Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-01-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. januar 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007 Vikuskifti 20 tinghellan Hvørjar eru fyritreytirnar fyri vísindaligum frambrot­ um? Er vanliga fatanin av sambandinum millum millum valdsbýtislæru og politiskan stabilitet røtt? Kann fyrisitingarvaldið metast at vera tað fjórða valdið? Hetta eru nakrir av spurningunum, ið verða við­ gjørdir í hesi grein. Tørvur á atfinningum Framstig og nýbrot innan vís­ indaligt arbeiði er treytað av, at ein áhaldandi setir spurn­ ingar við vanligar, siðbundnar og ofta ov illa umhugsaðar fatanir og niðurstøður. Atfinn­ ing er eitt lyklaorð í vísinda­ ligum arbeiði. Funnist eigur ikki vera at vísindafólki og arbeiði teirra fyri at peika á villur og at sápla niður teirra avrik. Nei, atfinningar eiga at verða gjørdar fyri at skapa fyritreytir fyri nýggjum úrslitum og vísindaligum frambrotum. Hetta er eisini galdandi innan samfelags­ frøðiliga/stjórnmálafrøðiliga greining. Samfeløg broytast og mennast, og tí er neyðugt at menna ástøði, sum kunnu lýsa og forklára broytingar og avbjóðingar og tey hugtøk og fyribrigdi, sum eru knýtt at samfelagstilgongdini. Hetta merkir ikki, allar áður framdar niðurstøður og ástøði skulu vrakast. Nøkur ástøði kunnu nýtast til at forklára nútíðar fyribrigdi, og onnur ástøði mugu tillagast við støði í nýggjari vitan, og onkuntíð er neyðugt at vraka áður góðkend ástøði. Valdsbýti og politiskur stabilitetur Ofta verður sagt, at besti háttur at skapa politiskan stabilitet, er at býta valdið í tríggjar partar sambært læru Montesquieus. Hetta er ein vanlig fatan, sum sjáldan spurnartekin verð­ ur sett við. Kann tað vera, at henda fatan hevur tørv á endurskoðan? Í hesum sambandi er viðkomandi og áhugavert at spyrja, um tað er tilevningin av valdi í stjórnar­ skipan, sum er variabulin, sum forklárar politiskan stabilitet ella óstabilitet. Nógv gransk­ ing er gjørd í samband við politiskan stabilitet í ávikavist tingræðisskipan og forsetaskip­ an, og vísindaliga orðaskiftið heldur áfram, tí semja er ikki um, hvussu sambandið er ímillum stýrisskipanarslag og politiskan stabilitet. Fleiri granskarar eru tó samdir um, at empiriska tilfarið avdúkar, at skipanir við tingræði veita størri stabilitet enn forseta­ skipanir. Um hetta er so, er tað áhugavert í sambandi við ta vanligu fatanina av valdstríbýtinum, tí so er prógv fyri, at ein skipan (tingræðis­ skipan), sum ikki inniheldur veruligt valdstríbýti sambært Montesquieu, veitir størri politiskan stabilitet enn tann skipan nú á døgum, sum í ávísan mun kann setast í sambandi við valdshugsan Montesquies, nevniliga forsetaskipan. Hetta eigur at fáa ein at steðga á og seta spurnartekin við vanligu fatanina. Men ein atfinning er, sum í nógv størri mun eigur at fáa fólk at endurskoða vanligu fatanina. Hetta snýr seg um staðfesting av variablum, sum forklára politiskan stabilitet. Er tað so, at tilevning av valdi í einari stjórnarskipan, forsetaskipan ella tingræðisskipan, ikki er avgerandi variabulin, ið forklárar politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps? Empirisk greining tykist at staðfesta, at ikki er grundarlag fyri at koma til ta niðurstøðu, at ein variabul er avgerandi fyri, um ein politisk skipan er stabil ella fellur saman. Í greinini Why Democracies Collapse: The Reasons for Democratic Failure and Success vísa Abraham Diskin o.o. á fleiri variablar, sum eru avgerandi fyri politiskan stabilitet ella stjórnarkollaps. Tilsamans 11 variablar, sum eru knýttir at politiskum stabiliteti, eru kannaðir í 30 londum, har fólkaræði er fallið saman, og í 32 londum har fólkaræði hevur verið stabilt. Kanningin staðfestir, at tað serliga eru 5 variablar, sum eru avgerandi fyri ta politisku gongdina í hesum londum. Í niðurstøðuni verður sagt: ”Variables from all four categories examined (institu­ tional, societal, mediating, and extraneous) proved to be related to the collapse of democracy. It is evident, however, that the most importan cluster is composed of societal variables. It is important to emphasize that no single variable on its own is capable of predicting democratic collapse. The findings show not only which variables are related to the collapse of democracy, and in what hierarchical order, but that the key to the demise of a democratic system is a combination of variables.” Ein slík staðfesting ger upp við fatanina, sum sigur, at verður valdið tríbýtt sambært hugsan Montesquies, so er hetta ein trygd fyri politiskum stabiliteti og verja ímóti stjórnarkoll­ apsi. Vanliga fatanin eigur at endurskoðast og vrakast, tí veruleikin er ikki so einfaldur, sum mong halda. Nakrir av teimum týdningarmiklastu vari­ ablunum eru: klovningar (clea­ vages), vánalig búskaparstøða og daprar søguligar royndir. Skilabest er at vraka vanligar fatanir, tá ið veruleikin ikki hóskar til hesar fatanir. Verður hesin logikkur fylgdur, er ikki annað at gera enn at vraka van­ ligu fatanina av sambandinum millum valdstríbýti sambært Montesquieu og politiskan stabilitet. Vanliga verður hildið, at valdið er tríbýtt: lóggevandi, útinnandi og dømandi vald. Í tingræðisskipan og forseta­ skipan er valdið formelt býtt í tríggjar partar. Hví verður mett, at best er at skipa eitt Valdsbýtislæra – nakrar Samrøða Rúni Rasmussen stjórnmálafrøðingur runir@tinganes.fo