mikudagur 9. mai 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 110 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 88 - 9. mai 2007
39
tíðindi
Sonja Jógvansdóttir
var ein av trimum, ið
helt røðu á 1. maidags
haldinum á Vaglinum.
Sonja er samskipari
fyri HA og HK. Niðan
fyri prenta vit røðu
hennara í fullum líki:
1. mei skuldi verið dagurin,
har vit kundu fegnast um,
hvussu væl tað gongur her
í landinum. 1 mei skuldi
verið dagurin har vit klappa
hvørjum øðrum á ryggin og
siga – hetta er heilt okay
– faktisk hava vit tað ordi
liga gott hetta skuldi verið
dagurin har vit hildu eitt risa
gildi og samstundis mintust
øll tey, sum við blóð sveitta
og tárum offraðu seg sjálvi í
stríðnum fyri einum betri og
rættvísari samfelag bæði
í Føroyum, men eisini úti í
heimi.
Hetta skuldi verið ein
gleðisdagur burturav, men
tað er tað ikki heilt, tí enn
væntar nógv í stríðnum um
tað rættvísa samfelagið – enn
er nakað væl eftir á mál
Framtíðin kemur av sær
sjálvari – men tað ger fram
burður ikki.
Rákið í Føroyum er greitt
– Munurin millum fólk
veksur – tey sum eru væl
fyri, gerast betur fyri – og
tey, sum ikki høvdu so nógv
fyri nøkrum árum síðani
– tey standa í stað.
Tølini tala sítt greiða mál. Ein
kanning frá seinastu viku vísir,
at Keypiorkan hjá limunum í
arbeiðarafeløgunum stend
ur í stað – hetta er ikki nóg
gott – meini so við – tað
gongur væl í Føroyum – fólk
flest hava merkt ein risa
framburð seinastu árini – men
keypiorkan hjá arbeiðaranum
stendur í stað.
Hetta merkir at vit fáa eitt
samfelag har ójavnin gerst
rættuliga sjónligir.
Láglønt í Føroyum merkja
ikki, at tað gongur væl í
samfelagnum – hetta kann
ikki verða rætt.
Tað er ongin, sum veruliga
ynskir sær eitt samfelag,
sum er merkt av stórum
gjógvum.
Tað er kortini ikki bara
arbeiðarin, sum merkir á tað
egnum kroppi, at samfelagið
er á vanda kós. Eisini aðrir
samfelagsbólkar eru við
sviðu soð.
Um vit taka pulsin á Før
oyum í dag og hyggja at
ymiskum samfelagsbólkum
– hvussu er støðan tá?
Hvussu er við teimum
heimleysu?
Hava menningartarnaði tað
nóg gott? –
Hvat við einligum
mammum?
Hvat við fólki, sum liva av
forsorgarhjálp?
Hvat við teimum, sum fáa
fyritíðarpensjón?
Hvat við sálarsjúkum?
Spurningurin er eisini um
samfelagið rúmar øllum
føroyingum?
Sum tað sær út í løtuni er
svarið nei. Vit megna ikki at
skapa eitt samfelag, har øll
fáa lut í framburðinum.
Tì eiga vit at brúka henda
1. mai til klárt og tíðiliga
at taka aftur í orðini um at
Her má vend koma í og so
kunna vit møguliga leggja
afturat, at tað má altso
verða nú. Vit hava ikki ráð
at bíða til 2015 – Málið snýr
seg í dag um, at tú og eg,
og grannin og hasin kraft
originalurin niðanfyri hava
tað gott í dag.
Tað er ongin ivi um,
at politiski mynduleikin
hevur amboðini, ið skulu
til, fyri at tryggja at allir
samfelagsbólkar fáa ágóða
av framburðinum í føroyum
– og mangla tey onkur amboð
so er at skaffa tey – og tað er
at skaffa amboðini nú.
Spurningurin er bara um
viljin er at brúka hesi amboð
so at framburðurin kemur
teimum til góðar sum hava
mest brúk fyri honum.
Tað er heldur ongin ivi um,
at fakfeløgini hjá tímaløntum
hava eina stóra avbjóðing
fyri framman. Fakfeløgini
mugu tryggja, at limir teirra
fáa nøktandi liviumstøður og
áhaldandi gera vart við tann
ójavna sum valdar millum
samfelagsbólkar í Føroyum
í dag.
Í dagsins Føroyum er til
knýti hjá okkum til arbeiðs
marknaðin avgerðandi fyri,
hvørja vælferð vit fáa.
Arbeiðsmarknaðurin er
trygdin undir arbeiðsloysis
skipan, undir barsilsskipan,
undir frítíðarløn, undir
pensjónsskipan – trygging
ar verða ornaðar á arbeiðs
marknaðinum og so kundi
eg hildið á.
