Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 2 - Eg var í starvsvenjing á Hotel Føroyum, meðan eg gekk á kokkaskúla í Klaksvík, og tað var leið- andi kokkurin á hotellinum, sum mælti mær til at fara í læru sum slaktari. Fór eg ongantíð á kokkaskúla, hevði eg heldur ongantíð blivið slaktari, sigur kokk- urin umborð á línuskip­i- num Eystnesi, Eyðbjørn Andreasen Hesaferð hava vit ringt um­ borð á línuskipið Eystnes. Vit høvdu skiparan, Jákup Eli Ej­desgaard og nýggj­a kokkin umborð, Eyðbj­ørn Andreasen, í telefonini. Eystnes byrj­aði hendan túrin seinasta leygardag og miku­ dagin, tá ið vit frættu, vóru teir staddir einar 7­8 fj­órðingar úr endanum á Suðuroynni. ­ Vit hava roynt her, síðan vit komu út. Aftrat okkum er Fugl­ túgvan her, og teir komu nakað seinni enn vit. Skiparin, Jákup Eli Ej­des­ gaard, sigur, at teir fingu 14.500 pund á setuna týsdag­ in, men annars hevur fiski­ skapurin verið brúkiligur, eini 10.000 pund í miðal um dagin. Hann vísir á, at teir línubátur, sum vóru fyrstir úti eftir nýggj­­ ár og gj­ørdu ein skj­ótan túr, seldu rættiliga væl. ­ Onkur fekk ein miðalprís, sum lá oman fyri 20 krónur fyri kilo, og tað er óførur prísur. Línubátarnir eru bundnir at streymviðurskiftum. Tí fara ofta fleiri út í senn – og koma tískil eisini innaftur um somu tíð. Men tað eru nakrir, sum eru hepnir og kunnu gera onkran stuttan túr og selj­a, meðan minni línufiskur er á marknaðinum. ­ Vit ætlaða okkum at fiska í eina lítla viku aftrat. Veðrið hevur verið gott, men í kvøld sigur hann storm, sigur Jákup Eli Ej­desgaard. Eystnes var til fiskiskap í 237 dagar í fj­ør. Skipið fiskaði 1.100 tons, sum vórðu seld fyri 16,6 milj­ónir krónur. Manningarparturin var 452.000 krónur. Í telefonini hendan dagin, vit ringdu umborð á Eystnes, hittu vit eisini kokkin, Eyðbj­ørn Andreasen, sum er fyrsta túrin við skipinum. ­ Eg eri nýliga byrj­aður at sigla aftur og var soleiðis tríggj­ar túrar fyri j­ól við Eyst­ uroyingi. Nú eri eg komin um­ borð á Eystnes, og her dámar mær sera væl. Fólkið er rakst, og arbeiðsumstøðurnar sum kokkur eru sera góðar. Her er alt, sum mær tørvar. Eyðbj­ørn, sum bæði er út­ búgvin skipskokkur og handils­ slaktari, hevur eisini kokkast umborð á øðrum skipum. ­ Eg haldi, at umstøðurnar umborð á Eystnesi lutfalsliga eru líka so góðar, sum umborð á Akrabergi, ið er eitt nógv størri skip. Umborð á Eystnesi eru 14 mans. ­ Vanliga eri eg ikki á dekkinum, men eg tók mær olj­uklæðini við, tá eg fór, sigur fryntligi kokkurin. Eyðbj­ørn heldur seg vita, at hann hevur fingið fastan kj­ans við Eystnesi, sum hann heldur vera eitt stórt og gott skip. ­ Um eg sleppi, ætli eg mær at verða umborð út í eitt í fyrsta lagi fram til summarið. Vit eru j­ú inni ímillum túrar, og streymur og veður gera, at vit hóast alt eisini fáa nakrar dagar í landi. Eyðbj­ørn Andreasen hevur siglt í eini 10 ár tilsamans, og hesi árini hevur hann verið umborð á fleiri skipum – heilt frá trolbátinum Hansu Mariu til flakatrolaran Akraberg. ­ Eg fór á kokkaskúla í Klaks­ vík eftir at Beinir, sum eg tá hevði verið við, var farin av knóranum í kreppuárunum, sum tá vóru. Hetta var ein tíð, har trupult var at fáa kj­ans við nøkrum skipi. Eftir at hava ging­ ið heima í eitt ár, avgj­ørdi eg at fara á kokkaskúla. Prógvið sum skipskokkur fekk eg í 1994. Eyðbj­ørn sigur, at um hann ongantíð var farin á kokka­ skúla, hevði hann heldur ong­ antíð blivið slaktari. ­ Eg var í starvsvenj­ing á Hot­ el Føroyum, meðan eg gekk á kokkaskúla, og tað var leiðandi kokkurin á hotellinum, sum mælti mær til at fara í læru sum slaktari. Í 1999 fór hann í læru sum handilsslaktari í Miklagarði í SMS, og eftir at hann varð liðugur at læra í 2003, arbeiddi hann sum slakari har í eini trý ár. ­ Hotell­kokkurin segði, at fór eg í læru sum slaktari, fór eg at læra nógv meira um tað at hagreiða kj­øt. Á kokkaskúlanum snúði læran seg meira um ymiskar rættir, pynt og annað. Nú er Eyðbj­ørn so aftur sj­ómaður burtur av. ­ Mær dámar væl at sigla. Sum er, verður hetta mítt lívsstarv fyribils – og eg havi í løtuni ikki ætlanir um annað enn at vera verandi sj­ómaður. Sj­óverkurin bilar ikki, men tá ið vit fóru avstað hesaferð, hevði eg sj­óverk í eitt gott samdøgur ella so, sigur Eyðbj­ørn Andreasen. Yngsti maður umborð á Eyst­ nesi hendan túrin er 17 – og tann elsti er 52. Elsti maðurin, sum annars siglir við skipinum, er 65 ár, men hann er ikki um­ borð hendan túrin. Umborð er tískil ein góður blanding­ur av ungum, tilkomn­ um og eldri monnum – ella, sum ein maður tók til her í blaðnum: ­ Vit hava bæði nýtt og gott gamalt. klumman Eirikur Lindenskov blaðstj­óri Cigarin, mannarætt- indi og forstop­p­ilsi Tað er so herligt at hoyra hvin­ ini frá roykj­arum, sum halda tað vera í ordan at forpesta tilveruna hj­á øðrum. Hósdagin hoyrdu vit ein advokat – ein serfrøðing í mannarættindum – halda tað ganga privatlívinum ov nær, at hann ikki sleppur at festa sær í ciruttina á advokatskrivstovu síni. Men tað skal valdast, hvat tú heldur ganga privatlívinum ov nær. Hetta er eitt gott dømi um, at tað altíð eru privat áhuga­ mál sum koma í fremstu røð. Advokaturin – og serfrøðingurin í mannarættindum – heldur tað vera eina privata søk, at hann ikki sleppur at forpesta arbeiðsdagin hj­á t. d. skrivara sínum... Tað kann vera, men vit onn­ ur, sum hava dugað og hava megnað at leggj­a heilsuskað­ iliga tubbakkið til viks – ella als ongantíð hava fest okkum í, kunnu so bara fegnast um, at landsstýrismaðurin eisini hevur lagt tubbakkið til viks, og at hann hevur rygg og vilj­a til at leggj­a hetta uppskotið fram. Eisini formaður Javnaðar­ floksins á tingi hevur fingið ilt fyri bróstið av hesum. Hann er so passaliga politiskt ókorrekt­ ur, at man ikki kundi væntað annað, enn ein eina útsøgn sum »puritanskt forstoppilsi«. Her er tað aftur privatu áhug­ amálini, sum koma í fremstu røð. Hví hevur hann ikki somu hugsan, tá hann áleggur okkum eyka skatt og avj­øld? Hví er tað ikki at ganga privatlívinum ov nær? Ella tá tingmenn tryggj­a síni ellisár við feitari pensj­ón, meðan palliba er við sviðusoð? Tað skal sj­álvandi valdast, hvussu vit seta tingini í perspek­ tiv – og hvat endamálið er. Eg legði av at roykj­a fyri 19 árum árum síðani. Um eg skuldi keypt tann dagliga sigarett­ pakkan síðani, hevði tað – við dagsins prísum – kostað mær 346.750 kr, og fyri at goldið tað skuldi eg tj­ent tað dupulta: 693.500 kr. Við vanligari tíma­ løn skuldi eg arbeitt í yvir trý ár – bara fyri at goldið tubbakkið! Umframt heilsuskaðan, so kann persónliga frælsið eisini verða dýrt (og tápuliga) keypt... umborð Skipskokkur og slaktari við Eystnesi Umborð Vilmund Jac­ob­sen b­laðmaður vilmund@sosialurin.fo - Nú eri eg so aftur sjómaður, og mær dámar væl at sigla. Sum er, verður hetta mítt lívsstarv fyribils – og eg havi í løtuni ikki ætlanir um annað enn at vera verandi sjómaður, sigur Eyðbjørn Andreasen Mynd: Vilmund Jacobsen