4 einaferð, og eina ferð havi eg eisini vunnið í happa- dráttinum. Eg vil ikki siga, at eg spæli við hvørjaferð, men er ein kapping, sum t.d. tann í Sosialinum, so royni eg at fylgja við. Gert tú ikki tað, so er so slettis eingin møguleiki at vinna. - Og so kundi eg kanska lagt afturat, at kanska er hetta eitt gott arbeiðspláss í so máta. Seinast tit høvdu slíka kapping, endaði vinningurin eisini her á Apotekinum, so tað hevur nokk sínar fyrimunir at vera her, flennir Marianna. Hon var púrasta ovfarin tíðindi Marianna Nolsøe var bæði bilsin og ovfarin, tá hon á arbeiðsplássinum fekk at vita, at hon hevði skorað høvuðsvinningin upp á 18 Lalandia-ferðir Mynd: Jens Kristian Vang