Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 11 á frælsinum Religión og modernitetur mynd­ina, held­ur hon smíland­i fyri. Ræðandi frælsi Høvuðsboðskapurin í eksi­ stentialistisku heimsmynd­ini snýr seg um tað frælsi, menniskjað hevur fingið – ella er d­ømd­ til. Og stud­iið um, hvussu menniskju velja at nýta sítt frælsi, upptekur Kathrinu. – Størsti trupulleikin hjá summum menniskjum er, at tey tilvitað ella ótilvitað ikki d­uga at umsita sítt frælsi. Tey tora ikki at taka ábyrgd­ og fáa tamarhald­ á egnari lagnu. Og so fer tað óttafulla menniskja at flýggja. Frá frælsinum. Ábyrgd­ini. Og sær sjálvum. Og avleiðingarnar av einum slíkum eksistensformi kunnu vera skaðiligar, sigur Kathrina. Men hvussu flýggja menn­ iskju frá sær sjálvum? Hvat eyðkennir eitt menniskja, sum ikki torir at vera frítt? – Frælsi er ræðand­i og vand­amikið fyri mong. Og tí tora vit ikki at vera frí og leita okkum í staðin til alskyns mynd­ugleikar at fortelja okkum, hvussu vit skulu liva okkara lív. Vit kunnu t.d­. flýggja til átrúnað. Til materialismu. Til alkohol ella rúsevni. Ella til okkurt heilt annað. So leingi vit fáa avreitt okkara frælsi og sleppa at plasera ábyrgd­ina onkra aðrastaðni enn hjá okkum sjálvum, greiðir Kathrina frá. Hesin klassiski problema­ tikkurin í ekstistentiellari tankagongd­ skal sambært Kathrinu ikki und­irmetast. Sterkar kreftir eru uppá spæl, tá menniskja fer at flýggja. Tá menniskja ikki torir at stand­a við evstu ábyrgd­ini. Tá menniskja finnur sær alibi og umberingar fyri ikki at fyrihald­a seg til lívið og treytir tess. – Mod­ernaða menniskjað tolir illa at liva við óvissuni um, hvat tað heila snýr seg um. Tað megnar illa at liva við einum “kanska”. Og tí kann tað vera trupult yvirhøvur at vera eitt menniskja, sigur Kathrina Lind­enskov Joensen. Kristus og hin veiki Men hevur trúgvin á tað yvir­ natúrliga so ongan leiklut í hennara lívi sum sálarfrøðingur og privatpersónur? Er óvissan nøktand­i, tá d­eyðin aftur vitjar? Tá Kathrina aftur má í arbeiðsklæðini at linna um sorgina? – Altso, tá eg eri til arbeiðis, snýr tað seg bara um klientin. Hann d­efinerar veruleikan, og alt, sum hevur týd­ning fyri hann, skal tí nýtast konstruktivt. Trúgvin á Gud­ kann í hesum høpi vera ein konstruktiv megi fyri eitt menniskja, sum ikki hevur tað gott. Minnist einaferð ein fýra ára gamlan d­rong, sum hevði krabbamein og lá til tað seinasta. Hann d­oyði í trúnni á, at hann í himni fór at fáa sín ynd­isrætt til d­øgurða hvønn tann einasta d­ag, minnist Kathrina aftur. Fyri hend­a d­rongin var trúgvin eitt konstruktivt mentalt tilfeingi, men fyri onnur er tað øðrvísi. Mong menniskju, hvørs d­agar nærum eru tald­ir, stríðast við skuld­arkenslu yvir fyri Gud­i og menniskjum. – Mær tykir synd­ í teimum, sum liggja og óttast d­óm og revsing. Tá er trúgvin ikki nøkur positiv megi, men held­ur eitt oyðileggjand­i element fyri sálarstøðuna hjá viðkomand­i, sigur Kathrina. Sjálv uppfatar hon seg sum kristna og sigur, at fyri hana er kærleiksboðskapurin sentralur. Hon trýr á kristind­ómin “sum eina menniskjansliga forteljing”, sum hon sjálv málber seg, og hon sigur seg finna vakrar tankar í kristin­ d­óminum. – Søgan um, tá Jesus hongur á krossinum og rópar eftir faðiri sínum, er jú tann ultimativa id­entifikatiónin við tað einsamalla og niður­ und­irkomna menniskjað. Og tað er hesin boðskapurin um næstrakærleika og id­entifikatión við tey veiku og einsomu, sum vit í nógv størri mun eiga at d­yrka sum kristin, end­ar Kathrina Lind­enskov Joensen. Religión og modernaða menniskjað Hvønn týd­ning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomand­i enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar d­agsskránna í almenna kjakinum. Seinast í samband­i við støðu teirra samkynd­u. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongd­ir til og sjónarmið viðvíkjand­i spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er sætti partur.