týsdagur 8. mai 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 94 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 87 - 8. mai 2007 ]
1. deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v
-
j
-
t
mál
mál
munur
stig
1 B68
7
6
-
1
-
0
23
5
18
19
2 FSV04
7
5
-
1
-
1
14
6
8
16
3 ÍF
7
4
-
2
-
1
19
7
12
14
4 LÍF
7
4
-
1
-
2
23
9
14
13
5 TB
7
3
-
1
-
3
12
4
8
10
6 NSÍ
7
3
-
0
-
4
13
16
-3
9
7 HB
7
2
-
1
-
4
10
20
-10
7
8 KÍ
7
2
-
0
-
5
8
20
-12
6
9 SÍ
7
1
-
1
-
5
7
16
-9
4
10 B36
7
1
-
0
-
6
3
29
-26
3
Spæla mikukvøldið
8. umfar í kappingini í 1. deild verður mikukvøldið. Tá eru dystirnir hesir – dómarin til
dystin er nevndur í klombrum. B68-KÍ (Vinjard Dam ), ÍF-B36 (Petur Reinert), LÍF-
FSV04 (Dan Olsen), TB-HB (Jens Petur Brattalíð) og SÍ-NSÍ (Andrew Christiansen).
Fakta um
1. deild
7. UMFAR
HB-SÍ 2-2 (2-1)
1-0: Tróndur Sigurðsson 9.
1-1: Ingi Ole-Jacobsen 17.
2-1: Høgni M. Joensen 45.
2-2: Per Heinason 73.
Reytt kort: Tróndur Sigurðs-
son, HB, 44. og Svenn F.
Jacobsen, HB, 86.
FSV04-TB 1-0 (0-0)
1-0: Jovan Panic 65.
B36-LÍF 0-7 (0-2)
0-1: Adrian Joensen
0-2: Adrian Joensen
0-3: Sølvi Vatnhamar
0-4: Magnus Skoralíð
0-5: Jón Eliasen
0-6: Jón Eliasen
0-7: Sølvi Vatnhamar
KÍ-ÍF 0-3 (0-0)
0-1: Nenad Saric 57.
0-2: Atli Petersen 79.
0-3: Amin Falah 82.
NSÍ-B68 0-4 (0-2)
0-1: Jósup Henriksen 35.
0-2: Jósup Henriksen 39.
0-3: Jann Ingi Petersen 76.
0-4: Mortan Hansen 80.
Reytt kort: Jónstein Peter-
sen, NSÍ, 21., og Alexandro
Casthilio, NSÍ, 78.
Toppurin líkist sær sjálvum
Burtursæð frá at TB
misti í mun til hini
oddaliðini, so líkist
toppurin í næstbestu
deildini nógv tí, sum
hann sá út undan
vikuskiftinum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Undan vikuskiftinum var
B68 oddalið, og á hinum
heiðursmerkjaplássunum
vóru FSV04 og ÍF. Júst
soleiðis er røðin eisini eftir
vikuskiftið.
Felags fyri B68, FSV04
og ÍF var, at tey vunnu, og
tað var eisini felags fyri
tey, at mótstøðuliðið ikki
megnaði at fáa mál ímóti
teimum.
Tølini siga, at B68 og ÍF
vunnu sannførandi sigrar á
útivølli ímóti næstbestu
liðunum hjá ávikavíst NSÍ
og KÍ, meðan sigurin hjá
FSV04 á heimavølli ímóti
TB var tepur.
Størsta sigurin av øllum
syrgdi LÍF fyri. Leirvík-
ingar vóru gestir hjá B36 í
Gundadali, og LÍF vann 7-
0. Hetta er næststørsti sig-
urin í hesum kappingar-
árinum.
Størsti
sigurin
higartil var, tá ið B68 í
Gundadali vann 8-0 á B36.
B68 vann 4-0 í Runavík.
Toftamenn høvdu tríggjar
ferðir bóltin á træverkinum
hjá NSÍ.
Toftamenn vóru framma-
nfyri 2-0 eftir fyrra um-
farið. Jósup Henriksen,
sum í ár er fluttur úr KÍ og
til B68, skoraði bæði málini
í 1. hálvleiki og er topp-
skjútti í næstbestu deildini.
Tá ið teir fóru at hvíla
seg, hevði NSÍ longu verið
undirmannað í meiri enn
20 minuttir. Veteranurin
Jónstein Petersen, sum fyri
stuttum er farin at venja
aftur, sá reytt fyri at hevna
seg., tá ið tað framvegis var
málleyst. Í 2. hálvleiki sá
Alexandro Casthilio reyða
kortið fyri sama lógarbrot
sum liðfelagin.
Í Klaksvík leikaði javnt á
fyrsta lítla tíman, tá ið tað
var málleyst. Fyrsta málið
fekk ÍF eftir langa fram-
legging og kiks í KÍ
verjuni. Eftir leiðslumálið
vóru fuglfirðingar greitt
omaná. KÍ royndi at flyta
fólkið longri fram, og
tíggju minuttir undan leik-
loki skoraði ÍF tvær ferðir
við stuttum millumbili.
Í Sandavági hevði FSV04
bóltin væl meiri enn TB.
Men tað gekk illa at spæla
seg til upplagdar mál-
møguleikar. TB legði stór-
an dent á verjupartin, har
Bergleif Sólsker og Óli
Johannesen vóru knassar í
miðverjuni. Kaj Roest varð
eina ferð spældur púra
leysur, men FSV04 mál-
verjin, Trygvi Askham,
vardi fyri.
Í 2. hálvleiki eydnaðist
tað Jovan Panic at skjóta
sigursmálið fyri FSV04.
Hann var púra blankur fyri
málinum, eftir at nýggi
brasilski miðvallarin hjá
FSV04, Heron, sum var
komin á vøllin stutt eftir
steðgin, hevði verið við í
uppspælinum.
HB hevði vitjan av illa
sperda SÍ. Úrslitið var 2-2,
eftir at HB í steðginum
hevði verið frammanfyri 2-
1. Tróndur Sigurðsson legði
HB framum eftir smáar
tíggju minuttir. Eftir stórt
korter javnaði Ingi Ole-
Jacobsen, og í síðsta min-
uttinum svaraði HB aftur,
tá ið Høgni M. Joensen
skoraði til 2-1.
Minuttin frammanundan
at HB skoraði seinna málið,
varð Tróndur Sigurðsson
hjá HB vístur av vøllinum.
Stórt korter undan leik-
loki javnaði Per Heinason
til 2-2 eftir hornaspark.
Fýra minuttir fyri leiklok
varð Svenn F. Jacobsen hjá
HB rikin av vøllinum, eftir
at hann hevði fingið seinna
gula kortið. Síðstu fýra
minuttirnar
vóru
ellivu
sørvingar ímóti níggju HB
spælarum, men tað kom
einki mál afturat.
Sosialurin mannar
Formula-liðini við
spælarunum, sum
stóðu seg best í 7. og
8. umfari av
Formula-kappingini.
Formula-
liðini
Formula-liðið 7. umfar
Formula-liðið 8. umfar