Hetta rák kenna vit úr USA
– har er tað mangan so, at
hevur tú ikki eitt gott arbeiði
við góðum tryggingum av
øllum møguligum slagi, ja
so hevur tú onga vælferð –
Spurningurin er, hvat tað fer
at gera við okkara samfelag
framyvir, at vaksandi part
ur av tí, sum vit síggja sum
vælferðartænastur, er bein
leiðis treytað av tilknýti okk
ara til arbeiðsmarknaðin.
Vit kunna í dag staðfesta,
at tað er ein lønargjógv í Før
oyum – limirnir hjá Føroyar
arbeiðarafelag forvunnu í
2005 168.000 kr í meðal.
168.000 kr – hetta er ikki
nógv, men hetta er inntøkan
hjá einum stórum parti av
føroysku løntakarunum.
Skattapolitikkurin hjá sam
gonguni hevur ikki bøtt upp
á gjónna, tvørturímóti!
Fer henda lønargjógv at for
fylgja limunum hjá Føroya
Arbeiðarafelagnum, tá ið
tey hava brúk fyri vælferðar
tænastum – svarið er ja
sjálvandi ger tað tað, tá ið
nógvir ágóðar eru treytaðir
av – hvat tín inntøka hevur
verið
Tað nýggjasta dømi um
hetta er framtíðar pensjónin
– pensjónin hjá fólki skal,
sambært landsstýrinum
framyvir byggja á 3 súlur
– Samhaldsfasti og ein við
bót frá landinum er ein súla
– pensjónin á arbeiðsmarkn
aðinum er ein súla – og hin
triðja súlan er tað møguliga,
sum fólk spara upp við
síðuna av!
Við øðrum orðum kunna
vit vænta, at tann møguligi
stættarmunur sum er, meðan
vit arbeiða, fer at forfylgja
okkum í ellisárum – er hetta
rætt???
Ein annar viðkomandi
spurningur at seta sær er,
hvat við teimum, sum av eini
ella aðrari orsøk ikki koma á
arbeiðsmarknaðin – skal so
ongin vælferð vera til teirra,
Føroyski arbeiðsmarknaðurin
er í øllum føri ikki serliga
rúmmligur í løtuni!
OG hvat við teimum, sum
hava ilt við at fáa endarnar
at røkka saman???
Tað er ein sannroynd, at
tað kostar 12 ferðir eina
arbeiðaraløn at seta búgv í
Tórshavn í dag og í øðrum
stór plássum síggja vit eisini,
at tað verður munandi dýrari
at seta búgv.
Hetta kann gerast ein stórur
trupulleiki fyri framtíðar
búseting í Føroyum.
Tað eru so nógvir tílíkir
samfelags spurningar, sum
fakfeløg mugu fyrihalda seg
til í dag og framyvir, tí at
vælferðarspurningar eru
spurningar um tilknýti til
arbeiðsmarknaðin – tí skulu
fakfeløg hava eina meining
og tí skulu fakfeløg seta
dagsskránna í samfelagnum
– fyri at kunna gera hetta
ordiligt er neyðugt at standa
saman
– tað er neyðugt við
øktum samstarvi millum
fakfelagsrørsluna
Áðrenn eg fari at takka fyri
meg vil eg eisini heita á
tykkum um at minnast tær
kvinnur og teir menn, sum
nógvastaðni í heiminum
mugu offra alt í stríðnum
fyri rættvísinum.
Hjá okkum er tað ein sjálv
fylgja, at tú ikki forfylgir
fólki, tí tey eru fakliga virkin
– Ingeborg Vinther – Hans
Joensen – Jan Højgaard
Vígdis Jóhannesen – Eyðstein
Petersen Gunnleivur
Dalsgarð – Vár í Gongd og
aðrir fakfelagsleiðarar nýtast
ikki at vera bangin fyri, at
løgreglan búrar tey inni, tí
tey hava tala at –
Ella bara tí at tey stríðast
fyri sínum limum– men
hetta er ikki ein sjálvfylgja í
nógvum pørtum í heiminum
í dag – minnist til hetta – tað
hevur heldur ikki altíð verið
fakfelagsfrælsi í Føroyum
Mín áheita á tykkum, sum
standa her í dag er, – far og
føl pulsin á samfelagnum
kanska er tað ikki heilt tað
paradísi á jørð, sum vit halda
tað er, men tað er gjørligt at
broyta tað – tað krevur bara,
at vit hava dirvi at hyggja
at, hvat tað er sum gongur
fyri seg í samfelagnum – og
síðani handla.
Meðan vit bíða eftir
heimsins besta samfelagið
mugu og skulu vit øll hava
tað gott – bæði materielt
men eisini andaliga.
Takk fyri meg og minnist
til framtíðin kemur av sær
sjálvari – tað ger framburður
ikki.
Sonja Jógvansdóttir er
samskipari hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag og
Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Hon førdi fram røðu á
1. maidagshaldinum á
Vaglinum
Framtíðin kemur av sær sjálvari
– tað ger framburður ikki