fríggjadagur 12. januar 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 228 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 9 • 12. - 14. januar 2007
Vikuskifti 21
tríbýti av valdi? Hetta er ein
ógvuliga áhugaverdur og
viðkomandi spurningur. Er tað
víst, at umtalaða valdsbýti
er besta ella einasta trygd
fyri politiskum stabiliteti,
rættindatrygd og ágangi frá
almennu myndugleikunum?
Finnast betri skipanir?
Tað tykist ofta, at nógv fólk
eru komin til ta niðurstøðu, at
menniskjað hevur funnið ta
frægastu loysnina í sambandi
við at skapa eina politiska
skipan, har stjórnin á góðan
og virðiligan hátt stjórnar
fólkinum, forpliktar seg at
hava tamarhald á sær sjálvari
og tryggjar borgarunum
grundleggjandi rættindi og
politiskan stabilitet. Finnast
ikki betri loysnir enn tær,
sum nú á døgum verða
mettar at vera tær bestu?
Tað tykist løgið, at tað
næstan ongantíð verður ført
fram, at betri loysnir munnu
finnast. Tá ið ein hevur í
huga tað bjartskygnið og ta
framburðartrúgv, sum hava
verið grundarlag fyri menn
ingini í framkomna og moder
naða heiminum, er trupult at
skilja, hví framburðartrúgvin
ikki eisini kann flytast yvir til
politisktvísindaliga økið og
seta spurningar við verandi
skipanir, sum ofta virka illa, og
geva boð uppá, hvussu betri
skipanir kunnu mennast. Tað
eru ikki fullkomnar loysnir, sum
her verða eftirspurdar, tí tær
finnast neyvan. Tað er viljin at
royna at skapa betri loysnir, ið
ein sóknast eftir.
Fyrisitingarstaturin
– tað fjórða valdið?
Eitt menningareyðkenni í
modernaða heiminum er
sokallaði fyrisitingarstaturin
(administrative state). Em
bætisveldi hevur verið partur
av skipan okkara í longri tíð,
so tað er ikki embætisveldi
í sjálvum sær, ið er eitt nýtt
eyðkenni; tað er støddin, kom
pleksiteturin, mannagongdir,
reglugerðir o.sfr., sum geva
embætisveldinum eina ser
staka støðu í teirri politisku
skipanini. Embætisveldið er
í stóran mun sjálvstøðugt
í skipanini, og eftirlitið
við embætisveldinum er
ofta vánaligt. Teir politisku
leiðararnir (ráðharrarnir)
hava ofta í veruleikanum
lítla stýring á fyrisitingini.
Eisini er ávirkanin hjá
fyrisitingarstatinum á ein
støku borgararnar vorðin nógv
størri nú á døgum í mun til
fyrr. Valdið hjá fyrisitingar
statinum er rættiliga stórt,
og harvið er eisini størri
vandi fyri valdsmisnýtslu.
Henda støða kann lættliga
seta borgararættindi í vanda.
Leikluturin og valdið hjá
fyrisitingarstatinum hevur
týdning fyri siðbundnu fatanina
av valdstríbýtinum. Um hetta
sigur M. J. C. Vile í bókini
Constitutionalism and the
Separation of Powers:
“The reality of the working
of government provides a
difficulty for the traditional
theory of the separation of
powers, which divides the
powers and functions of
government into three, for,
in effect, there are now four
major sections of the political
institutions of the democratic
state: the legislature, the gov
ernment, the administrative
machine, and the judiciary.”
Tað er ikki longur nøktandi at
siga, at valdið er býtt í tríggjar
partar. Fyrisitingarveldið (em
bætisveldið) hevur ment seg
til at blíva eitt slag av valdi
í mun til tey trý siðbundnu
vøldini. Fyrisitingin er vorðið
tað fjórða valdið, so valdsbýti
er: útinnandi vald, lóggeva
ndi vald, dømandi vald og
fyrisitandi vald. Hetta fýrabýti
av valdi krevur eina endur
skoðan av teirri politisku
skipanini. Tørvur er á at
menna eftirlitsmekanismur,
sum kunnu fyribyrgja valds
misnýtslu hjá øllum fýra
vøldunum. Eins og ætlanin við
valdstríbýtinum (og eftirlits
og javnvágskipanini, checks
and balances á enskum) er
at forða fyri ágangi á borg
arlig rættindi, eigur ein
endurskoðað skipan at inni
halda eftirlitsmekanismur,
sum á effektivan hátt forða
fyri, at embætisfólk fremja
valdsmisnýtslu og ágang ímóti
rættindum borgaranna.
Tann vanliga og siðbundna
fatanin av valdstríbýtinum
hevur tørv á atfinningum og
endurskoðan. Hetta eigur sjálv
andi at verða gjørt í virðing fyri
øllum undanfarnum politiskum
heimspekingum, sum hava
roynt at víst á, hvussu fræls
istryggjandi og góðar stjórnar
skipanir kunnu skipast.
