Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 85 - 3. mai 2007 Starv á Føroya Barnaheimi Barnaheimið søkir við hesum eftir avloysara til Ungdómsdeildina, fyri starvsfólk sum fer í far­ loyvi. Starvið ið er eitt fulltíðarstarv er leyst til setan í tíðarskeiðnum 15.06.2007 – 31.05.2008. Tann ið settur verður í starvið, skal starvast í skiftandi vaktum á Ungdómsdeildini, har tað er pláss fyri 6 børnum í aldrinum 12 – 18 ár. Harumframt er eitt bráðfeingispláss. Um Ungdómsdeildina: Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við viðkomandi útbúgving. Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er, at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har dentur fyrst og fremst verður lagdur á um­ sorganina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir verða karmar rundanum barnið, soleiðis at reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og førleika annars. Førleikakrøv: Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan kunnleika til at arbeiða við børnum og ungum. Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð samstarvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvsstøðugt. Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera seg bæði í skrift og talu. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 14.05.2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Djóna N. Joensen, deildarleiðara ella Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320 Føroya Barnaheim Pedda vid Steingøta 10 100 Tórshavn Kunngerð frá útskiftingarnevndini á Eiði Útskiftingin av Sunnanmanshaga á Eiði varð endað við úrskurði sagdur á nevndarfundi á Matrikulstovuni 24. apríl 2007. Hesin úrskurður verður latin til ákæru, frá 3. mai 2007 sbr. kap. 9 í útskiftingarlóguni frá 27. mars 1939. Eftir kap. 9. kunnu útskiftingin og úrskurðurin hjá útskiftingarnevndini kærast til yvirútskifting arnevndina, og er kærufreistin 3 mánaðir frá 3. mai at rokna. Kærufreistin er úti 3. august 2007. Møguligar kærur skulu vera skrivligar og stílast til Yvirútskiftingarnevndina, Sorinskrivarin, Postboks 28, C. Ployensgøta 1, 110 Tórshavn. Útskrift av gerðabókini og útskiftingarkortið liggja frammi hjá Eiðis kommunu og á Matrikul­ stovuni til kærufreistin er úti. Útskrift av gerðabókini, útskiftingarkort og endurprent av kap. 9. »Anke og Gennemsyn« í útskiftingarlóguni er sent hagastýrunum við Breiðá, á Teistavál, og í Miðhaga, og er at síggja á heimasíðuni hjá Matrikulstovuni, www.matrikul.fo. Øssur Á. Midjord útskiftingarnevndarformaður Tilbúgvingarstovnur Føroya søkir eftir vara­ leiðara til virkisøkið MRCC Tórshavn. Starvið Varaleiðarin hevur ábyrgdina av tekniska útbún­ aðinum á stovninum. Varaleiðarin og leiðarin á stovninum skulu vera tøkir í neyðstøðu, og teir skiftast at hava bakvakt. Varaleiðarin skal vera við til at skipa bjargingararbeiði saman við teimum, ið ganga á vakt. Høvuðsuppágávurnar fevna m.a. um • viðlíkahald og rakstur av tekniska útbúnaðinum • at røkja góðskuskipanina ISO­9001 • at vera við til at skipa fyri venjingum, eftirmetingum, og førleikamenning av starvsfólki • vanligar umsitingarligar uppgávur Almenn førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava hægri tekniska útbúgving, t.d. elektroniktøkningur, víðkað maskinmeistaraprógv ella líknandi. Leiðsluuroyndir, royndir innan sam­ skiftistøkni og kunnleiki um sjóferðslu eru at rokna sum fyrimunir fyri at kunna røkja starvið. Umsøkjarar skulu hava góð samstarvsevni, evni at fyriskipa og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Góð evni at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum, donskum og enskum eru ein treyt. Hollur telduførleiki er ein treyt fyri at kunna røkja starvið. Tann, ið settur verður, skal vera til reiðar at eftirútbúgva seg, eitt nú innan leiðslu av bjargingararbeiði á sjó­ num. Setanarviðurskifti Starvið er tænastumannastarv og lønt í 32. lønar­ flokki sambært avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Lønin er 29.273,94 kr um mánaðin, við viðbót. Starvsheitið er varaleiðari, og tann, ið settur verður, hevur beinleiðis tilvísing til leiðaran á MRCC Tórs­ havn. Setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar undir tí umframt hini aðalráðini. Tænastu­ staðurin er Tilbúgvingarstovnur Føroya, MRCC Tórs­ havn. Umsóknir Umsókn við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu sendast til MRCC Tórshavn, Tinghúsvegur 64, Postboks 1120, 110 Tórshavn ella til t­post: manager@mrcc.fo Umsóknir skulu vera MRCC Tórshavn í hendi í seinasta lagi týsdagin 22. mai. Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá Jóhan J. Jakobsen, virkandi leiðara fyri MRCC Tórshavn á tel. 351302. Sí annars heimasíðuna www.mrcc.fo VaRaleiðaRi til MRCC Tórshavn lýsingar Lesið - so eru tit við