Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 85 - 3. mai 2007 tíðindi Afturvendandi umhvørvisvikan í Tórshavnar Kommunu verður í komandi viku við hópin av tiltøkum. Serligur dentur er lagdur á gera børn tilvitað um umhvørvið, og bæði skúlar og barnagarðar hava víst vikuni og tiltøkunum ans UMHVØRVI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tórshavnar Kommuna hev­ ur í mong ár havt ein ávísan áhuga í at verja um umhvørvið. Tað eru fleiri ártíggju síðani, at slagorðið »Plantið eitt træ« fyrstu ferð var at síggja, eitt nú uppi í áskoðaraskýlinum í Gundadali. Nógvu seinastu árini hevur kommunan eisini lat­ ið borgarunum teir sonevndu plantupakkarnar, við trimum­fýra ymiskum plantuvøkstrum, sum fólk síðani kundu prýða sínar urtagarðar og havar við. Men seinastu árini hevur kommunan ynskt at gjørt meiri við júst umhvørvið, og annað árið á rað verður tí skipað fyri einari heilari umhvørvisviku. Og tað verða nógv ymisk tiltøk á skránni. – Vit ynskja fyrst og fremst at gera borgaran meiri tilvitaðan um um­ hvørvið, og geva tí størri als í gerandisdegnum, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í heilsu­ og umhvørvis­ nevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Brúkið bussin Tá skipað verður fyri fokus á umhvørvið í eina heila viku, so eru nógv aftur­ vendandi tiltøk sum »ikki slepst undan« í tí sambandi. Kendir eru teir sonevndu ruddingardagarnir, sum verða fyriskipaðir kring alt landið og av øllum kommunum minst einaferð um árið. Í Tórshavnar Kommunu verður rudding­ ardagurin leygardagin 12. mai, og verður hann fyri­ skipaður í øllum bygdunum í kommununi. Uttanfyri Havnina verða tað stað­ bundnu nevndirnar, ið skipa fyri. Heitt er eisini á handlar­ nar um at rudda 9. mai, og skúlar og barnagarðar fara at rudda fríggjadagin 11. mai – sama dag, sum eisini umsitingin hjá kommununi fer at rudda. Í sambandi við umhvørv­ isvikuna heitir fyriskiping­ arbólkurin á havnarborgarar um at lata bilin standa og heldur ganga ta vikuna – ella eisini taka bussin, sum tað jú er ókeypis at koyra í. Tað merkir kanska ikki nakað kollveltandi fyri globalu upphitingina, um fólk lata bilarnar standa í størstan mun í eina viku, men so hava havnaborgarar í hvussu er gjørt ein »inn­ sats« í so máta. Kommunan hevur eisini sum omanfyri nevnt býtt út sonevndu plantupakkarnar, og tað verður eisini gjørt í ár. Til ber hjá borgarum í Havn at fara oman á Skála­ trøð at fáa ein av teim­ um1000 pakkunum, ið har verðá býttir út. Eitthundrað pakkar verða latnir fólki í Kollafirði; tey fáa teir niðri við bátahylin. Í Nólsoy verða 80 pakkar til bygdar­ fólkið at fáa uttanfyri Mat­ vørubúðina, og í Hesti kunnu fólk fara oman á havnalagið at ogna sær ein plantupakka. Á øllum støð­ um verður byrjað klokkan tíggju um morgunin. Tiltøk fyri børn og vaksin Brennistøðin á Hjalla eigur eina maskinu at knúsa grein­ ar í, og hesar knústu spønir verða nevndar stroyggj. Maskinan verður sett upp á Skálatrøð, og har kunnu fólk so keypa stroyggj at nýta heima í sínum egnu gørðum. Eitt annað tiltak, ið veru­ liga sameinir heilsu og um­ hvørvi, eru gongutúrarnir, ið skipað verður fyri kom­ andi viku. Tveir eru á skránni sunnudagin 13. mai, tá gingið verður fram við Sandá saman við lív­ frøðinginum, Finni Lützen, sum greiðir frá lívinum í og fram við ánni. Túrurin byrj­ ar við vatnverkið í Havnar­ dali og endar við Sjósavnið í Sandagerði; hann varar tríggjar tímar og kostar 50 krónur fyri vaksin. Fyri fólk við barnavogni og fólk í koyristóli verður eisini skipað fyri túri. Byrj­ að verður uppi á Bøllureyni á Oyggjarvegnum og endað við vatnbrunnin í Vill­ ingardali. Møguleiki er at verða koyrdur niðan. Eisini har er kostnaðurin 50 krón­ ur fyri vaksin. So verður eisini sama dag skipað fyri túri við Norðlýsinum út í Koltur, har Bjørn Patursson, bóndi, greiðir frá. Drekkamunnur verður at fáa, og kostnaðurin fyri hendan túrin er 450 krónur fyri vaksin og 225 fyri børn. Tilmelding til allar túrar­ nar fer fram á Kunningar­ stovuni áðrenn hósdagin á miðdegi. Men skipað verður eisini fyri serligum tiltøkum í Müllers Pakkhúsi fyri vaks­ in og í Ítróttarhøllini fyri børnum. Í Müllers Pakkhúsi verða fyrilestrar mánakvøldið við Mariu Dam, sum greiðir frá kanningum um dálkingar­ støði á Havnarvág, og við Suna Petersen, ið tosar um burturkast. Týskvøldið verður fyri­ lestur við Boga Hansen um, hvønn týdning veðurlags­ broytingarnar kunnu fáa fyri okkum, meðan Bjarti Thomsen greiðir frá vind­ orku­verkætlanini í Nólsoy. Svimja á Havnarvág Ítróttarhøllin á Nabb verður opin og allarhelst eisini full av børnum frá mikudegi til fríggjadag. Har verða hópin av tiltøkum allar dagarnar, ætlað børnum og í fleiri før­ um fyriskipað av børnum. Nevnast kunnu Meyla og Jens Marni, sum fara at tosa um umhvørvið miku­ dagin og hósdagin, og fleiri kappingar verða eisini hesar dagarnar. Somuleiðis verður avdúk­ að, hvør ella hvørji fáa stuðulin, sum Tórshavnar Kommuna letur til »grøn« tiltøk í kommununi. – Kommunan hevur sett 239 túsund krónur av til serligan grønan stuðul, sum er ætlaður serligum tiltøk­ um til gagns fyri umhvørvið, sigur Elin Lindenskov. Og avdúkað verður altso, hvør fær hendan stuðulin á umhvørvisvikuni. Elin vónar, at hetta verður ein afturvendandi stuðul, og at hesin stuðul eisini kann verða við til at fáa ein dreym at ganga út: at tað verður møguligt at svimja á Havnarvág. ­ Havnarvág er so dálkað í dag, at tað er ikki hugs­ ingur um at svimja har. Nú veit eg ikki, um eg hevði farið at svomið á Havnar­ vág, men mítt ynski er, at vágin bleiv so rein, at tað hevði verið møguligt, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu­ og unhvørvis­ nevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Tórshavnar Kommuna: Setur fokus á umhvørvið Ein bólkur av trimum kvinnum hevur fyrireikað umhvørvisvikuna hjá Tórshavnar Kommunu. Tær eru frá vinstru Annika Berg, Elin Lindenskov og Anna Louisa Joensen Mynd: Jens Kristian Vang Elin Lindenskov er forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini hjá Havnar Kommunu Mynd: Jens Kristian Vang