Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 28

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 86 - 7. mai 2007 ] Leeds farið á heysin Felagið, sum fyri 15 árum síðani var enskur meistari, varð fríggjdagin sett undir umsiting. Og sum avleiðing av hesum er felagið flutt niður. Við at verða sett undir umsiting, misti felagið nevnliga 10 stig, og so var øll vón um eina møguliga bjarging í næst bestu ensku deildini burtur. Hóast felagið varð sett undir umsiting, so eru ”nýggir” eigarar longu komnir til. Ken Bates, sum í síni tíð átti Chelesa, men sum seinastu tvey árini hevur virkað í Leeds, hevur nevnliga keypt felagið aftur. Hetta tó treytað av, at ognarar ikki seta seg ímóti handlinum. Ovurstóra skuldin í felagnum verður við hesum eisini sanerað, og so ætlar Bates sær undir nýggja roynd at byggja felagið upp. Ein roynd, sum í fyrsta umfari miseydnaðist, tí skuldin varð vorðin alt ov stór. Hetta tí fyrrverandi eigararnir høvdu satsað mest sum alt, tá felagið um aldarskifti veruliga var við at bíta seg fast í enska toppinum. Millum annað við Champions League hálvfinalu tað eina árið. Enn ein heiður til Ronaldo Skrivandi parturin av ensku pressuni staðfestifríggja­ dagin, at Ronaldo hevur verið í flokki fyri seg hetta kappingarárið. Fyrr í vár fekk Ronaldo heiðurin sum besti spælarin og besti ungi spælarin frá enska sam­ bandinum hjá fótbóltsspælarum, og í gjár vóru tað so skrivandi miðlarnir, sum kundu geva honum heiðurin. Ikki óvæntað var Didier Drogba úr Chelsea kosin sum næst besti spælarin. Honum á baki komu liðfelag­ arnir hjá Ronaldo í Manchester United, Ryan Giggs og Paul Scholes. Framúrskarandi framførslur eyðkendu føroyameistara­ kappingarnar í estetiskum fimleiki, sum vóru leygardagin Fimleikur Lív Reinert Kjeld liv@sosialurin.fo Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn var stúgvandi full av spent­ um áskoðarum, sum vóru komin at síggja tær seinastu kappingarnar í estetiskum fimleiki hetta fimleikaárið, sum Føroya Fimleikasam­ band skipaði fyri saman við Ljósinum og Havnar Fim­ leikafelag. Enn einaferð gjørdust áskoðararnir heilt ovfarnir av framúrskarandi framførslunum hjá fimleik­ arunum. Kappingarnar vóru sera javnar, serliga millum Havnar Fimleikafe­ lag og Støkk, sum skiftust um at enda á fyrsta og øðr­ um plássi. Støkk vann gentu­ kappingina Kappingarnar vóru fyri pinkur, smágentur og kvinn­ ur. Føroyameistarakapping­ in hjá gentunum var longu í mars, og tá struku genturnar hjá Havnar Fimleikafelag avstað við sigrinum. Í jan­ uar vóru steypakappingar hildnar í Klaksvík, og tá vann Havnar Fimleikafelag alt, sum vinnast kundi. Men nógv kann henda eftir trim­ um mánaðum við harðari venjing og broytingum av íðkanum, so einki var avgjørt, fyrr enn seinasta liðið var farið av gólvinum. Liðini, sum kappaðust, vóru frá Støkk, Ljósinum og Havnar Fimleikafelag. Í steðgunum vóru amboðs­ fimleikarar frá Ljósinum, og gentuliðini í estetiskum fimleiki hjá Havnar Fim­ leikafelag og Ljósinum, sum vístu síni kynstur, og hetta eydnaðist sera væl. Kappingin hjá pinkunum var sera spennandi, tí sein­ ast liðini hittust var sum sagt í januar, og tá vunnu pinkurnar hjá Havnar Fim­ leikafelag tepurt við einans 0,01 stigi, so ilt var at gita um úrslitið. Tá ið avtornaði, vóru pinkurnar hjá Støkk bestar, og vunnu