hósdagur 3. mai 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 85 - 3. mai 2007
Maskinistur Maskinmeistari Skipari Skipsførari
KREA.FO . TEL 47 80 80
Postboks 104 . FO-110 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . vh@vh.fo . www.vh.fo
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest fjøl-
broytta og hægsta tekniska yrkisútbúgv-
ing, sum kann takast í Føroyum. Útbúgv-
ingin gevur sera stórar møguleikar bæði á
sjógvi og landi, líka mikið um tað er í Før-
oyum ella úti í heimi. Maskinmeistaraút-
búgvingin gevur eisini møguleikar fyri at
blíva elinnleggjari. Eisini í oljuvinnuni eru
maskinmeistarar størsti einstaki yrkis-
bólkurin. Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraútbúgvingina er
tvær ferðir um árið. Byrjar aftur í august 2007.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møguleikar
fyri at vera maskinstjóri á flestu veiðufør-
um, sum fiska á føroyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini rætt til at vera
maskinstjóri á skipum við maskinorku upp
til 3000 kW í altjóða sigling. Útbúgvingin
tekur 9 mðr.
Upptøka til maskinistútbúgvingina er eina
ferð um árið og byrjar aftur í august 2007.
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góðkendar
útbúgvingar til skipara og skipsførara,
sum geva vinnumøguleikar á sjógvi og
landi um allan heim. Sum skipari kanst tú
føra øll fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara, kanst tú fara
beinleiðis til skipsførara.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur tilsamans 3
ár. 3 hálvár til skipara og síðani 3 hálvár til
skipsførara. Sum skipsførari kanst tú føra
øll skip á øllum høvum.
Upptøka til skipara- og skipsførara-
útbúgvingarnar er tvær ferðir um
árið og byrjar aftur í august 2007.
Maskinist- og maskinmeist-
ara-, skipara og skips-
føraraútbúgvingarnar eru
moduluppbygdar.
Spennandi útbúgvingar
- eitt hav av vinnumøguleikum
Nýtt skúlaár byrjar 6. august 2007
Vinnuháskúlin er ein nútímans skúli við serkønum lærarum í øllum lærugreinum, eins og skúlin hevur allar teir hentleikar og útbúnað, sum skulu til
fyri at gera útbúgvingina áhugaverda og góða. Útbúgvingarnar á Vinnuháskúlanum eru góðkendar av Føroya Landsstýri, Søfartsstýrelsen og IMO.
Hevur tú hug at gerast maskinistur, maskinmeistari, skipari ella
skipsførari ? Set teg í samband við skúlan, so senda vit tær upplýsingar
um upptøkutreytir og lesturin saman við umsóknarblaði.
Umsóknirnar skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 1. juni 2007.
Umsóknarblað kann heintast á heimasíðu okkara.
Flat
.
Rate fo
Breiðbandstelefoni
Og tosa heilt niður í 0,- krónur um minuttin
Breiðband um alt landið