mikudagur 2. mai 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 146 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Filmir í hópatali • Barnasendingar • Dokumentar • Náttúra • Tí›indi alt samdøgri›
FRÍGGJADAGUR 4. MAI 2007
VARPIÐ
Canal+Film1 • Hósdagin kl. 19.00
The Road to Guantanamo
Á hesysti 2001 fóru fýra ungir muslimar úr Stórabretlandi
fyri at taka lut í eini brúðarveitslu í Pakistan. Ferðin endaði
við, at tríggir teirra vórðu tiknir til fanga av amerikonskum
herdeildum – og sendir til loyniligu leguna á Guantanamo, har
teir í tvey ár vórðu afturhildnir og píndir.
DR2 • Fríggjadagin kl. 23.20
Imagining Argentina
Leikstjórin Carlos og blaðkvinnan Cecilie liva saman
við dóttrini Teresa í einum Argentina – anno 1976
- sum er lammað í ræðslu um hernaðarveldið. Eitt
einaveldi, sum burturflytur mótstøðufólk síni, sum
síðani hvørva. Tá Cecilie skrivar um nøkur horvin
skúlabørn, hvørvur hon brádliga sjálv, og Carlos vil
gera alt, til tess at finna hana, áðrenn tað er ov seint.
TV3 • Leygardagin kl. 22.30
Face of a Killer
Carlos – sjakalurin – er kaldasti drápsmaðurin,
sum heimurin enn hevur sæð. Bæði Ísraelittar og
amerikumenn hava leitað eftir honum í 20 ár uttan
úrslit. Tá besti fregnartænastumaðurin hjá CIA
finna útav, at Annibal Ramirez kann hjálpa teimum
í leitanini, fara teir av álvara ígongd. Fyrst skal
Ramirez tó venjast, so hann “verður” Carlos. Fyri at
fanga ein slíkan drápsmann, mást tú nevnliga eisini
duga at hugsa sum ein slíkur.