Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 84 - 2. mai 2007 - Flogvøllurin í Vág- um er størsta forð­ing- in fyri, at hetta samfel- agið­ kann mennast og fyri at gera íløgur í vinnulívið­, tað­ veri seg fiskivinnu, ferð­a- vinna og að­ra vinnu. Einasta loysn fyri at vinna á hesi forð­ing er og ein nýggjur alternativur flogvøll- ur. Útbygging av verandi floghavn er ein betran av við­ur- skiftunum, men tað­ er so ikki tann enda- liga loysnin Loftvegis samband Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað er ein av oddamonnunum í føroyskari ferðavinnu, sum eigur hesi avgjørdu orðini. Maðurin er Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum og Hotel Tórshavn, sum sein­ astu árini hava gjørt stór­ ar íløgur í at taka ímóti ferðafólki. Johannes Jensen heldur, at vit kunnu gloyma alt um ferðavinnu í Føroyum, um vit ikki fáa ein tíðarhóskandi flogvøll. Hesi markantu úttalilsi koma sama dag, sum Føroyar yvirtaka flog­ vøllin í Vágum. Og hetta hendir sama dag, sum Hotel Tórshavn er vorðið nútímansgjørt og útbygt og verður tikið alment í brúk og skal til at bjóða seg fram at taka ímóti fremmandum ferðafólki alt árið. Johannes Jensen telist millum teirra, sum halda, at tað er ikki nóg mikið útbyggja flogvøllin í Vágum, tí tað í sær sjálvum nøktar als ikki tann tørv, sum eitt nútímans samfelag hevur á sambandi við útheimin. –Eg veit væl, at onkur sigur, at tað ber ikki til at skula brúka kanska einar tvær milliardir krónur til nýggjan flogvøll. Men tað er ikki tað hetta snýr seg um. Tað snýr seg um at fáa hetta samfelagið kappingarført, eisini úteftir. Og í framtíðini. At fáa fisk­ in út á altjóða marknaðin og at fáa okkum vørur, ferða­ fólk oa. til Føroya nógv skjótari og lættari enn í dag, har tað í veruleikanum bara er samband eina ferð um vikuna, nevniliga tá farma­ skipini koma við vørum úr útlandinum. Johannes Jensen fegnast um, at verandi flogvøllur verður útbygdur, men hetta má ikki forða fyri, at vit sleppa ætlanini at fáa ein alternativan flogvøll í Føroyum, tí bert við einum slíkum kunnu vit menna hetta samfelagið í framtíðini sigur hotelstjórin. Og hann heldur fram: ­ Tá tað verður sagt, at ferða­ vinnan skal kunna vera eitt alternativt bein at standa á hjá føroyska samfelagnum, so kunnu vit gott gloyma alt um tað, tí ferðavinnan verður ongantíð til eina veruliga ferðavinnu við verandi flogvallarviðurskiftum. So er tað sligið fast við sjey­ tummaseymi. ­ Men er tað ikki eitt stórt framstig, at vit nú hava yvir­ tikið flogvøllin í Vágum og fara undir at útbyggja hann? ­ Tað meti eg ger hvørki til ella frá í tí stóra samanhanginum og uppá longri sikt. Tað, sum er nógv meira áhugavert, er, at vit fara at hugsa alvorliga um at fáa ein alternativan flogvøll. Um yvirtøkan av flogvøllinum fer at gera, at allur blokkstuðulin vit fáa úr Danmark komandi trý árini fer at verða brúktur til ein alternativan flogvøll, so hevði tað verið gott. Hóast yvirtøkan av flog­ vøllinum í Vágum verður mett sum ein stórur dagur fyri mong, so heldur Johannes Jensen tað also vera nógv meira týdningarmikið, at vit taka støðu til, hvussu okkara loftvegis samband við útheimin skal optimerast. Og tað verður ikki optimerað við verandi flogvølli, og tað er heldur ikki nóg mikið at longja hann við tí ætlan, sum nú liggur í kortunum. Flogvøllurin í Vágum fer ongantíð at nøkta framtiðar tørvin, um hann so verður 1800 ella 2000 metrar. Tað er og verður neyðugt at hava ein alternativan flogvøll, so tú kanst lenda í ymiskum líkindum. Flyta føroyingar Johannes Jensen sigur víð­ ari, at vit hava eitt samfelag, sum hevur alt ov vánaligt samband við útheimin loft­ vegis. ­Vørur og fólk skulu flytast nógv skjótari í dag. Um vit skulu hava eina vetrarferðavinnu, so skulu vit hava ein góðan flogvøll og kapping á flogrutuni, sum ger, at operatørar kunnu bjóða seg fram og bjóða flutning av bæði vør­ um og ferðafólki, eisini uttan fyri hámarkstíð, til sera kappingarførar prísir. Vit mugu minnast til, at vit kappast ímóti sera bíligum ferðum til bæði Ísland, Norra og aðrastaðni. Hann vísir á, at sjóvegis sambandið er optimalt, men tað er bara 52 ferðir um árið. Loftvegis sambandið