fríggjadagur 12. januar 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti
9
Hvar ert tú stødd?
Milano, Italia
Nær flutti tú til Italia?
August 2004
Hví flutti tú til Italia?
Eg flutti til Milano fyri at nema
mær útbúgving innan móta.
Milano er ein tann størsti
mótabýurin í heiminum, so tí
var hetta ikki torført at taka
støðu til. Eg gangi á einum
privatum universiteti, har vit
hava møguleika at læra alt
innan sniðgeving. Eg gangi á
klædnadeildini, ið tekur fýra
ár alt í alt. Tó skal leggjast
afturat, at skipanin er broytt
síðani eg byrjaði, so at tað
nú tekur 3 ár. Tað sum er
serligt við at fara til eitt ikki
ensktmælt land er, at tú lærir
eitt nýtt mál, sum tú als ikki
hevði nakað innlit í áðrenn
- hetta eri eg sera glað fyri.
Hvussu er við málinum – var tað
torført at læra málið?
Tað var sera torført í byrjanini
- men vit føroyingar eru
so hepnir at vit hava eina
góða føroyska skipan.
Stuðulsstovnurin gevur
okkum møguleika at taka eitt
málskeið áðrenn lesnaðurin
byrjar. Eg tók av hesum
tilboðið, og hóast tað ikki
hjálpti mær beinleiðis við
at læra at tosa málið, lærdi
eg um landið og fekk at vita,
hvussu ein skal fyrihalda seg
til alt sum er øðrvísi, enn vit
eru von við. Og so
lærdi man
alt
grundarlagið í málinum; alt tað
sum man lærir, tá man gongur
í 1.flokki. Eg dugi málið nú eftir
at hava búð her í meir enn 2
ár. Av tí at alt gongur fyri seg á
italskum í skúlanum, var hetta
nakað, sum eg bara var noydd
at læra skjótast gjørligt. So er
tað bara komi so við og við.
Italiumenn eru sera blíðir og
hjálpsamur, tá tað kemur til at
skula læra teirra mál.
Hvat dámar tær í Italia?
Mær dámar væl Italia, eg haldi
at eg kenni meg heima her, nú
eg havi búð her í yvir 2 ár.
Er tað nakað tær ikki dámar við at
liva í Italia?
Tað eru altíð fyrimunir og
vansar við øllum. Um eg skal
nevna okkurt mær ikki dámar,
so er tað nokk “tænastan”,
sum er tað ringasta í Italia.
Tey duga ikki at hugsa, at tað
er kundin sum hevur rætt. Tey
leggja ikki so nógv í at gera
arbeiði so gott sum møguligt.
Alt gongur nakað seint fyri
seg í Italia; bussurin er aldrin
til tíðina, lærarin kemur aldrin
til tíðina, og tey leggja ikki í
at selja tær nakað, tá tú fer
inn í ein handil. Bara tey fáa
løn, so er í lagi. Men hetta
hevur alt eina orsøk. Tað hevur
nógv við politikk at gera. Og
er hetta nakað sum er sera
týdningarmikið fyri italiumenn.
Tey hava øll eina sterka
meining teirra politisku støðu.
Men í einum stórum landi sum
Italia, er tað torført at
sleppa framat við
einari øðrvísi
hugsan.
Hvussu er mentanin í Italia?
– Líkist hon tí Føroysku?
Mentanin í Italia er sera ymisk,
alt eftir hvar tú fer. Italia er
eitt stórt land við 20 ymiskum
regiónum. Og í nærum hvørjari
región hava tey ymiskar
mentanir. Hetta er sera
týdningarmikið fyri italiumenn.
Teir eru sera heimkærir.
Tað kann samanberast við
føroyingar, at tað er onkur sum
kemur har norðri frá o.s.fr.
Annars er Italia tiltikið fyri
nógv ymisk mentunarlig
viðurskifti. Sum t.d. antikbýur,
opera´ir, listaverk hjá m.a.
Leonardo da Vinci og øðrum og
mangt annað. So á tann hátt
er mentanin ymisk. Annars
haldi eg, at italsk mentan
sum heild ikki er heilt ólík
tí føroysku. Tey eru kanska
meiri opin, og siga alt beint
út sum tey meina. Einki skal
haldast aftur. Meginparturin av
italiumonnum eru katolikkar;
hetta man vera tann størsti
munurin á føroyingum og
italiumonnum.
Hvussu er maturin í Italia?
Maturin í Italia er ótrúliga
góður. Her má eg aftur nevna,
at eisini maturin er knýttur at
regiónini. Hvør región hevur
sín egna máta at gera mat
uppá, og tey vita akkurát
hvaðani alt kemur. Matur
hevur stóran týdning í Italia.
Tey eta pasta, sum vit eta eplir
í Føroyum. Annars má eg siga,
at tað ikki er so langt frá tí
matinum, sum føroyingar ótu
fyrr. Ymisk sløg av kjøtpylsum
og heimagjørdum osti afturvið
berum breyði. Og so eta tey
turkaðan fisk, saltfisk og nógv
ymisk sløg av turkaðum kjøti,
sum kundi mint um skerpikjøt.
Annars eta tey meir grønt og
frukt, av tí at tað veksur gott
har um leiðir. Eg má tó nevna,
at í Føroyum eta vit nógvan
altjóða mat, meðan italiumenn
eru sera siðbundnir, tá tað
kemur mat.
Hvussu er veðrið í Italia?
Veðrið í Italia er sum heild
gott. Tað kann blíva í so kalt
um veturin og í so heitt um
summari. Men tað veldst,
um hvar vit tosa um. Í Milano
regnar tað eini 10-20 ferðir
um árið. Tað er sól næstan
hvønn dag. Um veturin eru tað
15 hitastig til -2 kuldastig, og
um summarið 15 hitastig til 40
hitastig. Av tí at Milano liggur
langt frá havinum, merkir man
lítið til vind. Sostatt tykist tað
heitari enn tað er.
Hevur tú ætlanir at flyta
heimaftur til Føroya?
Eg havi ongar ætlanir sum
nú er. Eg taki ein dag í senn.
Royni at fáa sum mest burturúr
skúlanum, og havi ætlanir
um at fara at lesa víðari eftir
lokna útbúgving. Hetta verður
innan sama lesnað, men ein
hægri útbúgving. Hetta kundi
eg hugsa mær at gjørt í einum
øðrum landi. Um møguleiki
er fyri tí, flyti eg við gleði
heimaftur til Føroyar. Tað góða
internetsambandið ger, at tú
sum sniðgevi ikki er bundin at
einum ávísum stað.
útisetin
Lagt til rættis: Rókur Jákupsson Jakobsen (rokur@sosialurin.fo)
Útisetin hesaferð:
Frida E. E. Poulsen í Milano
Navn: Frida Elina
Esbernsdóttir Poulsen
Fødd: 07-08-1981
Føðistaður: Tórshavn
Besti matur:
Føroyskur:
Turrur fiskur v/eplum
Útlendskur:
La Parmigiana
Útbúgving/Starv:
Fashion designer, Istituto
Marangoni
Motto: Eg vil, eg kann,
eg skal
Fakta