fríggjadagur 12. januar 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
[ Nr. 9 - 12. januar 2007 ]
Bæði Kyndil og
Neistin hava brúk
fyri báðum stigunum,
tá liðini møtast í
Atlantic Airways
deildini hjá monnum
sunnudagin. Nú fáa
tey eisini høvi at
leggja rokdystin síðst
í desember aftur um
seg
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Seinast Kyndil og Neistin
møttust, endaði alt í einum
ræðiligum ruðuleika. Dóm
arar, leikarar, hjálparfólk og
áskoðarar vóru mest sum í
einum roki, og endin av tí
heila var, at rokið bleiv flutt
yvir á skrivaraborðið hjá
Hondbóltssambandinum.
Her bleiv Hans Áki Dal
Christiansen fyrst dømdur
leikbann í tríggjar dystir
av
kappingarnevdini,
men seinni bleiv dómurin
ógildaður av dómsnevnd
ini.
Nú møtast tey bæði havn
arliðini so aftur í 2. umfari
av endaspælinum. Undan
dystinum liggur Neistin á
triðja plássi, meðan Kyndil
liggur aftast í bestu mans
deildini.
Gongdin hjá teimum báð
um hevur ikki verið tann
besta síðstu dystirnar. Bæði
fingu eina keðiliga byrjan
uppá endaspælið, tá Kyndil
tapti fyri H71, meðan
Neistin tapti fyri KÍF, so
nú ræður um hjá báðum
at finna rætta stevið aftur,
soleiðis at tey kunnu fáa
nøkur stig inn á kontoina.
Neistin hevur
havt munin
Tvær ferðir møttust hesi
bæði liðini í grundspælinum,
og samanumtikið hevur
Neistin havt munin á teim
um grønu. Fyrra dystin
vann bláa havnarliðið nevni
liga trygt, meðan seinna
dysturin endaði við javn
leiki.
Undan
dystinum
má Neistin tó metast at
vera favorittur, men nú
fær Kyndil so ein triðja
møguleika at royna at vinna
á Neistanum í ár. Vinna teir
dystin, so kunnu teir leggja
seg ájavnt við Neistin, men
vinnur Neistin dystin, so
er Kyndil rættiliga aftur
úr siglt í stríðnum um
heiðurmerki.
ítróttur
SAMBAND
JÁKUP MØRK
JAKUP@SoSiAlURiN.fo
tlf 341800
– Enn er einki endaligt komið uppá pláss, men um tað
gongst eftir ætlan, so verður Stephan Mølvig partur av
manningini hjá Klaksvíkingi komandi kappingarár.
Jóhan Petur Jacobsen, Klaksvíkar Róðrarfelag
StÍF-H71:
Eingin
Finnur
StÍF má leika uttan
toppskjúttan,
Finn Hansson,
tá teir taka ímóti
H71 í Atlantic
Airways deildini
sunnudagin.
Vinnur H71
dystin, so fanga
teir StÍF aftur á
stigatalvuni
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Mikudagin misti StÍF
eitt av sínum týdning
armestu vápnum til kom
andi dystin, tá Finnur
Hansson bleiv rikin av
vølli fyri at hava rakt
málverjan í høvdið, so
nú mugu strandingar
vera hann fyri uttan í
týdningarmikla dysti
num í Atlantic Airways
deldini ímóti H71.
Undan dystinum ligg
ur StÍF á øðrum plássi,
meðan
hoyvíkingar
liggja á fimta plássi,
men munurin liðini
er bara tvey stig, so
vinnur H71 á StÍF
sunnudagin, so kunnu
teir leggja seg undir lið
ina á strandingum.
Hesi bæði hava møtt
hvørjum øðrum tvær
ferðir í grundspælinum.
Fyrri dysturin, sum
var í Hoyvík, endaði
við javnleiki, meðan
strandingar
hølvaðu
H71 av í seinna dysti
num inni á Skála. Nú
hittast tey so aftur á
Skála, og enn einaferð
má StÍF metast at vera
favorittur. Hesa ferð
leika teir tó uttan ein
av bestu spælarunum,
Finn Hansson, og so er
spurningurin, um hetta
fer at geva teimum
trupulleikar.
Mikudagin var KÍF
nær við at steðga
oddaliðnum í Coca
Cola-kappingini. Nú
fáa teir ein nýggjan
møguleika, tá VÍF
kemur á vitjan í
Atlantic Airways
deildini
HONDBÓLTUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
VÍF hevur ligið klárt á odda
í Atlantic Airways deildini
at kalla alt kappingarárið.
Fyrstu tríggjar dystirnar
høvdu teir smávegis trupul
leikar, men eftir hetta hevur
bert gingið tann rætta vegin
hjá vestmenningum, sum
hava vunnið 8 dystir á rað
í landskappingini undan
dystinum ímóti KÍF.
Hevur gongdin hjá vest
menningum verið góð, so
kunnu vit ikki siga júst
tað sama um KÍF. Ikki tí,
KÍF hevur fingið fleiri
stak góð úrslit í ár, men
teirra avrik hava bara verið
heldur óstøðug. Tí liggja
teir eisini á einum 4. plássi,
men síðstu dystirnar hava
kollfirðingarnir víst, at teir
ætla sær enn longur upp
eftir stigatalvuni. Í fyrsta
dystinum í endaspælinum
vunnu teir trygt á útivølli
fyri Neistanum, meðan teir
taptu tepurt í fyrra hálv
finaludystinum í Coca Cola
kappingini, tá teir vitjaðu í
Vestmanna mikudagin.
Skaðar plága liðini
Tá liðini spældu mikudagin,
manglaðu bæði liðini onk
rar av profilunum. Hjá VÍF
var høgri vongurin, John
Zachariassen, ikki við,
meðan útlendski málverjin,
Dejan Lacok, heldur ikki
var partur av liðnum. Tað
er sera ivasamt, um nakar
av hesum verður tøkur til
dystin sunnudagin.
Eisini
KÍF
manglaði
onkran
leikara.
Mirko
Milinkovic er úti við skaða,
og hann verður ikki tøkur
til dystin sunnudagin. Karl
Johan
Djurhuus
hevur
eisini verið skaddur í næsan
ein mánað, men hann var
aftur við í hópinum, tá
liðini møttust í Vestmanna
mikudagin. Harafturat hevur
KÍF mist bæði Arnbjørn
Hansen og Petur Martin
Poulsen, sum neyvan vera
við aftur fyribils.
Sjálvt um liðini hava
verið illa rakt av avboðum,
so leiktu tey ein góðan dyst
í Vestmanna mikukvøldið,
so áhugaði kunnu vænta
ein javna og spennandi dyst
í høllini í Kollafirði sunnu
dagin.
Kyndil-Neistin:
Bæði skulu fáa gongd á
KÍF-VÍF:
KÍF skal steðga oddaliðnum
Brakið um Havnina
verður aftur á skránni í
vikuskiftinum, tá Kyndil og
Neistin bresta saman.