Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-03, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. mai 2007síða 53

‹ fyrra síða allar 55 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 85 - 3. mai 2007 53 &˜LKASK¢LADEILDINSkúlastjórin seinastu 26 árini fer frá vegna aldur, og tí sóknast Mentamálaráðið eftir dugnaligum og eld- hugaðum skúlastjóra til Sørvágs skúla at byrja 1. august 2007. Sørvágs skúli er ein eitt sporaður fólkaskúli frá 1. - 10. fl okk. Í skúlanum eru 142 næmingar í 1. - 10. fl ., og 16 lærarar starvast í skúlanum. Skúlastjórin er dagligur leiðari skúlans og hevur undir ábyrgd skúlamyndugleikanna bæði fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virk- semi skúlans. Hann setir og loysir úr starvi lærarar og varaskúlastjóra, hann stýrir og býtir arbeiðið millum teirra, sum starvast í skúlanum, og hann tekur allar ítøki- ligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum. Høvuðsuppgávur skúlastjórans eru: • at standa á odda fyri framhaldandi menning á náms- frøðiliga og fyrisitingarliga økinum í skúlanum • at fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur sam- starvsfólk skúlans • at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí ein- staka fyri ávirkan og samábyrgd • at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúla gongdini bæði fakliga og sosialt. Harumframt vænta vit, at skúlastjórin: • hevur hug og hegni til at leiða, og at tú við tínum leiðsluhátti skapar trivnað og mennir lærarar, næm- ingar og skúlan sum heild • er visjoner/ur, hevur evni og áræði at ganga nýggj ar leiðir og taka av teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman • hevur hugsjónir um skúlamenning, og hvussu menn- ingarætlanin verður sett í verk • er sjónligur í leiðarastarvinum, og at tú í hesum sam- bandi dugir væl at lýsa tíni sjónarmið fyri øðrum. Setanar- og lønartreytir Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, góð evni at leiða og kunnleika til fólkaskúlaøkið. Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Sørvágs skúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum. Starvið er fl okkað í lønarfl okki 34.1 sambært avtalu mill- um Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag, og er lønin 31.671,67. Harumframt verður veitt ein viðbót, sum er kr. 700,00. Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumaður frammanundan. Skúlastjórin hevur ávísa undirvísingarskyldu, sum verður ásett eftir galdandi reglum. Vit bjóða: Eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum skiftandi uppgávum, og góðir møguleikar eru fyri fakligari menning í starvinum og fyri samstarvi við aðrar skúlaleiðarar. Umsóknir Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi 8. mai 2007 kl. 12.00. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegi 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn ella við t-posti: mmr@mmr.fo Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra, á tlf. 355050. Skúlastjóri í Sørvágs skúla sansir.fo Hevur tú hugsjónir um skúlaleiðslu og ynskir at standa á odda og virkin taka lut í menning fólkaskúlans, er hetta eitt áhugavert starv. Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harumframt varðir Mentamálaráðið av uppgávum viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Heimasíða Mentamálaráðsins er: www.mmr.fo og tí ivast vit ikki í, at fólk veruliga kunnu syngja við, tá ið hon fer á pallin á Summar Festivalinum, sigur Steintór Rasmussen. - Við Kim Wilde hava vit kunngjørt høvuðsnøvnini tey bæði kvøldini á Summar Festivalinum. Scorpions spælir fríggjakvøld og Kim Wilde leygarkvøld. Har- afturat koma Bryan Rice úr Danmark og Jógvan Hansen úr Íslandi á Summar Festi- valin at spæla. Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 3. til 5. august. Kom sum Aladdin flúgvandi til Klaksvíkar Mánadag 8.12 (bert juni, juli, august) Mikudag 13.04 Fríggjadag 13.00 Sunnudag 13.52 Tyrlan flýgur Tórshavn – Klaksvík Norðoya Kunningarstova · Varpabrúgvin 1 · 700 Klaksvík Tlf 456939 · Fax.456586 · info@klaksvik.fo Marner Mortensen, varastjóri í Norðoya Sparikassa, og Steintór Rasmussen fáa sær eitt prát á tíðindafundinum hjá Summar Festivalinum, sum varð hildin á nýggju deildini hjá Norðoya Sparikassa í Havn