Útvaldar keldur:
Alexander, Larry (ritstjóri):
Constitutionalism. Philosophical
Foundations.
Cambridge University Press,
Cambridge 2001.
Barber, Sotirios A. Og Robert P.
George: Constitutional Politics.
Essays on Constitution Making,
Maintenance, and Change. Princeton
University Press, Princeton 2001.
ButleRitchie, David T.: The Confines
of Modern Constitutionalism. Pierce
Law Review, vol. 3, no. 1, s. 1-32,
2004.
Diskin, Abraham o.o.: Why
Democracies Collapse: The Reasons
for Democratic Failure and Success.
International Political Science
Review, vol. 26, no. 3, s. 291-309,
Sage Publications, London 2005.
Lane, Jan.Erik: Constitutions
and PoliticalTheory. Manchester
University Press, Manchester 1996.
Locke, John: Anden afhandling
om styreformen. Det lille Forlag,
Frederiksberg 1996.
Madison, James o.a.: The Federalist
Papers. Mentor, a division of Penguin
Putnam Inc., New York 1999.
March, James G. Og Johan P. Olsen:
Rediscovering Institutions. The
Organizational Basis of Politics. The
Free Press, New York 1989.
Montesquieu, Charles Louis de
Secondat de: Om lovenes ånd. Bind
I og II. Gads Forlag, Keypmannahavn
1998.
Olsen, Henrik Palmer:
Magtfordeling og mistillid. Greinin
stendur í Grundlovens nutid og
fremtid. Årsberetning 1998.
Retsvidenskabeligt Institut B,
Københavns universitet.
Olsen, Henrik Palmer:
Magtfordeling. En analyse af
magtfordelingslæren med særlig
henblik på den lovgivende magt.
Jurist- og Økonomforbundets Forlag,
Keypmannahavn 2005.
Peters, Guy B.: Institutional Theory
in Political Science. The “New
Institutionalism”. Continuum, New
York, 2001.
Rasmussen, Rúni: Valdsbýti. Føroyskt
Lógarrit (FLR), vol. 5, no. 1, Tórshavn
2005.
Rasmussen, Rúni: Konstitutionalisma
og stjórnarskipanir. Føroyskt Lógarrit
(FLR), vol. 6, no. 1, Tórshavn 2006.
Vile, M.J.C.: Constitutionalism and
the Separation of Powers. Liberty
Fund, 2. útgáva, Indianapolis 1998.
tinghellan
Fakta: Valdsbýti
atfinnandi viðmerkingar
Enski heimspekingurin John Locke (16321704) legði
grundarlag fyri tríbýtinum av valdinum, tí hann hann greitt
vísti á týdningin av at býta sundur lóggevandi og útinnandi
valdið fyri at forða valdsmisnýtslu. Serliga í Second Treatise
of Civil Government verða hugsanirnar hjá Locke um
sambandið millum ymisku vøldini lýst.
Franski løgfrøðingurin Charles de Montesquieu (16891755)
orðað væl kenda tríbýtið av valdinum í verkinum De l’Esprit
des Lois (Um anda lóganna) frá 1748. Tó hevur hann ikki
uppfunnið læruna um valdsbýtið. Locke vísti á týdningin
av at lóggevandi og dømandi vald eiga at vera býtt sundur.
Montesquieu leggur dømandi valdið aftur at valdstvíbýtinum
hjá Locke og orðar tríbýttu valdslæruna. Men
valdsbýtislæran er ikki eitt einstaklingaavrik. Fjølbroyttar
søguligar royndir og ymiskir politiskir heimspekingar hava
víst á, at neyðugt er, sambært teimum, at valdið verður býtt
til tess at forða fyri valdsmisnýtslu.
Ofta verður sipað til ta amerikonsku stjórnarskipanina
í sambandi við valdsbýti. Teir amerikonsku stjórnarski
panarsmiðirnir vóru í stóran mun ávirkaðir av teimum
politisku hugsanunum hjá Locke og Montesquieu.
Stjórnarskipanarsmiðir í mongum londum hava fingið
íblástur frá Locke, Montesquieu og teimum amerikonsku stjó
rnarskipanarsmiðunum, bæði í sambandi við tingræðisskipan
og forsetaskipan.
Munur er á valdsbýti millum útinnandi og lóggevandi vald
í ávikavist tingræðisskipan og forsetaskipan. Tað er ikki
talan um veruligt valdsbýti millum lóggevandi og útinnandi
vald í skipan við tingræði, tí stjórnin (samgongan) hevur
bæði tað lóggevandi og útinnandi valdið. Harafturímóti er
hetta býti veruligt í forsetaskipan, tí bæði lóggevandi og
útinnandi vældini eru vald hvør sær beinleiðis av fólkinum.
Tað besta dømið um slíka skipan er tann amerikanska
politiska skipanin. Fólkið velur umboð til Kongressina
(Umboðsmannatingið og Senatið), sum er lóggávuvald, og
forsetin (útinnandi vald) verður eisini valdur av fólkinum