mikudagur 2. mai 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 84 - 2. mai 2007
Petur Pólson á Asfalt
Á Asfalt 2006 var ein av mest gjøgnumførdu konsertunum tann hjá Peturi Pólson. Hetta
fer uttan iva at endurtaka seg, tá ið Petur Pólson aftur verður at hoyra á Asfalt í ár. Petur
er navnframur í Føroyum sum yrkjari, tónleikari og í øðrum høpi. Hann var við í bólkunum
Visible Fish og Clickhaze, men valdi so at fara aftur um tjaldið á mentanarpallinum fyri
nøkrum árum síðani. Eftir at hava verið í dvala gav hann út væl umtóktu fløguna ”Koma”
á heysti í 2005 við sínum egna bólki. Limirnir í bólkinum hjá Peturi eru tó eisini navnframir
og fevna um Eiler Hansen, Boga á Lakjuni, Una Árting, Knút H. Eysturstein og Niels
Jákup í Jógvanstovu. Allir hava verið við til at mynda føroyska tónleikapallin seinastu
árini. Petur spælir fólkakendan alternativan rokk og arbeiðir í løtuni við eini nýggjari
fløgu, ið væntandi kemur út seinni í ár. Hoyrið ímeðan tónleikin av fyrstu fløguni á
Myspace.com/peturpolson.
Ung hava trupulleikar
Hagtøl í Danmark vísa, at nógv fólk í 30’árunum hava so
mikið stórar sálarligar trupulleikar í gerandisdegnum, at
tey kenna seg noydd til at leita sær hjálp frá sálarfrøðingum
ella øðrum serkønum. Blaðið metroXpress skrivar, at nógv
tey flestu av hesum ungu eru menn, sum hava trupulleikar
við konuni ella unnustuni, men sum ikki fáa seg til at fara
frá henni, eftir at tað fyrsta barnið er komið. Árliga hava
5.000 danskir menn tørv á hjálp.
- Vit bjóða øllum at
vera hjartaliga
vælkomin til ársin
fyrsta bátafestival,
sum verður á Toftum
leygardagin, sigur
Bátafelagið á Toftum
Bátafestivalur
Vilmund Jacobsen
Leygardagin skipar Bátafe
lagið á Toftum fyri báta
festivali, og er hetta soleiðis
triðja árið á rað, at fólk í
Nes kommunu taka stig til
eitt slíkt tiltak.
Í Skálafirði
Lagt verður fyri í Skálafirði,
har bátarnir samlast klokkan
13. Síðan verður farið at
sigla úteftir Skálafjørðinum
og út á Toftir.
Tá bátarnir, sum felagið
vónar verða nógvir í tali
hendan dagin, koma í Oyrar
nar umleið klokkan 14.30,
verður borðreitt við feskari
suppu og onkrum aftur við
til bátafólkið.
Umstøðurnar í Oyrunum
eru góðar, og har fáa bát
arnir eisini landstreym, eins
og trygdarnet verða útflýggj
að. Vit syrgja eisini fyri, at
vaktir fara at hava uppsýn
við økinum, meðan stevnan
varir, sigur felagið.
Bátafelagið hevur eisini
útvegað økið til húsvognar,
men tey, sum ynskja at hava
húsvogn á festivalinum,
mugu lata felagið frætta
skjótast gjørligt.
Ymiskt undirhald
Á stevnuøkinum verður
ymiskt undirhald fyri børn
um, eitt nú so hoppiborg,
trampolin, skreiðibreyt og
bilar.
Í fjør fingu fólk teir væl
umtóktu festivalbúffarnar,
smyrjibreyð og pylsu, og
soleiðis verður eisini hesa
ferð. Eisini kunnu fólk
bíleggja sær rundstykkir til
morgunin eftir, so ongum
nýtist at fara svangur avstað
aftur.
Meðan stevnan varir, kem
ur ferðafólkabáturin Viljin
at sigla farleiðina Toftir
StrendurToftir og millum
Toftir og Sund.
Tey, ið kundu hugsa sær
at ferðast á hendan hátt,
kunnu lata Bátafelagið á
Toftum frætta við at ringja
á tlf. 222060. Bilur fæst
eisini á Sund við at ringja á
tlf. 888888, siga tey, sum
standa aftanfyri Bátafelagið
á Toftum.
Dansiorkestrið
Tað er eingin bátafestivalur
uttan tónleik og dans, og eis
ini her hevur felagið syrgt
fyri,
at
harmonikutónar
verða
á
festivaløkinum,
eins og Dansiorkestrið fer
at spæla til dans í tjaldinum,
sum verður sett upp á
stevnuøkinum.
Vit bjóða øllum at vera
hjartaliga
vælkomin
til
ársin fyrsta bátafestival,
sigur Bátafelagið á Toftum.
Ársins fyrsti
bátafestivalur
Myndin er tikin á bátafestivalinum
í fjør, tá bátarnir í fagrasta veðri
stevna inn í Oyrahavnina
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eins og í fjør, fara harmonikuleikarar aftur í ár at seta sín
serstaka dám á bátafestivalin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eftir at hava starvast
hjá Postverki Føroya
síðan 1982, har hann í
nógv ár sat í heita
stólinum hjá Post-
felagnum, skiftir
hann nú “hest” og fer
í ein ikki kaldari stól
hjá Skálafjarðar
Sløkkiliði
starvsskifti
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skálafjarðar
kommunala
Sløkkilið (SKS), sum er
felags sløkkiliðið hjá Nes
kommunu, Sjóvar komm
unu, Runavíkar kommunu
og Funnings kommunu,
hevur sett Sunleiv Højgaard
í fulltíðarstarv sum bruna
umsjónarmann.
Sunleiv skal hava dagligu
umsitingina av SKS, meðan
sløkkiliðið verður skipað
við felags brunanevnd.
Petur
Jacob
Petersen
(Dakko) er vegna Nes
kommunu formaður í bruna
nevndini, og Sonni Johansen
av Strondum er vegna Sjóv
ar kommunu næstformað
ur.
Upprunaliga vóru tað
kommunurnar við Skála
fjørðin, sum í 1974 gjørdu
av at skipa eitt felags sløkki
lið, sum fekk navnið Skála
fjarðar Sløkkilið.
Tá varð nakað av útgerð
keypt og plaserað ymsa
staðni kring fjørðin. Í dag
eru
47
sløkkiliðsmenn
knýttir at skipanini, og hesir
eru spjaddir í ymsum bygd
um í økinum, har størri og
smærri støðir eru, sum hýsa
útgerðini, sigur Sunleiv Høj
gaard, sum eisini hevur ver
ið sløkkiliðsmaður í mong
ár.
Formaðurin í brunanevnd
ini hjá kommununum, Petur
Jacob Petersen, sigur, at
brunanevndin og kommun
urnar hava sæð í eyguni, at
krøvini innan tilbúgving
alsamt gerast størri.
Tí er neyðugt at fáa
hetta økið so væl skipað
sum tilber, sigur hann.
Petur Jacob vísir á, at
felags sløkkiliðið hevur
virkað væl øll árini og hev
ur gjørt eitt stórt arbeiði.
Tá óhapp eru, eru tað
mong, sum hava sannað og
Tíðin setir krøv til tilbúgving:
Sunleiv skal lei