føroya­ meistaraheitið á Havnar Fimleikafelag á øðrum plássi og Ljósinum á triðja plássinum. Størri munur var á liðu­ num í kappingini hjá smá­ gentunum. Munurin millum fyrsta og triðja plássið vóru nærum heili tvey stig. Smá­ genturnar hjá Havnar Fim­ leikafelag vunnu kapping­ ina, Støkk endaði á øðrum plássi og Ljósið á triðja plássinum. Hørð kapping um gullið Í nógv ár vóru kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag nærum einaráðandi á ovasta plássinum, men í fjør vunnu kvinnurnar hjá Støkk, og tí var tað ikki óvæntað, at kappingin gjørdist sera spennandi millum kvinnu­ liðini. Fyrsta liðið á gólvi­ num var Støkk, og tær høvdu eina framúrskarandi framførslu. Næstar á gólvi­ num vóru kvinnurnar frá Havnar Fimleikafelag, sum tó ikki vóru serliga hepnar. Ein fimleikari fekk nevni­ liga skaða í fótin undir íðk­ anini, og okkurt annað smá­ kiks var eisini at síggja. Hóast hetta var teirra fram­ førsla eisini í heimsklassa, og áskoðararnir sótu sera spentir og bíðaðu, til kvinn­ urnar frá Ljósinum trinu á gólvið. Teirra framførsla eydnaðist eisini væl og var fantastiska vøkur. Tá ið avtornaði megnaðu kvinnur­ nar hjá Havnar Fimleika­ felag tó at endurvinna sær føroyameistaraheitið og ferðasteypið, sum hevði verið hjá Støkk og vent sein­ asta árið. Støkk gjørdist nummar tvey og Ljósið nummar trý. Enn er estetiski fimleik­ urin rættiliga nýggjur her í landinum, men hóast hetta eru fimleikararnir longu heilt ótrúliga væl við. Estet­ iski fimleikurin er annað og meira enn vanligi rútmiski fimleikurin, sum altíð hevur verið íðkaður. Heildarmynd­ in hevur alt at siga; rørsl­ urnar eru meira flótandi, og allur kroppurin verður nýtt­ ur í allari íðkanini, sum er sergjørd til valda tónleikin. Fimleikararnir skulu eisini vísa huglagið í tónleikinum. Til tess at gera heildarmynd­ ina fullkomna, eru fimleik­ ararnir prýddir við smyrsli, serligari hárseting og fan­ tastiska vøkrum fimleika­ draktum, sum verða bílagd­ ar heim út útlondum. Við til HM Fimleikafeløgini kring land­ ið hava gjørt eitt megnar arbeiði til tess at fáa støðið so høgt, sum gjørligt. Tað er ikki óvanligt at fáa estet­ iskar venjarar til Føroyar bæði úr Russlandi og Finn­ landi, og hetta hava bæði venjarar og fimleikarar fing­ ið nógv burturúr. Harafturat hava fleiri lið verið uttan­ lands og kappast í altjóða kappingum í estetiskum fimleiki, og har hava tær staðið seg heilt væl. Sum heild vóru kapping­ arnar leygardagin ein ser­ stakliga vakur endi á fim­ leikaárinum her heima. Kvinnurnar hjá Havnar Fim­ leikafelag og Støkk kunnu tó ikki rættiliga slappa av enn, tí um ein lítlan mánaða fara tær til Spania, har tær fara at vera við í kappingini um heimsmeistaraskapin. Støkk og Havnar Fimleikafelag vunnu FM Fimleikaúrslit Pinkur Nr. Felag T L F Samanlagt 1 Støkk 4,15 2,57 7,20 13,92 2 Hfa 4,30 2,40 6,85 13,55 3 Ljósið 3,95 2,30 7,00 13,25 Smágentur Nr. 1 HF a 5,50 2,93 7,80 16,23 2 Støkk a 5,00 2,90 7,80 15,70 3 Ljósið a 4,45 2,57 7,35 14,37 Kvinnur Nr. 1 HF 4,65 3,07 7,20 14,92 2 Støkk 3,85 2,80 7,85 14,50 3 Ljósið 4,15 2,80 7,40 14,35 Genturnar hjá Støkk megnaðu hesa ferð at ota seg fram á oddasessin Mynd: Lív Reinert Kjeld Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag endurvunnu FM-gullið. Men tað var í sera harðari kapping við Støkk Mynd: Álvur Haraldsen 28