Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-05-07, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. mai 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 102 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 86 - 7. mai 2007 37 Stutt Sagt Fara til Obama Fleiri misnøgdir republikan­ arar í USA, sum hava mist álitið á George W. Bush, forseta, hava nú valt at styðja demokratiska sena­ torin Barrack Obama, sum ætlar sær at stilla upp á for­ setavalinum næsta ár. Teirra millum er Matthew Dowed, sum var ein av teimum fremstu fyriskiparunum hjá republikanarunum á vali­ num í 2004. Hann sigur við blaðið The Times, at hann kann ikki góðtaka øll mis­ tøkini, sum forsetin hevur gjørt í sambandi við kríggið í Irak, og at hann tí hevur vent republikanarunum bak­ ið. Matthew Dowed leggur afturat, at eftir hansara tykki er Barrack Obama ein politikari, sum hevur evni til at savna ameri­ konsku tjóðina aftur, sum hann tekur til. Datt niður Níggju hermenn úr friðar­ varðveitandi herdeildini MFO doyðu, tá flogfar teirra datt niður í Sinai­ oyðimørkini í Egyptalandi í gjár. Egyptisku myndug­ leikarnir siga, at átta av her­ monnunum vóru úr Frak­ landi, og ein var úr Kanada. Sagt verður, at flogskiparin royndi at neyðlenda á ein­ um motorvegi, men at flog­ farið bar bið ein lastbil, tá tað skuldi seta seg. Teir níggju hermenninir vóru í MFO­deildini, sum er ein óheft herdeild, sum bleiv skipað í sambandi við frið­ arsáttmálan millum Egypta­ land og Ísrael í 1979. Fangar ringa viðferð Tveir ísraelskir mannarætt­ indafelagsskapir vilja vera við, at ísraelska fregnartæn­ astan pínir palestinskar fangar, sum tænastan fær til avhoyringar. Í einari frá­ greiðing skriva felagsskap­ irnir, at viðurskiftini hjá fangunum eru syndarlig, og at teir verða illa viðfarnir á ymsan hátt. Frágreiðingin er grundað á samrøður við 73 palestinskar fangar, men ísraelska løgmálaráðið hev­ ur víst skuldsetingunum um píning aftur og sigur tær vera púra burtur úr vón og viti. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk – Eg havi virðing fyri Ségoléne Royal og hennara veljarum og verði forseti hjá øllum fransmonnum (Nicolas Sarkozy) útlond Størri franskur leik­ lutur í ES, betri sam­ band millum París og Washington og broytingar á franska arbeiðsmarknaðinum verða nakrar av avleiðingunum av franska forsetavali­ num ­ Franska fólkið hevur valt at gera upp við gamlar regl­ ur, hugsjónir og vanar. Franska fólkið hevur valt broyting, og hana fari eg at seta í verk. Tað var høvuðslyftið hjá nývalda franska forsetanum, Nicolas Sarkozsy, tá hann í gjárkvøldið takkaði sínum veljarum fyri sigurin. 84 prosent av teimum fronsku veljarunum høvdu tá verið í valhølunum, og 53 prosent høvdu sett kross fyri Nico­ las Sarkozy. Hini 47 pro­ sentini høvdu valt Ségoléne Royal. ­ Eg havi virðing fyri frú Royal og hennara hugsjón­ um. At virða hana er at virða tær nógvu milliónirnar av fransmonnum, sum atkvøddu fyri henni. Ein franskur forseti skal elska allar fransmenn, segði Sar­ kozy í takkarrøðuni, sjálvt um hansara viðhaldsfólk høvdu ilt við at fagna hon­ um, tá hann nevndi navnið á mótvalevninum. Ségoléne Royal var eisini skjót at ynskja Sarkozy til­ lukku við sigrinum, og hon gjørdi greitt, at hon fer at halda fram við stríðnum fyri sínum politisku hug­ sjónum. Virkið Frakland Millum teir fyrstu at ynskja Nicolas Sarkozy tiillukku við forsetavalinum var George W. Bush, forseti, og Sarkozy brúkti eisini ein part av sínari takkarrøðu til at umrøða júst USA og viðurskiftini millum París og Washington. ­ Eg skal siga øllum amerikanarum, at Frakland fer altíð at standa við teirra lið, tá teir hava tørv á tí. Men eg skal eisini siga, at rættir vinir hava virðing fyri sjónarmiðunum hjá hvør øðrum, segði Sarkozy. Hann hevði eisini eina áheit­ an á USA í sambandi við veðurlagsbroytingarnar: ­ Ein stór tjóð sum USA eigur ikki at forða stríðnum ímóti tí veksandi hitanum á Jørðini, men eigur tvørtur­ ímóti at ganga undan í hes­ um stríði, tí tað er lagnan hjá mannaættini, vit tosa um, segði nývaldi franski forsetin í sínar fyrstu bein­ leiðis uttanríkispolitisku staðfesting eftir valsigurin. Politiskir eygleiðarar í París siga, at við Nicolas Sarkozay á odda verður Frakland meiri virkið á uttanríkispolitiska pallin­ um, enn tað hevur verið undir Jacques Chitac. Eitt nú vænta teir, at Frakland fer at gera meiri vart við seg í ES. Broytingar Men tað eru fyrst og fremst lyftini um innanríkis broyt­ ingar, sum hava givið Nico­ las Sarkozy forsetaembætið. Hann hevur eitt nú lovað at broyta viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum, so fransmenn sleppa at arbeiða meiri og at forvinna meiri, og hann hevur sagt, at hann er til reiðar at taka dystin upp við fakfeløgini fyri at fáa síni sjónarmið ígjøg­ num. Hann hevur eisini lovað ein strangari innflytarapoli­ tikk, og hann krevur, at teir fronsku muslimarnir laga seg eftir franskari lóggávu og fronskum viðurskiftum. Í takkarrøðuni fingu tær muslimsku kvinnurnar fingu eina serliga heilsan frá honum: ­ Frakland fer ikki at svíkja kvinnur, sum eru dømdar at ganga í burkha. Afghanar eru í øðini um, at umleið 50 sivilfólk lótu lív í einum amerikonskum álopi í síðstu viku Amerikanarar og serliga amerikanskir hermenn eru illa umtóktir í Afghanistan í hesum døgum, og tað sást serliga í gjár, tá ein af­ ghanskur stjórnarhermaður fór at skjóta eftir ameri­ konskum hermonnum uttan fyri eitt fongsul í høvuðs­ staðnum Kabul. Tveir ameri­ kanskir hermenn doyðu, og tveir aðrir vórðu særdir, áðrenn aðrir hermenn skutu tann afghanska hermannin. Ta fyrstu løtuna ljóðaði, at talan kanska var um ein uppreistrarmann í her­ mannabúna, men leiðslan á hermannaskúlanum í Kabul váttaði seinni, at maðurin var úr stjórnarherinum. Eyg­ leiðarar siga, at tilburðurin gevur eina mynd av, hvussu spent støðan í Afghanistan er. Aðrastaðni í Afghanistan vóru stórar mótmælsigongur um vikuskiftið, har fólk mótmæltu tilburðinum í síðstu viku, sum kostaði umleið 50 sivilfólkum lívið. Amerikanska herleiðslan hevur lovað at kanna til­ burðin. Afghanskir hermenn skjóta amerikanskar hermann Frakland skal aftur á pallin Nývaldi franski forsetin, Nicolas Sarkozy, var fegin um valsigurin