er so gott sum bara til føroyingar at ferðast aftur og fram. Atlantic Airways flytur føroyingar til og úr Føroyum. Vit flyta ikki fisk og hava illa pláss til turismu um summarið og ikki fyrr enn tað koma nøkur verulig bílig alternativ, so síggja vit bæði eina øking í loftvegis flutningi av vørum og fólki. Og hann heldur fram: ­Tað besta prógvið um tað er, at ferðafólkatalið um flogvøllin er meira enn tvífaldað sein­ astu árini samtíðis sum yvirnáttingarnar á hotell­ unum bara eru vaksnar við nøkrum fáum prosentum, 8% í sjey ár. Samtíðis er vøksturin á flogrutunum eini 150%. Hetta er eitt týðuligt prógv um, at loft­ vegis sambandið vit hava við útheimin er so gott sum bara flutningur av føroy­ ingum aftur og fram. Tað eru føroyingar, sum fara í summarferiu, samtíðis sum okkara grannafólk eisini ynskja at koma henda vegin um summarið. Tí mugu vit fara inn í alternativar feriur um veturin, várið og heystið, har vit økja munandi um útboðið av okkara pro­ duktum og økja um kap­ asitetin og fáa kapping inn á økið. So skjótt vit fáa normal flogvallarviðurskifti, so fær Atlantic betri møguleika til at arbeiða. Tey kunnu keypa sær betri og størri flogfør og fáa eina rationellari drift og fara út og kappast við teir stóru. Men fer flogvøllurin at vera sum nú, so fer tað at vera verulig protektionisma av Atlantic Airways, soleiðis at einki annað flogfelag kemur inn á banan til at loysa hetta so týðandi mál sigur Johannes Jensen og leggur dent á, at tað týdningarmesta fyri okkara samfelag í fram­ tíðini er at hava tað besta loftvegis sambandið. Skulu vit hava eykalutir ella vørur, so má alt bíða til mánadagin komandi, til Norrøna, Lóm­ ur og onnur skip eru komin. Fruktin í Miklagarði má bíða. Havtaskan, sum verð­ ur landað í Klaksvík mána­ kvøld, hevur einki virði vikuna eftir osfr. Eftirbátar ­ Vit eru totalir eftirbátar. Flogvallarviðurskiftini hava gjørt, at vit standa í stað og koma ikki víðari. Tað er ein stórur trupulleiki fyri fiskivinnuna, at vit ikki hava bíliga alternativa loftvegis fraktmøguleikar. Tað gongur alvorliga út yvir virki og feløg, at tey ikki kunnu fáa vørur bíliga loftvegis, og tey hava ikki tíð at bíða til skipið einaferð kemur. Kapping er neyðug og eg trúgvi eisini, at Atlantic ynskir kapping. Tað optimala er bæði at fáa onnur flogfeløg at flúgva uppá Føroyar og at fáa ein nýggjan flogvøll. Bara at útbyggja flogvøllin í Vágum er ein lappaloysn. Tað er eisini fullkomiligur ørskapur at tosa um Stórutjørnætlanir við verandi flogvølli sigur ein rættiliga avgjørdur Johannes Jensen, sum heldur vit eiga at raðfesta øðrvísi. Tað hevði t.d. verið rættari at raðfest nýggjan flogvøll heldur enn undirsjóvartunnil til Sandoynna. Flogvøllurin í Vágum størsta forð­ing fyri samfelagsmenning Johannes Jensen, hotelstjóri: -Vit kunnu gloyma alt um ferðavinnu sum nýtt bein at standa á, um vit ikki fáa ein nýggjan alternativan flogvøll. Mynd Jan Müller Martin í Grund á Asfalt Millum einstaklingarnar og meiri ókendu tónleikanøvnini á Asfalt í ár verður ein av teim mest forvitnisligu óivað Martin í Grund. Martin er kristin og hevur spælt tónleik í fleiri ár. Hann hevur spælt við í ymsum bólkum og var eisini við á Asfalt í fjør. Hesaferð verður hann tó einsamallur á palli. Martin sigur um seg sjálvan: hevði eg verið giftur við Sigrun Brend, hevði eg itið Martin Brendur í Grund. Martin hevur tíverri onga síðu á Myspace, har til ber at hoyra tónleik hansara, men hetta er bara enn størri orsøk til at gleða seg til at hoyra unga sangskrivaran framføra á Asfalt í ár. Rós til føroyska rabarbusúpan Í farnu viku luttóku fimm handilsskúlanaæmingar frá Føroya Handilsskúula í Havn í árskappingini hjá Young Enterprise í Danmark. Íalt tjúgu virkir luttóku í kappingini í Industriens Hus í Keypmannahavn. Frammanundan hava 18 virkir úr Føroyum og 230 virkir úr Danmark seinastu mánaðirnar kappast um at koma til finaluna í Keypmannahavn. Føroysku næmingarnir hava stovnað virkið Omaná, ið framleiðir og selur rabarbusuppu í fløskum. Rabarbusuppan var sera væl móttikin og næmingarnir fingu rós frá Bertel Harder, undirvísingarmálaráharra og amerikanska ambassadørinum James P. Cain.