Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 85 - 3. mai 2007 VIT SØKJA EFTIR FÓLKI TIL KANTINUNA Í TINGANESI Søkt verður eftir einum fólki til kantinuna í Tinganesi at byrja skjótast til ber. Viðkomandi skal hava ábyrgdina av at gera mat til millum 40 til 60 fólk í døgurðatímanum. Í hesum sambandi skal viðkomandi standa fyri at keypa inn, leggja til rættis matskrá, stýra goymsluna, rudda av, vaska upp og gera hølið reint. Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur at hava matvøruútbúgving e.l. og/ella royndir frá líknandi arbeiði. Arbeiðstíðin er sett til 30 tímar um vikuna, t.e. 6 tímar hvønn yrkadag. Talan er um nýtt virksemi, og tí verður starvið í fyrstu atløgu eitt royndarstarv sett í 6 mánaðir. Eftir hetta verður tikið upp, hvussu arbeiðið frameftir verður skipað. Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsøkjarar eru vælkomnir at ringja til Barbaru á Tjaldrafløtti, deildarstjóra, tlf. 351040 el 551040, fyri at hoyra nærri um starvið. Umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. mai 2007. LØGMANSSKRIVSTOVAN Prime Minister’s Office www.sansir.fo VIT DRAGA EINA LÍNU · VIT SETA SKYNSEMI Í HÁSÆTI · VIT VILJA VITA · VIT BRÓTA SLÓÐ Vit bjóða: eitt spennandi starv tryggar arbeiðsumstøður gott arbeiðsumhvørvi Løn: sambært avtalu Umsókn: Umsókn saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera okkum í hendi innan 10. mai skriVstoVUfóLk Vit sóknast eftir skrivstovufólki – manni sum kvinnu – at byrja sjótast til ber. Arbeiðið er roknað til hálva tíð, men møguleiki er eisini fyri øðrum arbeiðstíðum. í Geilini 2 FO-385 Vatnsoyrar Tel.: +298 332177 www.hdygd.fo post@hdygd.fo HDYGD er samtak hjá Vatnsoyra Snikkaravirki spf. og Føroya Glugga pf. Vit smíða vindeygu og hurðar úr træ, træ/alu og plasti. Í løtuni eru 25 starvsfólk, harav 5 eru í umsitingini. Meiri fæst at vita við at venda sær til Heðin Poulsen á 35 36 11 ella 21 81 15, ella á hedin@hdygd.fo R e p r o z Vit vænta av tær: at tú hevur skrivstovuútbúgving ella hevur royndir á økinum at tú ert ágrýtin og vandin at tú arbeiðir sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni Talan er um fast starv, men til ber eisini at søkja starvið sum avloysari lýsingar Undanfarna leygardag vóru Miðflokkastuðlar og –áhugaði komin saman á Hotel Føroyum, til ein spennandi og áhugaverdan dag. Longu frá morgunstundini sást, at sera stórur áhugi var fyri hesum fundi, tí longu kl. 09 vóru nógv fólk komin, og fingu tey ein góðan morgundrekkamunn. Sum morgunin leið, vísti tað seg at um 100 fólk vóru møtt til landsfundin, bæði ung og gomul, og nærum helvtin vóru kvinnur. Fundurin byrjaði, sum siðvenja eisini er, við sangi og eini andakt, ið Karsten Hansen hevði. Síðan hevði Jenis av Rana formansfrágreiðingina. Her nam hann við ymiskt, ið rørir seg á politiska palli­ num. Síðan var orðið givið frítt til viðmerkingar, har mangt áhugavert kom fram. So var fundarfólkið boðið til eina væla máltíð, áðrenn gestarøðarin Massoud Fouroozandeh slap framat at greiða frá sínum lívi, og tí arbeiði hann stendur á odda fyri. Eftir hetta hevði Tordur Niclasen eina gjøgumgongd av teimum 15 ár­ unum, Miðflokkurin hevur verið virkin. Fundurin endaði við einari gjøgnumgongd av stevniskránni og nevndarvali. Tey veiku og illa staddu vóru í stóran mun í fokus á fundinum. Breið semja var um at Miðflokkurin skal arbeiða fyri at geva teimum betri sømdir. Eisini tann allar veikasti samfelagsbólkurin, tað ófødda barnið, fekk umrøðu á fundinum, og ætlar Miðflokkurin áhaldandi at gera sítt til fyri at tryggja teimum verju. Eftir fundin kann tíðiliga staðfestast, at Miðflokkurin er væl búgvin til komandi valstríð, og hevur ein viðkomandi og neyðugan boðskap at bera. 15 á Ungur – Sterkur – Vælvaksin Í besta blóma Tilreiðar at taka ábyrgd MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI Je ni s av R a n a www.midflokkurin.fo M a s s o u d F o ur o o z a n d e h G e s ta rø ða ri hvørt vikuskifti í Sosialinum Væleydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum